týsdagur 28. november 2017síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 29. november 2017 · Nr. 139
MIÐLADEKNING Í
STU Í KRINGVARPINUM
Aftursvar til Rúna Heinesen: Innihaldið
í skjølunum er ov álvarsligt
Rúni Heinesen, stýrisformaður í Kring
varpinum legði seg í gjárkvøldið útí kjakið
um orrustuna í Kringvarpinum, sum Viku
skiftis Sosialurin varpaði ljós á í seinastu
útgávu.
Stýrisformaðurin sigur í skrivinum, at
hann heldur ikki talan vera um eina kæru,
men heldur um kunning.
Sosialurin hevur ongantíð kallað nevndu
skjøl fyri ”kærur”. Ein kæra til kring
varpsstýrið viðførir ávísar mannagongd
ir so sum hoyringar og eina niðurstøðu.
Sostatt er ein onnur praktisk mannagongd
fyri tað, sum verður bólkað sum ein ”kæra”.
Sosialurin hevur heldur kallað hesi
skjøl fyri ”klagur”. At klaga kann sjálvandi
merkja ”at kæra”, men sambært Sprotanum
er fyrsta tulkingin tað, at bera fram sína
misnøgd.
At stýrisformaðurin nú velur at venda
hesi skjøl inn á ein spurning um orð kann
benda á, at hann ikki tekur innihaldið í
skjølunum í nóg stórum álvara.
Tí óansæð hvat heitið á skjølunum er,
so er innihaldið ein so harður kritikkur av
kringvarpsstjóranum, at tað uttan iva kann
kallast ”at klaga” - bera fram sína misnøgd.
Heldur enn at venda blinda eyga til
innihaldið í skjølunum átti Rúni Heinesen
at umhugsað, at tikið sera tyngjandi skuld
setingarnar í skjølunum í álvara.
Somuleiðis er tað undrunarvert, at
Rúni Heinesen sær tað sum eina ”kunn
ing”, at spurnartekin verður sett um, um
journalistar í Kringvarpinum fáa framleitt
kritiskan journalistikk í verandi støðu.
Tað mátti verði millum tær mest álvar
somu skuldsetingarnar, sum kunnu koma
frá Public Service stovni okkara.
Somuleiðis er tað rættiliga álvarsamt í
sær sjálvum, at starvsfólk fara forbí stjóran
beint til stýrisformannin.
Rúni Heinesen sigur eisini, at tað ikki er
rætt, tá eg sigi, at hann hevur fingið høvið
at viðmerkja klagur móti kringvarpsstjór
anum.
Fyrst av øllum má eg siga, at tað var ikki
tað eg skrivaði. Eg skrivaði hinvegin, at
stýrisformaðurin fekk høvi at viðmerkja
støðuna.
Rúni Heinesen varð fyrihildin øll punkt í
klaguni, sum Sosialurin viðgerð, men hann
frávaldi at siga nakað um støðuna, men vísti
heldur til Johnny í Grótinum.
Hjálagt eru tvey brot úr nevndu skjøl
unum.
Barbara Holm,
blaðstjóri á Sosialinum
- Kritikkurin er
sendur á skeiva stað
Ivan Niclasen, redaktørur í Kringvarp
inum, leggur í kvøld Sosialin undir at vill
leiða um Kringvarpið í seinastu útgávu av
VikuskiftisSosialinum. Men kritikkurin er
sendur á skeivu adressu.
Temaið í VikuskiftisSosialinum snýr
seg um klagur, sum eru sendar frá tíðinda
fólki í Kringvarpinum til Kringvarpsstýrið.
Millum annað finnast tey at framferðini,
tá ið stjórin í Taks var boðsendur at koma
í DV kjaki eitt týskvøld í september. Í klag
uni stendur, at Johnny í Grótinum, kring
varpsstjóri, var tann, sum gjørdi avtaluna
við Eyðun Mørkøre, uttan at tíðindaleiðari,
redaktørur ella journalistur, sum hevur
viðgjørt málið, vóru vitandi um tað. Tað
er hendan hendingin, sum Ivan Niclasen
nú leggur Sosialin undir at villleiða um. Tí
Ivan Niclasen var redaktørur hetta kvøldið
og upplivdi ikki hendingina soleiðis, sum
tað stendur í klaguni.
Innanhýsis trupulleiki
Trupulleikin við argumentatiónini hjá
Ivani Niclasen er tó, at um so er, at hetta
er villleiðandi, so er tað ikki Sosialurin
sum villleiðir. Tað, sum vit skriva, er rætt
endurgivið úr klagunum, sum eru send
ar kringvarpsstýrinum. Temaið er bygt
á klagurnar, og so hava stjórin, stýrisfor
maðurin, tíðindaleiðarin, ein journalistur
og eitt álitisfólk fingið høvi at viðmerkja
málið.
Um Ivan Niclasen heldur, at pástandir
í klagunum eru villleiðandi, so er Sosial
urin ikki rætta adressan at senda atfinn
ingarnar. Hinvegin vil tað siga, at Ivan
Niclasen heldur, at starvsfelagar hjá
honum villleiða um eina hending, sum
hann sjálvur var partur av. At Ivan Nicla
sen hevur eina aðra fatan av støðuni,
broytir ikki veruleikan, at klagurnar eru
skrivaðar og sendar kringvarpsstýrinum,
og tað er hetta, sum Sosialurin viðger.
Og um so er, at Ivan Niclasen heldur, at
vit ikki skulu taka klagur í Kringvarpinum
í álvara, so er trupulleikin í Kringvarpinum
munandi størri enn tann, sum Sosialurin
hevur varpað ljós á.
Ivan Niclasen vísir í skrivi í kvøld eisini
á, at hann hevði eina avtalu við meg í dag.
Eg havi tosað við Ivan Nicalsen, um enn tað
bleiv seinni enn ætlað. Eg greiddi honum
her frá tí sama - at tað á ongan hátt kann
blíva Sosialurin, sum villleiðir.
Barbara Holm,
blaðstjóri á Sosialinum
Stýrið hevur ikki
fingið kærur um
kringvarpsstjóran
Vísandi til greinarøð í
VikuskiftisSosialinum
skal eg hervið staði
liga
afturvísa,
at
starvsfólk í KvF hava
kært stjóran til kring
varpsstýrið. Sosialurin
sigst hava fingið fatur
í tveir teldupostar frá
tíðindaleiðaranum til stýrisformannin. Í
báðum føri verður tilskilað, at talan er um
kunning og ikki at skilja sum kærur.
Fyri fýra vikum síðani vendi Barbara
Holm sær til undirritaða við spurningum
um gegnistrupulleika hjá kringvarpsstjór
anum og pástandi um innanhýsis stríð
í KvF. Eg vildi ikki gera viðmerking, men
vísti journalistinum til kringvarpsstjóran.
Journalisturin spurdi ikki um klagur
yvir stjóran til kringvarpsstýrið. Tí er tað
skeivt, tá Barbara Holm í almennum skrivi
í kvøld sigur stýrisformannin hava fingið
høvi til at viðmerkja “klagur, sendar kring
varpsstýrinum”. Klagur, sum ikki eru til.
Grundarlag er sostatt ikki fyri yvir
skriftini
í
VikuskiftisSosialinum
um
klagur um stjóran. Skeivleikin blívur ikki
rættari av at blíva endurtikin alment í
svarskrivinum hjá Barbaru Holm í til Ivan
Niclasen, redaktør.
Vinarliga
Rúni Heinesen,
formaður í kringvarpsstýrinum