Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 140 13 FRAMTÍÐIN VERÐUR FÁMANNA­ VELDIÐ FØROYAR Definitiónin upp á oligarki er fámannaveldi. Tað merkir ein, sum hevur stórt peningaligt vald í einum sam­felag ella lokalsamfelag, so­ leið­is at hetta á ein ella annan hátt ávirkar politiskar avgerðir. Hend­an ávirkan ger, at politiskar av­gerðir og aðrar avgerðir tæna Oligarkinum betur – heldur enn heildini. Spurningurin er, um vit ikki longu eru komin í slíka støðu her í Føroyum. Um man skal trúgva tí, sum miðl­anir hava sagt, so er tað ser­ liga tveir samgongutingmenn í Suð­uroy, sum vilja halda fast í, at tað skal bert verða pláss fyri fýra feløgum. Høvuðsendamálið tyk­ ist vera, at suðuroyingar kunnu sleppa at koyra makrel í eskjur. Tað er ringt at fáa eyga á, hví hettar virksemi skal blíva burtur, óan­sæð hvat fyri skipan skuldi komið, um teir eru kappingarførir. Slík støða er í mínari verð visións­leys, tá talan er um eina ný­skipan. Hesir báðir suð­ur­oy­ ing­arnir áttu heldur at ar­beitt fyri, at nýskapanarríkir suð­ur­oy­ ing­ar í kapping við aðrar sleppa at byggja upp okkurt varandi, soleiðis at vitanarkapitalurin ikki verður burt­ur. Tí verður øll visión burtur, og tey lærdu flyta av oynni, so er ringt at fáa eyga á, hvussu oyggin skal hava møguleika fyri at reisast aftur. Naiv hugsan At rokna við, at Varðin fer at bjarga Suðuroynni, er ógvuliga naiv hugsan. Í løtuni loysir tað seg sera væl hjá Varðanum at arbeiða politiskt við suðuroyingum, men um hugt verður eftir, hvussu Varðin arbeiddi áðrenn 2010, so seldu teir nærum alla sildina og allan makrelin í Noregi og sendu skipini til Skagen at umvæla. Oligarki (úr grikskum ὀλιγαρχία oligarkhía "fámannaveldi", av ὀλίγος olígos "fá" og αρχία arkhía "stýri") er ein stjórnarform, har tað politiska valdið er hjá nøkrum fáum fólkum, sum (ofta hava vald tí tey eru rík, hernaðarlig, ikki hava fyrilit ella politiska ávirkan). Oligarki verður eisini nevnt fámannaveldi. Summir politiski teoretikarar hava víst á, at allar stjórnir kunnu sigast at vera oligarkar, líka mikið hvat tey kalla teirra stjórnarskipan. Tað eru ofta fá valdsmikilar familjur, sum stýra Oligarkium, hvørs børn verða uppald og vand til at arva valdið í oligarkinum, hóast tey, sum verða stýrd, mugu svíða fyri tað. Í mun til aristokrati (»tann besti er leiðarin) verður valdið ikki altíð framt alment, í staðin eru stýra oligarkarnir í tí dulda við at leggja fíggjarligt trýst á. Wikipedia – Eru Føroyar ávegis at gerast eitt oligarki? Soleiðs spyr Árni M. Dam, fyrrverandi skrivari hjá Føroya Reiðarafelag, sum hevur sent Løgtingsins vinnunevnd viðmerkingar sum hoyringsskriv í sambandi við uppskotið um fiskivinnunýskipanina. Vit prenta partar av hoyringsskrivinum: Árni M. Dam, fyrrverandi skrivari í Føroya Reiðarafelag, hevur skrivað vinnunevnd løgtingsins hoyringsskriv í sambandi við fiskivinnunýskipanina, har hann er rættiliga hvassorðaður og spyr, um ætlanin er at gera Føroyar til eitt fámannaveldi