Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 140 6 HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO F øroyska fakfelagsrørslan hevur eina ríka og stolta søgu, ið strekkir seg aftur til byrjanina av farnu øld, tá fyrsta arbeiðsmannafelagið, Enig­heden, bleiv sett á stovn í 1915 á Tvøroyri. Enigheden broytti seinni navn til Fylking. Skjótt fylktust arbeiðarar kring alt landið saman í fakfeløg, og líka síðan hevur Føroya søga verið rík við sterkum monnum og kvinnum, ið hava stríðst fyri at betra um korini hjá lønmóttakarunum, og ikki vóru bangin fyri at seta hart móti hørðum. Fólk sum Erlendur Patursson, Ingiborg Winther, Martin Kúrberg, Óli Jacobsen og Karl Johanesen vóru í áravís ímyndin av eini fak­ felags­rørslu, ið ikki var bangin fyri at senda limirnar í verkfall, um mót­parturin vísti manglandi vilja fyri krøvunum hjá limunum. Síðstu árinini hevur tað tó verið óvanliga friðarligt á júst tí øk­inum. Fyriuttan verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag í 2012, so hev­ur tað verið langt millum tey stóru verkføllini í Føroyum. Í stað­in hava fólkini á odda fyri fak­feløgini í stóran mun latið seg lynda av teimum treytum, ið Fíggj­armálaráðið og Kommunala Arbeiðs­gevarafelagið hava sett. Lyfti tunga arvin Hetta fekk tó ein bráðan fríggja­ dagin 27. oktober í ár, tá sam­ráð­ ingarnar millum Felagið Før­ oysk­ir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggj­ar­mála­ráð­ n­um slitnaðu, og fakfelagið lýsti ar­beiðssteðg fyri allar anestesi- sjúkrarøktarfrøðingarnar á øllum trimum sjúkrahúsunum við tríggj­ ar daga freist. Verkfallið bleiv í fyrstu atløgu út­sett, tí Semingsstovnurin bleiv kallaður inn at fáa semju í lag, men tað gjørdi ongan mun, og næstu 19 dagarnar merkti før­ oyska heilsuverkið sviðan av harða verkfallinum. Ein deild fyri og onnur eftir mátti steingja vegna verkfall, og tá ósemjan var í hædd­ ini, boðaði fakfelagið frá, at verk­ fallið bleiv víðkað til at fevna um allar sjúkrarøktarfrøðingar á teim­ um trimum sjúkrahúsnuum. Við øðr­um orðum, fakfelagið var klárt at leggja føroyska heilsuverkið lamið, um Fíggjarmálaráðið ikki møtti teirra krøvum. Á odda fyri stríðnum stóð for­ kvinna felagsins, Óluva í Gong, sum við einum vilja av stáli og treyta­ leys­um krøvum leiddi tankarnar aft­ur til gomlu fak­felagsrisarnar, ið ikki bakkaðu, men tordu at brúka sterk­asta amboðið, ið fakfeløgini hava, eitt verkfall. Ein teirra sum hevur fylgt við í stríðnum seinasta mánaðin er Ingeborg Vinther, sum í 31 ár sat sum forkvinna í Føroya Ar­beiðs­ manna­felag, og kennir harvið betri enn tey flestu til dynamikkin á al­ menna arbeiðsmarknaðinum. Hon fegnast um, at eitt fakfelag tordi at taka kampin upp við ar­beiðs­gev­ar­ ar­nar. - Tað er gott at okkurt fakfelag ordiliga ger vart við seg. Tað trongir so harðliga til, at tað verður gjørt so nógv meira vart við seg í hesum samfelagnum, tí munurin millum tey fátøku og tey ríku veksur við risafetum, sigur Ingeborg Vinther. Ikki óvart á Hjá teimum, ið hava fylgt við gongd­ini á almenna arbeiðs­markn­ aðinum seinnu árini, kemur tað ikki óvart á, at tað var júst Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ið gekk á odda í stríðnum móti ar­ beiðs­gevarunum. Felagið hevur leingið víst á sína ónøgd við ver­ andi lønarlag og á seinasta árs­ fund­inum hjá felagnum gjørdi for­kvinna greitt, at hon stillaði upp fyri at rætta tað, ið tey kalla skeiv­leikan í lønarlagnum. - Mín boðskapur á aðalfundinum var klokkuklárur. Eg bjóðaði meg fram fyri at rætta skeivleikan, og um ein kampur skuldi takast við verkfall, so var eg klár til tað, sigur Óluva í Gong. Av tí sama, so hevur verið ført fram, at sjúkrarøktarfrøðingarnir longu høvdu sett sær fyri, at felagið skuldi fara í verkfall. Hesum avvísir forkvinna. - Um vit høvdu sloppið undan verkfalli, so høvdu vit gjørt tað. At koyra sjúkrarøktarfrøðingar heim í verkfall er lívshættisligt, og abso­ lutt ikki nakað, ið var lætt at gera, sigur Óluva í Gong. Ábyrgdarkenslan ein snávingarsteinur Felagið Føroyskir Sjúkra­røkt­ar­ frøð­ingar hevur annars ikki verið eitt av teimum fakfeløgunum, ið hevur verið sjónligast, tá ófrið­ur hevur verið á almenna ar­beiðs­ marknaðinum, og hevur felagið ikki verið í verkfalli síðan eina­ferð í nítiárunum. Sambært for­kvinn­ uni, so er orsøkin tann, at sjúkra­ røktarfrøðingarnir hava ein ser­ lig­an snávingarstein, tá ið harðast leik­ar á. ÓLUVA LYFTI TUNGA ARVIN - Eg havi mangan spurt meg sjálva, hvussu øll fakfelagsrørslan endaði har, at vit góðtóku at soleiðis vóru samráðingarnar bara. Tað hevur undrað meg øgiliga nógv. Men tað er fyrst nú, at vit sjálvi tóku hendan kampin. Vit ásannaðu, at vit náddu ikki málinum, um vit skuldu fylgja leistinum hjá øðrum. Tað var neyðugt at bróta upp úr nýggjum, um vit ynsktu at flyta ting. Tað sigur Óluva í Gong, sum í farnu viku gjørdi upp við ein hálva øld gamlan skeivleika. - Um vit høvdu sloppið undan verkfalli, so høvdu vit gjørt tað. At koyra sjúkrarøktarfrøðingar heim í verkfall er lívshættisligt, og absolutt ikki nakað, ið var lætt at gera PERSÓNSØGA