Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 140 7 - Okkara ábyrgdarkensla yvir­ fyri heilsuverkinum og sjúkl­ing­ un­um er orsøkin til, at vit ikki fyri langari tíð síðan hava rætta løn­arlagið. Mótparturin hevur vitað, at vit ikki fara í verkfall, tí vit kenna eina so stóra ábyrgd fyri heilsu­verkinum. Tað hevur verið brúkt móti okkum, sigur Óluva í Gong. Tað kom eisini til sjóndar und­ir verkfallinum, tá ið felagið víðkaði verkfallið til at umfata sjúkra­ røktarfrøðingar, ið arbeiða á G4 á Landssjúkrahúsinum og seingja­ deildina á Klaksvíkar Sjúkrahús. - Vit høvdu café í kjallaranum fyri okkara limir, ið vóru í verkfalli. Tá ið tey hoyrdu, at verkfallið bleiv víðkað, fóru tey alt fyri eitt undir at finna út av, hvussu víðk­ anin av verkfallinum kundi raka sjúklingarnar sum minst. Tað liggur í okkum, at vit seta sjúkl­ ing­in í fokus, sigur Óluva í Gong. Vrakaðu siðvenju Meðan herrópið sum sameindi sjúkra­røktarfrøðingar kring landið var Rættið skeivleikan, so mátti samráðingartoymi fyrst rudda eina aðra forðing av vegnum, áðrenn veruligar lønarsamráðingar kundu byrja. Ein forðing, ið hevur verið ein kelda til forargilsi hjá fleiri fak­feløgum. Í oktober gjørdi Starvs­manna­ felagið, sum fyrsta fakfelag á al­ menna arbeiðsmarknaðinum, semju við Fíggjarmálaráðið um ein nýggj­an tvey ára sáttmála. Seinnu árini hevur siðvenja verið, at tað er sáttmálin hjá fyrsta felagnum, ið avgerð karmarnar hjá restini av fakfeløgunum á almenna ar­beiðs­ marknaðinum. Hesum vildi sjúkra­ røktarfrøðingarnir ikki finna seg í hesa ferð og vrakaðu siðvenjuna. - Áðrenn vit fóru til sam­ráð­ ingarnar høvdu vit avgjørt, at vit góðtóku ikki vanligar manna­ gongd­ir. Vit vildu samráðast um okkara løn og okkara viðurskiftir. Hvat onnur fingu var ikki við­kom­ andi, og vit staðfestu, at vit komu ongan veg, um vit ikki løgdu á ein annan leist, sigur Óluva í Gong. Boðskapurin frá Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum var tó greiður. Tey vildu gjarna samráðast, men tað bleiv undir somu kørmum, ið Starvsmannafelagið fekk. - Tað var kravið vit møttu. Vit fingu bjóðað sama karm, sum Starvs­mannafelagið fekk. Tá gjørdu vit greitt, at vit kundi ikki sam­ráðast vit teimum bind­ing­un­ um, tí tað var ikki nokk til at fíggja okkara krøv, sigur Óluva í Gong, ið leggur aftrat, at tað ikki hjálpti at fáa Kristinu Háfoss, lands­stýris­ kvinnu í fíggjarmálum, upp í málið. - Vit kravdu at lands­stýris­ kvinn­an kom á fund, so hon kundi hoyra okkara sjónarmið. Tað broytti einki, tí hon helt fast í, at vit kundu samráðast um alt, men inn­anfyri givna karmin. Tí fóru vit í verkfall, sigur Óluva í Gong. Í dag undrar tað forkvinnuna, at fakfeløgini, sítt egna íroknað, yvir­høvur hava góðtikið kravið frá Fíggjarmálaráðnumm, um at tey skulu lata seg binda av sáttmálum hjá øðrum. - Eg havi mangan spurt meg sjálva, hvussu øll fakfelagsrørslan endaði har, at vit góðtóku at so­ leiðis vóru samráðingarnar bara. Tað hevur undrað meg øgiliga nógv. Tað eru tíggju ár síðan eg gjørd­ist nevndarlimur, og havi verið forkvinna í fleiri ár. Men tað er fyrst nú, at vit sjálvar tóku hendan kampin. Vit ásannaðu, at vit náddu ikki málinum, um vit skuldu fylgja leistinum hjá øðrum. - Mótparturin hevur vitað, at vit ikki fara í verkfall, tí vit kenna eina so stóra ábyrgd fyri heilsuverkinum. Tað hevur verið brúkt móti okkum