Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 140 14 TEMA: Fáa vit fámannaveldi? Varðin var ein av høvuðs­eigar­ unum í einasta pelagiska virkinum í landinum áðrenn 2011. Sum lá stilt í fleiri ár, til hálendingar yvirtóku tað. Fáa nú allir suðuroyingar gagn av virkseminum hjá Varðanum? Eitt annað virki er í Suðuroynni, sum einki politiskt fokus er á, nevniliga lemmavirkið hjá Hans í Líðini. Tá eg havi hugt inn á reyvina á skipunum hjá Varðanum, havi eg bara dugað sæð tað eina skipið, sum hevur lemmar frá Hans í Líðini. Eg havi einki annað hoyrt, enn at tað skulu vera heimsins bestu lemmar, men lemmar fáast møguliga bíligari í Danmark. Ikki grundað á dugnaloysi Suðuroyingar áttu at spurt seg sjálv­an, hvussu ber tað til, at tað t. d. bert er eitt 40 ára gamalt skip eft­ir á Tvøroyri? Er tað grundað á dugnaloysi, ella hava teirra skip bara havt um­ støður, sum gera, at menninir hava givið upp? Tilfeingi hevur verið nokk av. Eg havi sjálvur siglt saman við suð­uroyingum og veit, at tað er ikki grundað á dugnaloysi, at støðan er, sum hon er. Heldur mann tað vera grundað á tær umstøður, sum pol­itikararnir hava givið hesum vinnu­lívsmonnum, at teir eru givnir. Nú eg var við at enda hetta brævið, skriva miðlanir, at sama er við at henda í Norðoyggjum, har ein tingkvinna, sum er part­ ur av samgonguni, tíverri er far­in í sama bát, sum teir báðir sam­ gongu­tingmenninir úr Suðuroy. Øll vinnan er í móti! At »øll vinnan er ímóti« er ein úsøgn, sum politikarar, ið eru ímóti broytingum, brúka upp í saman fyri at koppa nýskipanaruppskotinum. Men hvør er øll vinnan, tá teir fáu stóru stýra 78% av øllum veiðuvirðinum? Tað er tó fult skiljandi, at teir, ið hoyra undir bólkin »RAF«, eru teir, sum koma at hava tað mest trup­ult. (Øll viðgerðin í hesum skrivi er uppbygd soleiðis, at fiskivinnan er býtt í tríggjar partar: Barents­havs­ flotin, Nótaflotin – tey trý stóru ídn­aðarskipini eru innroknað í Nóta­flotan – og síðan »Restin Av Flot­anum«, stytt »RAF«) Serliga orsakað av tí, at teir hava verið úthungraðir av politiskum dugnaloysi ella atgerðarloysi alla hesa øldina, og tí hava tey feløgini eitt sera, sera vánaligt útgangsstøði út frá nýskipanaruppskotinum. Besta dømið um tað er, at ein stoltleiki av einum skipi, sum Kambur er, er noyddur at liggja í Grønlandi og frysta inn, tí landið ikki hevur megnað at skaffað teimum nóg góð fiski­rætt­indi, sjálvt um vit liggja við oman fyri tríggjar milliardir í veiðu­virði at handla við, og væl vit­andi um, hvussu stór økingin í Bar­ents­hav­ in­um hevur verið. Eftir nýskipanaruppskotinum hjá landsstýrinum koma teir helst at liggja yvir í Grønlandi og frysta inn í munandi longri tíð í komandi tíðum. Er tað tilætlað ella tilvildarligt? Eitt dømi um tilvildarliga stýring er tað sokallaða »Helenu málið«. Einasti trupulleikin, sum eg dugi at síggja hesum máli er, at seinasta samgonga valdi at halda línuflotan, útróðrarflotan og garnaskip, sum teir einastu av heimaflotanum, utt­ an­fyri, soleiðis at størri skip ikki kundu veiða teirra sera lítla part, sum teir fingu av makrelinum. Henda samgongan hevur held­ ur einki gjørt við hendan órætt og hevur hildið fram við sama leisti, sum undanfarna samgonga legði fyri dagin. Hettar er so dis­krim­ inerandi, at eg havi ikki orð fyri tí. Eg dugi ikki at síggja tað ann­ arleiðis, enn at hettar er eitt til­ ætlað val at sleppa av við hesar bólk­ar, tá man soleiðis velur nakrar bólk­ar út og ger umstøður hjá teim­um nærum ómøguligar. Høvdu skipini í RAF fingið til­lutað eina eginkvotu, eins og ein stoltleiki av einum skipi, sum Kambur er, er noyddur at liggja í Grønlandi og frysta inn, tí landið ikki hevur megnað at skaffað teimum nóg góð fiski­rætt­indi