Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 140 8 Tað var neyðugt at bróta upp úr nýggjum, um vit ynsktu at flyta ting, sigur Óluva í Gong. Uppgerð við fortíðina Meðan samráðingarleisturin hjá Fíggjarmálaráðnum var ein relativt nýggj uppgerð, ið fakfelagið mátti taka, so var órætturin í lønar­lagn­ um, ið felagið ynskti at broyta, ein órættur, ið hevur staðið við í gott hálva øld. - Ein donsk nevnd staðfesti í 1969 lønarlagið, ið vit hava í sam­ fel­agnum í dag. Tá varð mett, at tað er skyldan hjá manninum at for­syrgja familjuni, og tí blivu so­kallað mannfólkastørv, so sum lærari, betri lønt, meðan sokallað kvinnustørv, so sum sjúkra­røktarfrøðingar, blivu lægri lønt. So lærarar fingu um­leið 20 prosent hægri løn enn sjúkra­ røkt­arfrøðingarnir, greiðir Óluva í Gong frá. Hóast nærum 50 ár eru liðin síðan nevndin kom við sínum áliti, og kvinnurørslan hevur vunnið fleiri rættindi síðan, so spøkir ójavnin frá trýssunum enn í lønarlagnum í flest øllum norðurlendskum londum. - Hetta er ein kampur, ið allir sjúkrarøktarfrøðingar í øllum norð­urlondum noyðast at taka, men við hesum sáttmálanum eru vit á veg í mál. Trupulleikin er tann sami í Danmark, har tey í ár royna at gera nakað við tað. Í Finn­land eydnaðist at broyta tað, tá allir sjúkrarøktarfrøðingar fóru úr starvi. Í Svøríki nokta nýggir sjúkra­røktarfrøðingar at taka ávís størv og fara heldur til Noregs, har lønin er betri. Men sjálvt í Norra, sum annars er landið har vit fara at tjena pengar, er fakið lægri lønt enn aðrir fakbólkar við somu útbúgvingarlongd, sigur Óluva í Gong. Torførar avgerðir Hóast verkfallið einans vardi í nítjan dagar, so var talan um eitt hart stríð, ið náddi hæddina, tá fakfelagið boðaði frá, at verkfallið bleiv víðkað til at umfata allar sjúkrarøktarfrøðingar á teimum trimum sjúkrahúsunum. Tað kann tykjast at vera eitt ógvusligt stig, men sambært forkvinnuni, so var tað neyðugt. - Sum støðan var, so var tað ein neyðug avgerð at taka. Ein loysn mátti koma. Sjúkrahúsini kundu ikki halda fram við teimum arbeiðssteðgum, ið vit longu høvdu lýst. Tað hevði ikki gingið eina viku aftrat. So vit vistu, at politiski myndugleikin mátti gera okkurt, sigur Óluva í Gong. Mótparturin gjørdi skjótt greitt, at tey kundu ikki góðtaka eina slíka hóttan. Við Kringvarpið segði Kristina Háfoss, at um neyðugt, so fór hon at biðja løgtingið samtykkja ein nýggjan sáttmála við lóg, áðrenn sjúkrahúsini blivu løgd lamin. - Partarnir vóru langt frá hvørj­ um øðrum, tá vit lýstu síðsta ar­ beiðs­steðgin, og vit vistu, at tað kundi fara báðar vegir. Antin funnu vit eina semju ella legði løg­ tingið uppí. Okkara útspæl legði trýst á bæði okkum sjálvi, men eisini politiska myndugleikan til at finna eina loysn, sigur Óluva í Gong. Síðsta dagin fluttu partarnir seg tó so mikið, at tað eydnaðist at finna eina loysn, og kvøldið fyri at sjúkrahúsini blivu løgd lam­ in, undirskrivaðu partarnir eina nýggja semju. Ein semja, ið gav sjúkrarøktarfrøðingum eina løn­ ar­hækkan á 10 prosent yvir tey næstu tvey árini. Seks ár Felagið fór undir samráðingarnar við einum brennandi ynski um at rætta tað, ið tey mettu var ein skeiv­leiki í lønarlagnum. Tí er tað ikki annað enn sjálvsagt, at úrslitið av sam­ráðingunum verður dømt eftir hvussu hetta eydnaðist, og forkvinnan sjálv er væl nøgd við úrslitið. - Innanfyri tey næstu seks árini, so verður skeivleikin rættaður. Tað liggur í avtaluni sum er. Nýggja lønartalvan inniber eina enda­løn á 5.000 krónur meira enn áð­ur. Summir av okkara limum síggja onga lønarhækkan í ár, men tey næstu árini fáa tey ein mun­andi lønarlift. Samstundis eru sam­ráð­ ing­ar aftur um tvey ár, so innanfyri næstu seks árini skuldi tað komi upp á pláss, sigur Óluva í Gong. Spurd hvat næsta stigið verður hjá fakfelagnum, nú lønarlagið er komi á eitt støði, ið tey kunna góðtaka, vísir hon á, at tað er ymiskt, ið enn má fáast upp á pláss. - Tíðin er farin frá arbeiðs­tíð­ar­ regl­unum hjá okkum. Sum nú er, so arbeiða okkara limir í trý skiftis vakt­um. Tað ber ikki til at leggja eina vaktarætlan, har ein persónur ar­beiðir 40 tímar um vikuna. So tá ein vaktarætlan verður løgd, brýtur viðkomandi bæði sáttmálan og hvílitíðarregluna fyri at klára tað, sigur Óluva í Gong, og leggur afturat. - Okkara útrokningar vísa, at um man skal arbeiða við eini vakt­ aræltan, ið tekur hædd fyri likam­ liga vælveru, so skal man arbeiða 32 tímar um vikuna. Tað er støðan í nøkrum av grannalondunum. So okkara ynski er, at kvøld og nátt­ ar­tímar telja meira enn ein tíma, soleiðis at fleiri vaktir tú tekur, styttri verður arbeiðsvikan. Lagaliga løtan Tað eru nógvir einstakir lutir, ið sam­an skulu ganga upp í eina hægri eind, um úrslitið av einum verk­falli skal gerast eitt, ið er vert at kempa fyri. Eitt av teimum er at kenna tíðina, ið man er í. Óluva í Gong viðgongur eisini gjarna, at verk­fallið eydnaðist so mikið væl, tí fortreytirnar vóru tær røttu. - Tíðin hevði nógv at siga. Eg ivist, um felagið hevði megnað eitt so hart verkfall fyri tíggju ár­ um síðan. Vit hava eina nevnd, ið hvørki er at høgga ella stinga í. Um eg ætlaði at bakka ella fór at ivast, so loftaðu tær mær. Og limirnir veittu okkum fullan stuðul. Tað er lætt, at vera koyrd heim í einum verkfalli, men eg havi stóra virðing fyri teimum limum, ið stóðu eftir og mátti fáa alt at ganga upp á sjúkra­húsunum, sigur Óluva í Gong, ið eisini sendir eina tøkk til fyrr­verandi nevndarlimir. - Okkara stríð hevði ikki eydn­ ast, um tað ikki var fyri tað ar­ beiðið, ið nevndir undan okkum hava gjørt. Vit hava bygt víðari á tað. Nógv fólk eiga æruna av hes­ um sigrinum. Hóast vinstravongurin í før­ oyskum politikki søguliga sæð hevur havt eitt tætt tilknýti til fak­felagsrørsluna, so metir Óluva í Gong ikki, at tað var nakar fyri­ mun­ir at tveir vinstravendir flokk­ ar eru í samgonguni. - Tá tú snakkar við gomul fak­ felagsfólk, so siga tey, at tað er líkamikið hvør situr yvirav tær við samráðingarborðið. Ongin fer at kasta pengar eftir tær, sigur Óluva í Gong og leggur afturat. - Í áravís hava vit fingið at vita, at mótparturin skilti okkum, men fingu at vita, at pengar ikki eru til tað ella tíðin ikki er búgvin. Nú er nokk av pengum í samfelagnum, men tað skuldi setast í bankan. Men tað hava altíð verið góðar grund­gevingar fyri hví løtan ikki er búgvin at rætta skeivleikan. Í síðsta enda var tað heldur ikki politiski viljin, ið rættaði skeivleikan hjá okkum. Tað eydnaðist hesa ferð, tí sjúkrarøktarfrøðingar høvdu fingið nokk og kravdu sín rætt. PERSÓNSØGA - Partarnir vóru langt frá hvørjum øðrum, tá vit lýstu síðsta arbeiðssteðgin, og vit vistu, at tað kundi fara báðar vegir. Antin funnu vit eina semju ella legði løgtingið uppí.