Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. desember 2017 sosialurin 140 12 Tað vóru ikki so nógv gullegg tá í tíð­ ini – uttan rækjuvinnan eitt stutt tíð­ ar­skeið. – Hetta vit síggja í dag er eindømi, tá tað kem­ur til fíggjarlig úrslit. Eitt annað, sum Eyðfinn Reyðberg vís­ir á er, at hendan vinnan ikki hevur ser­liga stóra skuld. Svarandi til 2012 er skuldin 70 prosent av virðinum á vinnu­tólunum. Í 2012 áttu feløgini ikki so nógv­ar pengar á bók. Skuldin var 900 milliónir krónur. Tað hevur eydnast hesum fýra reið­a­rí­unum at gerast skuldarfrí upp á hesi fimm árini. – So vit kunnu siga, at frá at vera ein vanlig vinna, sum hevur tørv á bank­um í 2012, so hava hesi fýra fel­ øg­ini ment seg til at blíva ein vinna í ser­flokki, sum í sera lítlan mun hev­ ur tørv á bankum. Vinnan kann sjálv fíggja sínar nýggju íløgur, sigur Eyð­ finn Reyðberg. – Og tað er ein sólskinssøga. Upp á all­ar mátar. Eginoginn var 1,1 mia nú er hon 2,2. + at tey hava útgoldið 205 mill­i­ónir í vinningsbýti hesi seinastu fimm árini. – Taka vit eginognina uppí, so eru vit uppi á 2,5 milliardum krónum, vísir Eyðfinn Reyðberg á. Vøkst­urin í starvsfólkatalinum í hes­um fýra feløgunum – sambært rokn­skap­unum – hevur fylgt vøktri­ num annars. Talið er farið frá 648 í 2012 til 900 í 2016. Um­setningurin fyri hvørt fólkið er á leið tann sami. Roknað soleiðis, so eru ikki so stór framstig gjørd, tal­ið ligg­u­r um 2,4 millión fyri hvørt starvs­ fólk­ið. Hava positionerað seg á hvør sínum øki Eyðfinn Reyðberg vísir á, at hesi fel­ øg­ini hava skip fyri 2 milliardir krón­ ur. Ebitda er góðar 600 milliónir krón­ ur í 2016, sum merkir, at tað tekru trý ár at tjena skipni innaftur. – Tað er áhguavert, tá íløgur skulu ger­ast í nýggj veiðitól. Vanligt er, at tað tek­ur 12-15 ár afturgjalda nýggj skip. Í hes­um førum, um vit taka hesi ár­ini sum grundarlag, so høvdu tey klár­að tað eftir í mesta lagi 4-5 árum, sig­ur hann. Vit hava her eina mynsturbransju. Fel­øgini klára seg væl. Tey gera ný­ í­løg­ur, tjena pengar, fólkið tjenar peng­ar, eingin skuldi er. Spurningurin er so, hvussu nógv vinnan tolir av. – Hugsa vit um kapping frá nýggj­um aktørum, so sum nýggja lóg­gáv­an leggur upp til, so haldi eg, at hes­ar fýra fyritøkurnar yvirhøvur ikki nýt­ast at bera ótta fyri kapping frá nøkrum føroyskum aktørum. Tí eingin annar hevur nakran kjans at koma inn í kappingina. Tað er ikki utt­ an so, at teir fáu føroyingarnir, sum eiga nógvar pengar, velja at fara inn í hesa vinnuna, ella um vit hava før­oy­ ing­ar, sum virka sum strámenn fyri út­lendsk­ar fyritøkur, heldur Eyðfinn Reyð­berg. Hann vísir á, at hesar fýra fyri­tøk­ ur­nar uttan iva hava áhuga í at kapp­ ast sínamillum í ein ávísan mun. Tær hava sína støðu í dag. Tær hava posi­ ti­on­er­að seg á hvør sínum øki. hava funn­ið eitt samstarv, sum allar helst eru nøgdar við. Línuskipini eru í Klaksvík, Varðin er farin vestureftir og suðureftir. Fram­herji hevur tað, sum var á Toft­ um, so tað er líka sum ikki nakað ser­ ligt eftir. Soleiðis hava hesar fyri­tøk­ ur­nar síni egnu »kongaríki«, kunnu vit siga. – Hetta er blivið nátúrligt, su tað plag­ar at vera. Man góðtekur, at hesin yvir­livir, so finna teir hvør sítt pláss í hie­r­a­kinum, sigur Eyðfinn Reyðberg. Fiskivinna kundi lært nógv av alivinnuni Í einum fríum marknaði hevið ver­ið væl hugsandi við integratión mil­l­um alivinnu og fiskifinnu. – Her er nógv, sum líkist. Ikki minst á sølusíðuni, har fiskivinnan kundi lært nógv av alivinnuni, heldur Eyð­finnur Reyðberg. Hann vísir á, at sigur tú »fiskur« utt­an­lands, so hugsa fólk um »laks«. – So mikið dugnalig hevur ali­vinn­ an veirð at marknaðarført laks sum fisk. Í fiskivinnuni eru nógv ymisk fiska­sløg, tí har er ikki á sama hátt ein á­vís merkjavøra, sigur hann. – Hetta er eisini ein av orsøkunum til, at laksur kostar nógv meira enn ann­ar fiskur. Eitt annað áhugavert viðvíkjandi hes­um feløgunum er, um tey fara at gera meira við at gera íløgur í øðrum lond­um. – Har síggja vit, at Kristian Martin Ras­mussen og teir hava gjørt íløgur í Lar­sens Seafood, sum var ein und­ir­ skot­s­for­rætn­ing, sum teir hava bøtt mun­andi um, sigur Eyðfinn Reyð­ berg. Hann vísir á, at teirra vørur eru týðu­ligar í handlum og lýsing­ar­bløð­ um í Danmark, og at tað sæst týð­u­ liga, at vøruúrvalið er vorðið størri. – Hetta er heilt víst ein máti, sum kann geva nógv arbeiðspláss – sum helst skuldi ligið í Føroyum, vísir hann á. Íløgur og víðari mennin Eyðfinnur Reyðberg vísir eisini á, at nýggja toppmodernaða virkið hjá Bakka­frost á Glyvrum, sum ger laksa­ por­ti­ónir, eisini kundi gjørt portiónir úr toski og hýsu. – Her er nakað, sum vit mangla, og sum vit høvdu fyrr, vísir hann á. – Í tíðini hjá Birgiri Danielsen á Fiska­søluni var hendan framleiðslan rætti­liga streymlinjað. Eyðfinn Reyðberg sigur, at tað er ikki nóg mikið bara at tjena 500 milliónir krónur um árið. Tí peng­ar­ nir mugu brúkast til nakað. Her er Bakk­a­frost eitt sera gott dømi, vísir hann á. – Bakkafrost tjenti tað sama í 2016, sum øll hesi fýri fiskivinnufeløgini tjentu seinastu fimm árini - upp á eitt ár! Tí ein partur av øllum er at gera í­løg­ur og leggja nógv meira orku í eina víðari menning, sigur hann. – Eg haldi persónliga, at her er tann størsti feilurin gjørdur. Í stað­ i­n fyri at tosa so nógv um ti­l­feing­i­s­ gjøld og skattir, so áttu vit held­ur at latið dyrnar upp fyri, at vinn­an kann gera íløgur í nýggjar fram­leiðsl­ur í Føroyum – og so fingið ein skatta­ fyr­i­mun í staðin fyri at taka pengar inn við kassa 1, sigur hann. – Soleiðis høvdu vit elvt til at skapt fleiri arbeiðspláss, sum vóru væl lønt. Samanumtikið heldur Eyðfinn Reyð­berg, at løtan ongantíð hevur ver­ið lagaligari – sæð frá báum síðum – at leggja skattir á, tí at vinnan hevur ong­an­tíð tjent so nógv sum nú. Sæð frá vinnuni, so hevur hon ongantíð havt betri møguleikar at stað­ið ímóti enn nú. Á tann hátt kunnu vit siga, at nú er lagaliga løtan at gera broytingar, held­ur Eyðfinn Reyðberg. Vit hava her eina mynsturbransju. Fel­øgini klára seg væl. Tey gera ný­í­løg­ur, tjena pengar, fólkið tjenar peng­ ar, eingin skuldi er. Spurningurin er so, hvussu nógv vinnan tolir av, heldur Eyðfinn reyðberg tema Fáa vit fámannaveldi?