hósdagur 30. november 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. desember 2017
sosialurin 140
10
Eirikur Lindenskov
At tað eru stór virði, sum eru upp á
spæl í uppsjóvarvinnuni sæst týðu
liga, um vit kaga í roknskapirnar hjá
teimum fýra stóru aktørunum í upp
sjóvarvinnuni, P/F Varðanum í Gøtu,
P/F Palla hjá Mariannu í Klaksvík,
Sp/F Framherja í Fuglafirði og P/F
JFK í Klaksvík.
Hyggja vit í roknskapirnar hjá
hesum fýra feløgum undir einum, so
síggja vit, at nettosølan hjá teimum
fýra reiðaríunum er vaksin úr 1,37 mia
kr í 2012 tl 2,19 mia kr í 2016. Tað er ein
vøkstur upp á 60 prosent.
Sama tíðarskeið er framleiðslu
kostnaðurin vaksin úr 563 mió kr til
909 mió kr. Tað er ein vøkstur á somu
stødd, um 60 prosent.
Lønarútreiðslurnar hjá hesum fel
øgum eru vaksnar úr 426 mió kr til
670 milliónir, sum somuleiðis er sløk
60 prosent.
Taka vit ársúrslitini hjá hesum fel
øgum undir einum, so er talan um ein
vøkstur úr 174 milliónum í 2012 til 405
milliónir í 2016. Nú er vøksturin ikki
60 prosent, men 232 prosent.
Eginpeningurin sama tíðarskeið
er vaksin úr 1,2 mia kr til 2,18 mia kr,
sum er ein vøksturupp á 177 prosent.
Sama tíðarskeið hava hesi fýra
feløgini útgoldið sínum partaeigarum
205 milliónir krónur í vinningsbýti.
P/F Palli hjá Mariannu hevur út
Sæð frá vinnuni,
so hevur hon
ongantíð havt
betri møguleikar
at staðið ímóti
enn nú«
Eyðfinn Reyðberg
TOPP 4
EIGA 2,2
MILLIARDIR
Mynd: dr
– Hugsa vit um kapping frá nýggjum aktørum, so sum nýggja lóg
gávan leggur upp til, so haldi eg, at hesar fýra fyritøkurnar yvirhøvur
ikki nýtast at bera ótta fyri kapping frá nøkrum føroyskum aktørum.
Tí eingin annar hevur nakran kjans at koma inn í kappingina. Tað
er ikki uttan so, at teir fáu føroyingarnir, sum eiga nógvar pengar,
velja at fara inn í hesa vinnuna, ella um vit hava føroyingar, sum
virka sum strámenn fyri útlendskar fyritøkur, heldur Eyðfinn Reyð
– Søguliga sæð hava vit ikki
í so langt áramál havt slík
yvirskot í vinnuni. Tað sum vit
hava kent til, so hevur gingið
upp og niður í fiskivinnuni, og
sveiggini hava verið stór báðar
vegir, heldur Eyðfinn Reyðberg
Fáa vit fámannaveldi?