týsdagur 28. november 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. november 2017 · Nr. 139
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LESARABRØV UM
SAMBANDI VIÐ ORRUS
Seinastu dagarnar hava Ivan Niclasen, redaktørur í Kringvarpinum, Rúni
Heinesen, stýrisformaður fyri Kringvarpið og Barbara Holm, blaðstjóri á
Sosialinum verið í orrustu um temaið, sum Vikuskiftis Sosialurin skrivaði
í farnu viku um tyngjandi atfinningar móti kringvarpsstjóranum. Her eru
fýra lesarabrøv um málið.
Sosialurin villleiðir um KvF
Longu fríggjadagin gjørdi eg Barbaru Holm
á Sosialinum varuga við, at týðandi partar
av greinunum um ófriðin í Kringvarpinum
vóru villleiðandi. Hóast hon lovaði at
venda aftur til mín mánadagin, so hevur
hon ikki gjørt tað enn. Tí má eg koma við
hesi viðmerkingini.
KvF stjórin – Johnny í Grótinum
– bjóðaði ikki av sínum eintingum
stjóranum í TAKS – Eyðun Mørkøre
- í sjónvarpsstovuna týskvøldið tann
26 september. Veruleikin er í stuttum
hesin: KvF valdi at taka viðgerðina av
skattamálinum uppaftur í september, nú
redaktiónirnar vóru fullmannaðar eftir
summarsteðgin. Frágreiðingin hjá Bárði
Larsen fekk ikki ta neyðugu viðgerðina, tá
hon kom fram í juli. Tað fyrsta innslagið
um skattamálið varð sent í Degi og Viku
hóskvøldið 21. sept. Tíðliga fríggjakvøldið
sendir Eyðun Mørkøre eitt lesarabræv í
miðlarnar, har hann vísir á sína ónøgd við
tíðindaflutningin. Hetta førdi til ein fund
mánamorgun millum Johnny í Grótinum,
Liljan Weihe, Heina Gaard – undanfarna
redaktør á Degi og Viku, og undirritaða,
sum var redaktørur á Degi og Viku. Á
fundinum umrøddu vit m.a., hvussu
farast skuldi víðari fram eftir lesarabrævið
frá stjóranum hjá TAKS. Vit vildu hava
stjóran í TAKS at úttala seg um tyngjandi
frágreiðingina hjá Bárði Larsen. Eisini
umrøddu vit, hvussu stjórin í KvF skuldi
svara stjóranum í TAKS. Svarið stóð at lesa
í miðlunum mánakvøldið, og har skrivar
Johnny í Grótinum m.a.: “Best hevði tó
verið, um stjórin á TAKS sjálvur svaraði fyri
seg og útdjúpaði almennu viðmerkingar
teirra til frágreiðingina hjá Bárði Larsen.
Hetta stendur honum framvegis í boði.
Stjórin á TAKS kemur í
sjónvarpsstovuna
Dagin eftir – tíðliga seinnapartin týs
dagin tann 26 september - kemur Johnny
í Grótinum til mín og sigur, at nú hevur
stjórin á TAKS ringt til sín, og at hann –
Eyðun Mørkøre – vil úttala seg. Redakt
ørskipanin í KvF er soleiðis háttað, at
tá tað kemur til ta einstøku sendingina,
stendur redaktørurin omanfyri stjóran
og tíðindaleiðaran. Hetta er fyri at tryggja
integritet og trúvirði, soleiðis sum tað m.a.
stendur orðað í leiðreglunum um góðan
fjølmiðalsið.
Eg góðtók, at Eyðun Mørkøre kom í
sjónvarpsstovuna, og gjørdi greitt, at tað
sjálvandi var uppá okkara fyritreytir. Hetta
góðtók Johnny í Grótinum beinanvegin.
Síðani umrøddi eg hetta við Liljan Weihe,
og vit gjørdu av – eftir mínum tilmæli – at
samrøðan skuldi fara fram í kjaksendingini
eftir Dag og Viku, har Liljan var vertur.
Sostatt broyttu vit kjaksendingina, nú
stjórin í TAKS loksins vildi úttala seg.
Síðani yvirtók eg tað víðari telefonsam
skiftið við Eyðun Mørkøre, meðan Liljan
og Jan Lamhauge skrivaðu spurningarnar
til hansara. Eyðun Mørkøre fekk spurn
ingarnar til samrøðuna sendandi, og harvið
varð tann avtalan, sum lá til grunds fyri
samrøðuna, skrivliga staðfest
Sosialurin villleiðir
Talan var sostatt ikki – sum Sosialurin rør
fram undir – um eina dulda avtalu millum
stjóran á KvF og stjóran á TAKS um at
koma í sjónvarpsstovuna. Innbjóðingin
var almenn. Hon stóð í lesarabrævi dagin
fyri, og hon varð umrødd á áðurnevnda
fundinum morgunin fyri. Talan var
heldur ikki um, at stjórin í KvF breyt ta
redaktionellu ketuna og legði seg út í víð
ari viðgerðina hendan dagin. Talan var
heldur ikki um, at journalistarnir stutt
áðrenn sendingina fingu innlit í eina
avtalu, sum stjórin í KvF og stjórin á TAKS
skuldu havt gjørt. Liljan Weihe og Jan
Lamhauge skrivaðu spurningar, sum Eyð
un Mørkøre fekk sendandi umleið kl.17.30.
Spurningarnir staðfestu avtaluna undir
samrøðuni. Og talan var heldur ikki um
nakað illgrunasamt í at hava tvey evnir í
kjakinum hetta kvøldið. Hetta var gjørt
fyri at fáa betri stundir til at viðgera hetta
torgreidda mál. Alt hetta hevði Sosialurin
fingið at vita, um blaðið spurdi seg fyri hjá
redaktørinum hendan dagin.
Skeiv niðurstøða
Greinarnar í Sosialinum elvdu til ørkymlan
og stúran í KvF fríggjadagin. Eg vil treyðugt
viðmerkja aðrar tættir í greinunum. Tað er
rætt, at Liljan Weihe varð sjúkrameldað, og
at Jan Lamhauge rýmdi í ónøgd. Hesi bæði
hava verið undir trýsti í langa, langa tíð,
tí skattamálið er eitt tungt mál at arbeiða
við. Løgið nokk hevur teirra leiklutur verið
viðgjørdur nógv meira enn tað veruliga
innihaldið í málinum. Slíkt kostar eisini.
Tað er eisini rætt, at gegnisspurningar
hava verið uppi og vent í sambandi við
vinskap millum Johnny í Grótinum og
Regin Hammer. Men at føra hendingarnar
tann 26 september fram sum høvuðsprógv
fyri hesum viðurskiftum er beinleiðis
villleiðandi og skeivt.
Vinaliga,
Ivan Hentze Niclasen,
Redaktørur, KvF