týsdagur 28. november 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 29. november 2017 · Nr. 139
Løgfrøðingur til Heilsu- og innlendismálaráðið
(avloysarastarv)
HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ
Heilsu- og innlendismálaráðið søkir eftir einum
løgfrøðingi til setan skjótast gjørligt. Talan er um
eitt avloysarastarv fyri løgfrøðing í farloyvi til 30.
november 2018.
Heilsu- og innlendismálaráðið er fyrisiting hjá
landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum.
Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva
landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í
tvørgangandi samstarvi, og at lýsa og avgreiða
mál, ið hoyra stjórnarráðnum til. Í hesum starvi
kemur tú serliga at arbeiða við uppgávum innan
heilsuøkið, men talan kann eisini verða um
uppgávur innan onnur øki.
Førleikar
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv. Tú hevur
áhuga fyri økjunum, ið Heilsu- og
innlendismálaráðið umsitur, og ynskir at arbeiða
við at menna og dagføra økini. Tú skalt duga væl
at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og
er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og
áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild.
Arbeiðsuppgávur
Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt.
Høvuðsuppgávurnar verða løgfrøðilig ráðgeving,
lógar- og kunngerðarsmíð, málsviðgerð, greining,
gera hoyringssvar, svara fyrispurningum frá
Løgtinginum og at tulka lógir og reglur.
Harumframt at umboða stjórnarráðið í møguligum
arbeiðsbólkum og samstarvsfora.
Starvið er mennandi og við skiftandi og
fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er
sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, so verða
uppgávurnar eisini loystar í toymum og í samstarvi
við aðrar starvsfelagar í ráðnum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Heilsu- og
innlendismálaráðið og stovnar undir tí, umframt
Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Heilsu- og innlendismálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
ella umvegis teldupost á himr@himr.fo
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
11. desember 2017, kl. 12:00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Jan Simonsen, deildarstjóra, tlf. 304050 ella
umvegis teldupost til jan.simonsen@himr.fo.
Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál, kommunumál, umhvørvismál og familjurættarlig mál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu
tá okkara góða mamma, vermamma, omma,
langomma og systir
Annie Eystberg Jensen Skopun
f. 18. Apríl 1925 – d. 5. Apríl 2017
andaðist og varð jarðað
Takk til starvsfólkið á sambýlinum “á Skerinum”.
Takk til Havstein Klein prest, organistin Pætur,
kirkjutænarar og sangarar.
Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og gávur til
Skopunar Kirkju.
Takk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum.
Vit takka tykkum øllum, ið fylgdu mammu okkara
til hennara seinasta hvíldarstað her á fold.
Familjunnar vegna
Páll, Brynhild og Oddur
Tøkk
Vit takka fyri sýnda samkenslu tá okkara góða
mamma, vermamma, omma og langomma
Elsa Helena Celina Berg Høj
fødd 23.mars 1921 og andaðist 20.juli 2017
Andaðist og varð jarðað
Tøkk til Emil prest fyri vøkur og góð orð, tøkk til
Johan Thomsen, fyri góðan sang, og til Eiler og
Rannvá fyri andaktina frá Sjóvarlon.
Ein serstøk tøkk til øll tykkum, sum vóru um
mamma í teim ymisku heiminum hon var á, og til
seinast á Sjóvarlon har hon so andaðist.
Eisini vilja vit takka fyri alla hjálp til jarðarferðina,
og til ervið
Og til seinast, stóra tøkk til tykkum øll ið komu til
jarðarferðina.
Vegna tey avvarðandi
Pauli, Dávur, Sonja og Ansa við familju
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá ið kæra kona, móðir, vermóðir, omma
og langomma okkara
Laura Thomina Sølvia Lydersen
fødd 26. juli 1936 - deyð 12. aug. 2017
andaðist og varð jarðað.
Hjartans tøkk fái starvsfólkið á
Landssjúkrahúsinum, Jóannes Purkhús prestur,
kirkjutænarar, sangarar, berarar, gravarar og øll tit,
sum hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til kirkjuna.
Tøkk fyri heilsanir og uggandi orð, og hjartans tøkk
Árni Dahl fyrivakra minningarskriv.
Hjartans tøkk øll tit mongu, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað á fold.
Familjunnar vegna
Absalon, Jenny, Ólavur, Amalia,
Lona, Jógvan og Jóhan