týsdagur 28. november 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. november 2017 · Nr. 139
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sosialurin / KvR 34 18 00
Fakligur stjóri
til Gigni
Ert tú heilsufrøðingur, og ynskir
tú at ávirka og menna fakliga
virksemið hjá Gigni, so er starvið
sum fakligur stjóri í Gigni ein
áhugaverdur møguleiki.
Um Gigni
Gigni er skipað bygnaðarliga
undir Heilsutrygd, tó við
sjálvstøðugari játtan á
fíggjarlógini til heilsufakligu
tænastuna.
Gigni virkar sambært løgtingslóg
um “Fyribyrgjandi heilsuskipanir
fyri børn og ung”, og umsitur
heilsufrøðiliga tænastu til m.a.
barnafamiljur, skúlabørn, skúlar,
barnaverndartænastur og
stovnar fyri børn og ung.
Um starvið
Fakligi stjórin fyri Gigni
hevur fakligu ábyrgdina av
heilsufrøðiligu tænastuni, og skal
í tøttum samstarvi við stjóran
á Heilsutrygd raðfesta fakliga
arbeiðið.
Fakligi stjórin fyri Gigni fær
ábyrgdina av fakligu leiðsluni og
menningini av Gigni.
Í høvuðsheitum skal fakligi
stjórin í Gigni røkja hesar
uppgávur:
•
Umsita løgtingslóg um
fyribyrgjandi heilsuskipanir
fyri børn og ung
•
Tryggja at Gigni fylgir ásettu
lóg og kunngerð
•
Menna og viðlíkahalda
heilsufakliga virksemið
•
Skipa heilsufrøðiliga
virksemið
•
Gera viðmerkingar til ætlaðar
lógarbroytingar og kunngerðir
innan fólkaheilsu til børn og
ung
•
Raðfesta heilsufakliga
virksemið innan fíggjarligu
karmarnar
•
Taka lut í viðkomandi
arbeiðsbólkum og nevndum
•
Luttaka á viðkomandi
norðurlendskum og altjóða
fundum
Førleikakrøv
Tann ið settur verður, skal hava
lokið prógv sum heilsufrøðingur.
Umráðandi er, at tann, ið verður
settur, hevur evni at seta í verk
fyriskipanir og hevur nútíðar
leiðslueginleikar, innlit og vitan
um tær treytir, ið eru galdandi í
eini almennari fyrisiting
Av tí at starvið ber í sær
víttfevnt samstarv, verður dentur
lagdur á at finna ein persón
við góðum samstarvsevnum,
sum er álitisvekjandi og vísur
myndugleika.
Postsmoga 52 | Klaksvíksvegur 2 | FO-710 Klaksvík
Tlf. +298 61 40 00 | Fax +298 47 10 11
T-post: heilsutrygd@heilsutrygd.fo
Hjálpargrunnurin
fyri óarbeiðsførar
fiskimenn.
Umsóknarbløð til grunnin fáast á
www.fsn.
fo ella við at ringja á tlf. 316973 - 216973.
Endamál grunnsins er:
at veita stuðul til eftirsitandi
hjá føroyskum fiskimonnum, til
niðurberjing av tuberklum ella til annað
sjúkufyribyrgjandi ella lekjandi virksemi í
Føroyum og
at veita stuðul til fiskimenn, ið vegna
sjúku eru óarbeiðsførir sum fiskimenn og
ikki fáa nóg mikið á annan hátt.
Umsóknir til Hjálpargrunnin mugu vera
grunninum í hendi í seinasta lagi
týsdagin 12. desember 2017, og
skulu sendast til Hjálpargrunnin fyri
óarbeiðsførar fiskimenn, Postboks 135,
FO-100 Tórshavn, ella á t-post adressu
hjgr@fsn.fo – viðmerkjast “Umsókn”.
Eisini kunnu umsóknurnar lætast inn á
skrivstovu felagsins hjá Føroya Skipara-
& Navigatørfelag, Smærugøta 9a, 100
Tórshavn.
Umsóknir, ið koma inn eftir hetta, verða
ikki tiknar við.
Hjálpargrunnurin
TØKK
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið
okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi
Leivur Andrèsen
f. 24. mai 1945 – d. 24. sept. 2017
andaðist og varð jarðaður.
Takk til David Johannesen, prest fyri góð og
troystarrík orð í kirkjuni. Takk til berarar, sangarar,
kirkjutænarar og gravarar.
Takk fyri blómur, kransar og heilsanir.
Takk til tykkum sum bakaðu og annars hjálptu
til við ervinum.
Stóra tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Gunna, Lars, Beinta, Leon,
Birita, Leivur, Sølvi og Urd