Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 29. november 2017 · Nr. 139 KJAK Høgni Hoydal tekur alt samfelagið sum gísla Anfinn Olsen, reiðari Í tíðind­un­um í útvarpinum fríggjakvøldið gjørdi Høgni Hoydal, lands­ stýrismaður í fiski­ vinnumálum, greitt, at hann fer ikki at brúka heimild­ina í verandi fiski­vinnu­lóggávu til at leingja verandi loyvir í fimm ár. Hann segði somuleiðis, at Fiski­málaráðið hevur ikki fyri­reikað seg til ta støðuna, at uppskotið um fiskivinnu­ ný­skip­an ikki verður sam­ tykt. Í D&V kvøldið fyri segði formaðurin í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, at í løt­uni eru ikki 17 tingmenn aft­an­ fyri lógaruppskotið um fyri­ siting av sjófeingi, og at álitið kemur ikki aftur úr Vinnu­ nevndini, fyrr enn uppskotið fær undirtøku frá í minsta lagi 17 tingmonnum. Fráboðanin hjá Høgna Hoydal kann ikki skiljast øðr­vísi, enn at hann nokt­ar fyri at útinna sína em­bætis­ skyldu sum lands­stýris­mað­ ur. Við hesum tekur hann politisku skipanina, vinn­una, mann­ingarfeløg, ja alt sam­ felagið sum gísla. Løgmaður hevur ábyrgd­ ina av at hava eftirlit við, at lands­stýrisfólkini umsita síni málsøki á fullgóðan hátt. Man má undrast yvir, at onki hoyr­ist frá løgmann, og at ongin fjøl­miðil enn hevur spurt hann, um hann heldur, at hetta er í lagi. Vit mugu ásanna, at tíðin er farin, til at tað ber til at fáa alt lógar- og regluverkið til eina so kollveltandi fiski­ vinnunýskipan klárt áðrenn 1. januar. Harumframt krevja myndugleikar og vinnan rúma tíð til at tillaga sínar um­sitingarskipanir, so tær kunnu virka eftir eini nýggj­ ari lóggávu. Tí hava vit onki annað val, enn at framleinga verandi skipan og taka okkum ta tíð, sum tað tekur, at gera eina forsvarliga nýgga fiski­vinnu­ skipan. Vinnan hevur virkað und­ ir verandi skipan síðan 1996, og tí er torført at skilja, hví tað skal vera ein trupulleiki, at vit lata verandi skipan halda fram í eina tíð, meðan ar­beitt verður víðari við nýskip­anini og at fyrireika um­sit­ingina og vinnuna til at umsita eina nýggja skipan. Eru vit føroyingar á einum vegamóti? Jógvan í Dávastovu Vilja vit (fram­hald­andi) hava fólka­ræði – demo­krati, ella skulu Før­oy­ar stýr­ast av so­ kallaðir pol­itikk­arar, sum eru keyptir av stór­kapitalin. Vilja vit hava eina frí­ lynta og liberala fiski­vinnu, har kapping er loyvd, ella vilja vit varðveita mono­ polið, sum tað er, har fram­ burður, kapp­ing og menn­ ing stendur fyri hóttafalli, sum tíðir líða frá. Vit skulu minnast til, at før­oysku slóðbrótararnir, sum hava skapt hetta ríki­dømi, eina­ ferð falla frá. Tað er eingin lóg, sum sigur, at eftir­kom­ar­ ar av hesum før­oysku slóð­ brótarum eru líka dugna­ ligir. Tí mugu vit skoða fram­eftir og fáa kapp­ing inn í skipanin. Vilja vit hava eitt sam­ felag, har stættar­mun­urin bert økist. Har virðini enda í alt færri og færri hendur, eins og í USA og Ruslandi, ella vilja vit hava eitt sam­ halds­fast samfelag. Vilja vit hava eitt sam­ felag, har Føroya Fólks ogn er vorðið til ogn hjá nøkr­um fáum ríkmonnum uttan­ landa hjálptir av nøkrum før­oyskum strámonnum. Vilja vit hava størri stætt­a­rmun og minni sam­ festi (samanhangskraft) í sam­fel­agn­um. Vilja vit, eins og í Íslandi, at virðir í milliardum av krón­um verða sendir uttan­ lands av nøkrum reiðarum, meðan fólkið hjálparleyst hyggur at. Vilja vit, at stórkapi­tal­ur­ in við spekulatión sleppur und­an at gjalda skat av vinn­ing­in í Føroyum. Vilja vit, at søla av fiska­ kvotum, sum enda í nøkrum fáum ríkmanna­hondum, skal byrja aftur eins og síðstu mongu árini undir Fólka­floks­leiðslu. Vilja vit, at oyðimarka­ gongd­in viðvíkjandi ný­ skap­an í fiskivinnuni und­ir fólkafloksins stýri und­an­ farnu mongu ár skal halda á fram tey næstu mongu árini? Vilja vit, at toska- og hýsu­stovnarnir undir Før­ oy­um aftur skulu koma fyri seg? Fólkaflokkurin hevur, sum ryssa yvir deyðum fyli, í mong, mong ár hugt at, meðan toska-og hýsu stovn­arnir undir Føroyum hava verið fyri hóttafalli. Kanska eru vit ov seinir á sjóarfallinum. Vit minnast, hvussu nógv ár tað tók toska­stovnin á t.d. Flemish Cap at koma fyri seg, eftir at total stopp at fiska varð sett í verk. Stovnurin á Føroya Banka er als ikke enn komin fyri seg. Skyldast helst, at stovnurin er fullkomuligani niðurfiskaður og kemur kanska ongan tíð fyri seg aftur, hóast fullkomið bann hevur verið í fleiri ár at fiska. Strong tiltøk vórðu eisini sett í verk í Ís­ landi. Nú hava Íslendingar trupul­leikar við at tosk­ urin er vorðin ov stórur. Ein positivur trupul­leiki, má ásannast. Gylt av toski er eisini í Bar­ents­havinum. Her hava Norð­menn dugað væl at ansa eftir toska­ stovnunum. Í øll­um oman­ fyri nevndum døm­um hev­ur verið lurtað eftir fiski­frøðingunum utt­an í Før­oyum. Tískil er støð­an hjá toskastovninum undir Før­oyum vorðin van­lukku­ lig. Hetta er úrslitið av at Fólka­flokkurin hevur havt ov stórt vald á førda fiski­ vinnu­politikkin tey nógvu und­an­farnu árini. Um stórkapitalurin í Før­oyum fær fastatøkur, so fer hetta at ganga út yvir pressu­frælsið í Før­oy­um. Tíð­indabløð verða keypt upp av stór­kapit­al­in, og rokn­ast kann við, at blað­ fólk, eins og løg­tings­fólk, verða mutr­aðir. Avgerðin fellir fyrsta dag­in, nú Føroya Løgting skal fella dóm yvir nýggja fiski­vinnu­nýskipanin. Hava vit umboð á Føroya Løgting, sum standa stinnir í øllum áganginum, ella hava vit umboð á Føroya Løg­ting, sum geva seg undir stór­kapit­alin? Fylgjurnar verða ræð­ andi, um stórkapitalurin á hesum sinni vinnur yvir fólkaræðið. Tá vendist ikki aftur. Grammleikin hjá okkum menniskjum er øgilig. “Tann, sum hevur nógv, vil hava meir”. Minnist til orðatakið: “Lítið hjálpa góð orð við slætti­bøku”! At hækka studningin er at fjala veruligu lestrarkorini Vegna Unga Tjóðveldið Hervør Pálsdóttir, næstforkvinna Í síðstu viku gjørdist greitt, at um játt­an­in til Setrið ikki hækkar mun­ andi, so verð­ ur eingin upp­tik­in til lestur í 2018. Hetta boðaðu Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setr­ inum og Ólavur Ellefsen, stýris­formaður frá í skrivi. Alsamt fleiri vilja lesa á Setrinum, men hava ikki møgu­leikan, tí útbúgv­ing­ar­ til­boðið er ikki so stórt. Tískil mugu tey ungu av landinum at nema sær útbúgving. Kortini hevur Setrið staðið í vøkstri seinastu ár­ ini. Virksemið er vaksandi, og fleiri og fleiri lesandi eru á Setrinum. Hetta er ein stór fram­gongd fyri Føroyar sum samfelag, ið áður hava verið merkt­ar av lítlum áhuga at lesa í Føroyum. Men hóast Setrið økir um virksemið og tekur fleiri og fleiri lesandi inn, so fylgir fíggingin ikki við virkseminum. Nú boðar Setrið frá, at við hetta lag noyðist Setrið at gera øgilig sparitiltøk fyri at fáa tað at bera seg fíggjarliga. Ein álvarslig av­ leið­ing kann vera, at eingin verður upptikin til lestur í 2018. Í 2017 fingu 275 lesandi lestrarpláss á Setrinum í boði. Um vit rokna við, at sami eftirspurningur er at lesa á Setrinum komandi ár, so er hetta at rokna sum at biðja 275 fleiri fara av land­ in­um at lesa, heldur enn at vera verandi. Vit fegnast sjálvandi um, at fíggjarkorini hjá hægri les­ andi í Føroyum eru batnað hetta samgonguskeiðið, men tað er lætt at hækka studn­ ingin og geva lesandi í Før­ oy­um tólvta mánað afturat, tá ið alsamt færri lesandi verða í Føroyum, um hendan støð­an verður veruleiki. Tað er eisini skiljandi, at ferða­ stuðulin til lesandi uttan­ lands verður lækkaður, tá ið alsamt fleiri umbønir um ferða­studning verða í fram­ tíðini. Fróðskaparsetur Føroya hevur altíð havt stóran týdn­ ing fyri Unga Tjóðveldið, og hevur tað eisini verið eitt av hjarta­málum Tjóðveldis. Á flokstingi hevur Tjóðveldi fyri knøppum hálvum ári síð­an samtykt uppskot hjá Unga Tjóðveldinum um at ar­beiða fyri, at Setrið verður rað­fest munandi. Áður er játt­an til Setrið hækkað, tá ið Tjóðveldi hevur sitið við valdið, og hesa gongd mugu vit eisini síggja nú! Tað er alneyðugt at vaksandi virk­ semið á Setrinum heldur áfram – hetta byggir land og skap­ar trivna. Landstýriskvinnan í menta­ málum, Rigmor Dam má biðja løgtingið um eyka fígg­ ing til Setrið, so at støðan í 2018 ikki verður óbøtilig. Hetta er alneyðugt, skal virk­semið á Setrinum halda fram. Tíð­indabløð verða keypt upp av stór­ kapit­al­in, og rokn­ast kann við, at blað­fólk, eins og løg­tings­fólk, verða mutr­aðir Vilja vit hava eitt sam­ felag, har stættar­mun­ urin bert økist. Har virðini enda í alt færri og færri hendur, eins og í USA og Ruslandi, ella vilja vit hava eitt sam­ halds­fast samfelag