hósdagur 30. november 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 140
9
DEYÐIN
JÓGVAN ZACHARIASSEN
E
g las herfyri eina søgu um
ein handilsmann í Bagdad,
sum ein dagin sendi tæn
ara sín á marknaðin at
keypa vøru. Løtu seinni kom hann
brestandi inn gjøgnum dyrnar, lík
bleikur, og segði við titrandi rødd:
“Niðri á marknaðinum rendi eg inn
í ein persón, og tá ið eg vendi mær
á at hyggja, hvør tað var, sá eg, at
tað var Deyðin.
Hann hugdi at mær og stærdi
við hóttandi og bonskum eygum.
“Meistari, kann eg lána eitt ross
frá tær, so eg kann flýggja og
goyma meg fyri honum? Eg flýggi
til Samarra, tí har finnur Deyðin
meg ikki.” Handilsmaðurin lánti
honum rossið og tænarin skundaði
sær avstað.
Løtu seinni fór handilsmaðurin
oman á marknaðin og sá Deyðan
standa í mannamúgvuni. Hann
fór yvir til hansara og spurdi, “Hví
skelkaði tú tænara mín í morgun?
Og hví hugdi tú at honum við so
hóttandi og bonskum eygum?” “Tað
var als ikki við slíkum eygum, eg
hugdi”, segði Deyðin. “Eg var bara
so bilsin at síggja hann í Bagdad, tí
eg havi eina avtalu við hann í kvøld,
í Samarra.”
Vit hava øll eina avtalu í
Samarra!
Eg havi staðið andlit til andlit
við deyðan fleiri ferðir seinastu
mánaðirnar. Tað var tó ikki meg,
hann hevði avtalu við – ikki eyga
til eyga...enn! Men tað vóru bæði
verforeldur míni, pápa mín og
ein vin, sum hann heimsøkti. Ver
foreldrini og pápi vóru øll 82 ára
gomul, og vinkonan, Anna, bert
28. Verforeldrini og Anna doyðu av
náðileysum krabbameini og pápi
mín doyði, tí lunguni ikki vildu
meir. Øll vóru tikin á ein brutalan
hátt, tá ið deyðin trokaði seg inn í
lív teirra.
Deyðin, soleiðis sum hann vísti
seg fyri mær, er miskunnarleysur,
ísakaldur, brutalur, ráur og respekt
leysur. Hann kemur brynjaður við
hvøssum og lívshóttandi vápnum,
sum hann kaldur og kensluleysur
rennur gjøgnum bein og merg,
uttan at blunka.
Hann er líkasælur um arbeiðið
hjá læknum, sjúkrarøktarfrøð
ingum og øðrum, sum berjast fyri
lívinum fyri at hjálpa tí doyggjandi,
og hann brýggjar seg ikki um tey
avvarandi, sum dag eftir dag pínast
í sorg, yvir at síggja teirra kæru
líða. Hann frøist um at síggja lívið
verða sogið úr likaminum.
Hann er kensluleysur, uttan
empati og sjálvsøkin, meðan hann
háandi lær upp í eyguni á teimum,
sum standa um sjúkrasongina.
Hann spýtir í andlitið á makanum,
sum við tárum hyggur at sínum
elskaða, og hann tvíheldur um
kvørkrarnar á tí deyðadømda, sum
berjist fyri hvørjum andadrátti.
Hann ger alt fyri at gera tilgongdina
so einsliga, tigandi og friðleysa sum
gjørligt. Hann talar at, tá ið vit
royna at siga okkara seinastu orð,
finnist at, tá ið vit lesa dagsins orð,
og slær eina aðra rytmu, tá ið vit
syngja sangirnar um vón og frið.
Hann ger alt fyri at órógva friðin
og drepa vónina.
Kuldin kennist í luftini með
an sveittin alsamt drývur av
pannuni í bardaganum um lívið
– minutt eftir minutt, tíma eftir
tíma, dag eftir dag, viku eftir
viku – líka til sjálv deyðastundin
kemur. Seinastu løtuna – løtan,
tá ið andin fer – broytist okkurt.
Tað er, sum deyðin missir valdið.
Hann smæðist. Hann rodnar. Tað
er, sum stendur hann málleysur,
hjálparleysur, stillur og undrandi.
Tað er, sum er hann vónbrotin,
ørkymlaður og máttleysur, tí hann
er tilvitaður um at hetta er løtan,
har hann tapir. Tí hinumegin, har
hevur hann onga atgongd. Hann
má aftur ásanna, at deyðin ikki
er endin, men føðingin inn í ann
an heim. Tað er sum B6, G4 ella
intensiv deild verða umbroyttar
til føðideildir – eina føðing inn í
ein nýggjan heim, har deyðin onga
atgongd hevur, tí deyðin er ikki har.
Tað er, sum megin verður sogin
úr beinunum á Deyðanum, har á
markinum millum hendan heimin
og hin. Og tá ið hann hoyrir orðini
hinumegin frá: “Deyði, hvar er
sigur tín? Deyði, hvar er broddur
tín?”, gongur tað upp fyri honum,
enn einaferð, at hann kortini ikki
hevur seinasta orðið. Og Deyðin –
seinasti náðileysi fíggindin – fær
eyguni upp fyri, at hann ikki er
nakað annað enn tænarin, sum
letur dyrnar upp inn í ein nýggjan
heim.
Men inngongdin er í Samarra.
Vit hava øll eina avtalu í Samarra.
Um eg vil tað ella ikki, so má eg
ásanna, at eg eri ávegis til Samarra.
Eg havi eina avtalu við Deyðan har.
Hann letur meg ikki vita dagin og
tíman, men eg veit, at dagurin kem
ur og tímin stendur fyri framman.
Tað verður ikki andlit til andlit,
men eyga til eyga. Mín stund –
náðileys, kensluleys og grumm.
Men eg veit, at hann eisini veit, at
hann ikki hevur valdið á mær, tí eg
hoyri einum øðrum harra til. Og
eg veit eisini, at hann veit, at hann
sjálvur, ein dag, hevur eina avtalu
í Samarra!
Hann spýtir
í andlitið á
makanum, sum
við tárum hyggur
at sínum elsk
aða, og hann
tvíheldur um
kvørkrarnar á
tí deyðadømda,
sum berjist
fyri hvørjum
andadrátti.
BLOGGUR