Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. november 2017 · Nr. 139 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Alternativ sum kunnu hjálpa tær móti pínu Tað kann vera eitt gott hugskot at finna út av, um minni vágaligir møguleikar eru at minka um kronisku pínuna enn við vanligum heilivági, sum hevur hjáárin og kann gera fólk bundin at heilivági Vilmund Jacobsen Tað kemur neyvan óvart á nakr­ an, at lívsgóðskan minkar mun­ andi, um fólk noyðast at liva við kroniskari pínu. Kronisk pína minkar eisini um virkis-og vinnu­ før­leikan og evnini til sosialt virk­ semi. Pínulinnan styrkir lekjandi mekan­ismurnar í likaminum, men van­lig pínuviðgerð kann eisini hava við sær trupul hjáárin sum gera, at tað kann vera skilagott at royna alt­ ernativa pínuviðgerð. Sambært danska heilsu­stýr­in­ um er kronisk pína størsta einstaka orsøkin til sjúkufráveru. Ofta snýr tað seg um pínu í nakka, ryggi og lendum umframt pínu, sum stavar frá slitgikt ymsa­ staðni í kroppinum. Tosað verður um kroniska pínu, tá pínan hevur vart í umleið eitt hálvt ár - ella um pínu, sum stendst av skaða, har pínan heldur fram út yvir tað, sum svarar til væntaðu lek­ingartíðina. Tað er trupult at máta pínu, eins og upplivingin av pínu eisini er ógvuliga persónlig. Tað merkir, at fólk, sum eru von við pínu, hava eitt hægri pínumark. Tey, sum hava góðtikið sína kronisku pínu og hava lært at liva við henni, kunnu eisini uppliva, at pínan minkar við tíðini. Fólk, sum ræðast pínu, merkja ofta pínuna verri enn tey, sum við tíðini hugsa minni um tað. Tí er tað ikki bara eitt fysio­log­ iskt, men eisini eitt psykologiskt sjón­arhorn til ymiska pínuviðgerð. Vanlig pínuviðgerð Í vanligari viðgerð móti lættari pínu verður ofta heilivágur sum para­cetamol og ibuprofen brúktur. Við hóvsamari og ringari pínu verður ofta sterkari heilivágur sum morfin ella morfin líknandi í ym­iskari styrki og samanseting brúkt­ur. Men, tað kann hava hjáárin at brúka slíkan heilivág leingi, og vandi er eisini fyri, at hin rakti gerst bund­in at heilivágnum. Tað kann vera eitt gott hugskot at finna út av, um minni vágaligir møguleikar eru at minka um tørv­ in á vanligum heilivági. Men, her er neyðugt at vita, at onkrir alt­ ernativir terapihættir móti kron­ isk­ari pínu hava tað til felags, at teir skulu brúkast hvønn dag í eina tíð, áðrenn teir hjálpa ímóti pínuni – og at hesir hættir ikki neyðturviliga kunnu “matcha” sterka pínuviðgerð við heilivági. Svøvnur og pína Góður náttarsvøvnur er týdn­ing­ armikil – ikki minst fyri hin pínu­ rakta, tí vantandi svøvnur ger, at pínumarkið yvirhøvur verður lægri. Ein kanning vísir, at 53 prosent av sjúklingum við kroniskari lenda­ pínu lógu í svøvnloysi, með­an bert 3 prosent í pínuleysa “kontrol­bólk­ inum” - tað er bólkurin, sum sam­an­ borið verður við - høvdu trupul­leik­ ar við svøvni. Haraftrat kemur, at vantandi svøvnur kann øsa fram ringa høv­ uð­pínu ella migrenu. Ein kanning við 1869 fólkum, sum høvdu migrenu-herðindi, vísti greitt, at svøvnur týðiliga verjir móti herðindum í staðin fyri, at hesi verða øst fram í svøvnloysi. Kann­ingin vísti eisini, at heili 29 pro­sent av herðindunum stavaðu frá svøvnloysi. Maturin, vit eta, kann eisini hava ávirkan á okkara pínumark - ant­in við at fremja ella tálma bruna í kroppinum. Eitt nú verður víst til eina vís­ inda­liga frágreiðing í amerik­ ansk­um føðslutíðarriti, har sagt verð­ur, at matvørur við høgum suk­ ur­innihaldi kunnu veksa um bruna í kroppinum, sum hevur ymiskar av­leiðingar við sær, ið kunnu gera teg minni virknan. Fólk við kroniskari pínu hava tí serliga brúk fyri føðslu og kost­ til­skoti, sum minkar um brun­an í kroppinum. Alternativ viðgerð Ymiskir terapihættir sum aku­ punkt­ur, mýking, sonuterapi og TNS, sum stendur fyri Transcutan Nerve­Stimulation, hava eftir øll­um at døma hjálpt mongum við kron­ isk­ari pínu. TNS-tól til heima­brúks kunnu sum skilst eisini keypast nógva­staðni. Líður tú av kroniskari ryggja-og vødda­pínu, eigur tú at fáa kannað, um tær tørvar D-vitaminur, tá hes­ ar pínur í ávísum føri hava sína or­ søk í troti av vitaminum. Viðgerð við heilivági, sum mink­ ar um kolesterol, kann eisini geva vøddapínu sum hjáárin, men hes­ um kann eitt dagligt tilskot av Q10 á 100-200 mg. byrgja upp fyri. Vísundaligar kanningar, har sam­anberingar eru gjørdar við virkn­aðin av ibuprofen við omega- 3-feittsýrum av slagnum EFA, sum er í fiskaolju, hava víst, at fiskaoljan virk­ar líka so væl móti bruna og pínu, men hevur nógv færri hjáárin enn ibuprofen-heilivágurin. Evnafrøðilig ella lívrunnin amin­osýra sigst virka móti ein­ari røð av kroniskum pínum - alt frá gikt, ringari høvuðpínu, vødda­ kramp­um, nervapínu til pínu eftir skurð­viðgerð. Aminosýra blokerar fyri einum enzymi ella kveiki í nervalagnum sum annars økir um pínusignalir. Aminosýra verður tikin í tóman maga saman við vatni, men kann eisini takast saman við øðrum pínulinnandi heilivági. Pínulinnandi plantur Ein røð av plantum hava í sær pínu­ linn­andi evni, og í tilgjørdum formi kann nøgdin av hesum evnum vera nóg stór til munandi linnan. Chili hevur í sær evnið capsaicin, sum fremur framleiðsluna í kropp­ in­um av pínulinnandi endorfinum. Men, tað er ikki serliga effektivt at eta hetta, tá tað eftir bert hálvum øðr­um tíma ikki longur kann spor­ ast í blóðinum. Capsaisin hevur betri virknað, tá tað verður smurt á húðina, har evnið fremur góðan linna hjá summum. Indiska kryddurtin - gurkumeia - hevur í sær evnið curcumin, sum virkar tálmandi móti bruna, serliga um evnið verður tikið saman við bromalein. Ein kanning hevur víst, at úr­ drátt­ir úr gurkumeia tykjast hava eins góðan virknað sum ibuprofen til viðgerð av giktapínu í knæi, men úrdrátturin virkar eisini breiðari. Tálmandi virknaðurin móti bruna ger, at gurkumeia hevur eina gagn­ liga ávirkan á ymiska líðing. Pílabørkur av hvítum píli er brúkt­ur í óminniligar tíðir sum eitt evni móti bruna, fepri og sum pínu­ linn­andi. Børkurin hevur eitt nú í sær evnið salicin, sum kroppurin umger til pínulinnandi evnið salicylsýru, men hetta eigur ikki at vera brúkt av børnum orsakað av vandanum fyri nýratrupulleikum. Kelda: www.helse.dk Líður tú av kroniskari ryggja-og vøddapínu, eigur tú at kanna, um tær tørvar D-vitaminur, tá slík pína í ávísum føri kann hava sína orsøk í troti av hesum vitaminum