Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. november 2017 · Nr. 139 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dugnaligir handverkarar bygt íbúðir á Strondum - Vit hava alt gott at bera hesum handverkarum, sum eftir okkara tykki eru heilt ótrúliga raskir og dugnaligir. Bæði tíð og kostnaður hava hildið, og her hava ongar eykaútreiðslur verið. Íbúðirnar vórðu reistar í februar í ár, og nú standa tær lidnar, siga tey hjá Bústøðum, nú tær sjey íbúðirnar í Dávagerði á Strondum eru lidnar Vilmund Jacobsen Fyrst í hesi vikuni yvirtóku Bú­ staðir leiguíbúðirnar, sum byggi­ fyri­tøkan Vá-Bygging hevur bygt fyri stovnin í Dávagerði á Strond­ um. Talan er um sjey íbúðir, sum allar eru eins. Tær eru 76,6 fer­metr­ ar stórar, umframt at hvør íbúð­in hevur tilhoyrandi úthús á 7,7 fer­ metrar. Nýggju íbúðirnar í Dávagerði eru innrættaðar við duri, køks-og alrúmi, baðirúmi, hjúnarrúmi og einum sovirúmi aftrat. Dururin er líka sum miðpunktið í íbúðunum, og haðani er atgongd til onnur rúm.  Útsýnið er frálíkt Allar íbúðirnar á Strondum hava egna inngongd og terassu. Park­er­ ingsviðurskifini eru góð, og bilur fæst til dyrnar. Íbúðirnar eru eisini rørslu­vinar­ ligar – við 90 sentimetra breiðum hurðum, ongum gáttum inni í íbúð­ unum og nóg stórum baðirúmi, soleiðis at koyristólur kann mala runt á gólvinum. Leiguíbúðirnar, sum Bústaðir nú fara at leiga út á Strondum, liggja í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, beint niðan fyri nýggju búsetingarnar uppi á Fløtum. Útsýnið er frálíkt, og stutt er til skúla og barnagarð. Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging, og her eru góð ljós- og ljóðviðurskifti. Orkunýtslan verður lág, og inni­ luftin er tryggjað við ventila­tión í øllum íbúðum. Leggjast kann aftrat, at nýggju íbúðirnar í Dávagerði eru bygdar við síðuna av nýggja sambýlinum á Strondum, Sjóvarlon. Dugnaligir handverkarar Tá slík byggiverkætlan er handað, hevur byggifelagið, sum hevur staðið fyri byggingini – í hesum før­inum Vá-Bygging – eftir sátt­mál­ anum einar tvær vikur at snøgga okkurt, sum kundi ligið eftir, tá alt arbeiðið annars er liðugt. Men, hjá arbeiðsánaranum – Bústaðum – eru tey stak væl nøgd við tað arbeiðið, sum byggifelagið úr Vági hevur gjørt, og her er at kalla einki at fara eftir, bert smá­ putl. - Vit hava alt gott at bera hesum handverkarum, sum eftir okkara tykki eru heilt ótrúliga raskir og dugnaligir. Bæði tíð og kostnaður hava hildið, og her hava ongar eyka­ útreiðslur verið. Íbúðirnar vórðu reistar í februar í ár, og nú standa tær lidnar. Vá-Bygging hava brúkt lokal­ar undirveitarar til eitt nú entre­pren­ ør­arbeiði, el og máling á Strondum. Hjá Bústøðum siga tey, at stovn­urin eisini samstarvaði við Vá-Bygging, tá seks leiguíbúðir við Kikslið í Vági vórðu bygdar og hand­aðar í 2015. - Vit hava einki at seta fingurin á hjá hesum monnum, og vit kunnu bara geva teimum okkara besta viðmæli. Flyta inn til jólar Hóast listin yvir fólk, sum hava teknað seg til leiguíbúðir hjá Bú­ støðum, er rættiliga langur, er ikki óvist, at onkur, sum stendur aft­ ar­laga í røðini, kann sleppa inn í nýggju leiguíbúðirnar á Strondum, um alt fellir væl. Tað er nú einaferð soleiðis, at mong, sum standa á listanum hjá Bústøðum, ynskja sær leiguíbúð í Havn. - Vit hava eisini sæð, at tá íbúðir eru bygdar aðrastaðni, og fólk eru komin inn at búgva, at hetta kann ”smitta” av sær, soleiðis at onnur eisini vilja koma á listan við ynski um júst hesa bygdina. Kanska býr onkur vinur ella kenningur her og tey, sum hava sæð íbúðina, eru fall­ in fyri henni. Hjá Bústøðum vita tey um okk­ urt dømi at siga, har fólk, sum stóðu á tí stóra listanum sum numm­ar 960, kortini vóru so hepp­in at fáa sein­astu íbúðina í eini nýggjar íbúð­arbygging á bygd. - Hetta hendi, tí tey mongu onn­ur, sum stóðu framman fyri á list­anum, ikki høvdu ynski um at búgva júst her. Og soleiðis kann tað eisini ganga. Enn er ikki greitt, hvør fer at flyta inn í tær sjey íbúðirnar í Dáva­gerði á Strondum, men hetta verð­ur væntandi greitt tær næstu vikurnar. - Men, vit vænta, at onkur flytir inn í leiguíbúð í Dávagerði longu til jólar, siga tey hjá Bústøðum.