Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 140 15 nóta­flotin, so eri eg vísur í at fleiri innov­ativar loysnir høvdu sæð dags­ins ljós. Viberg undangongumaður T. d. minnist eg, at Viberg ætlaði at útgera nýggju Anitu til makrelveiðu við snellu. Makrelurin skuldi síðani frystast beinanvegin, eftir at hann var komin innanborða. At Viberg hevði fingið hetta at virka, eri eg ikki í iva í. Hann var fyrstur, sum veiddi ídnaðarfisk undir Føroyum, hann var fyrstur sum fiskaði havtasku við gørnum, og hann var tann fyrsti, sum ar­ beiddi við at veiða tunfisk undir Før­oyum. Tí høvdu ivaleyst fleiri verið farnir í hesa vinnu, og vit høvdu sæð munandi størri vinning í makrelinum, tí kostnaðurin at veiða við snellu er sjálvandi mun­ andi lægri enn við troli. Makrelurin hevði síðani verið frystur so hvørt hann kom úr sjón­ um og hevði givið ein heilt annan prís, enn tað vit síggja í dag. Hví skuldi serliga heimaflotin ikki roknað við at fáa bestu sømdir, tá so stórt tilfeingi var møguligt at veiða í heimasjógvi – teir sum hava røkt heimaleiðina í eitt manna­ minni? At Viberg kastaði frá sær og seldi partabrøvini í felagnum, tá hann sá, hvat parturin hjá honum bleiv av makrelinum, skilji eg sera væl. Fyri eftirfylgjandi at blíva út­ hongd­ur av politikarunum, tí hann seldi – tað var takkalønin, hann fekk fyri at byrja pelagiska ævin­ týrið, sum vit hava havt seinastu sjey árini. Í staðin fyri at hanga hann, nær­um persónliga út, áttu politik­ ar­arnir at hugt inneftir, tí tað eru jú teir, sum gera lógirnar. Viberg gjørdi akkurát tað sama sum løgmaður gjørdi, hann seldi partabrøvini í felagnum. Nevnast kann, at loyvini hjá t. d. Anitu, Nærabergi og Tummas T. hava sama uppruna frá veið­uni eftir ídnaðarfiski í serliga Norð­ sjónum. Reka alt í hendurnar á fáum Formaðurin í Føroya Reiðarafelag stóð og breiddi seg í Radaranum (25-10-2017), sum um hann hevði funnið “the holy grail. Við at samla rættindir á færri skipum, hevði hann effektiviserað flotan. Hann burdi heldur greitt frá, at hettar hevur verið generelt í prosess hjá øllum heimaflotanum líka síðani 1996, og at serliga heimaflotin hev­ ur allur keypt fyri milliónir í rætt­ indum og kubikkum, so hvørt sum t. d. dagarnir eru minkaðir. Harafturímóti hevur nótaflotin hildið sama tal av skipum, men hevur í meðal kunnað 6-falda veiðu­orkuna, uttan at hava brúkt eina krónu upp á at keypa rætt­ ind­ir ella kubikk til at økja um hesa veiðuorku. Nótaflotin hevur eisini fingið fyri eina milliard í nýggj­um veiðurættindum frá polit­ik­arunum seinastu árini - og nú standa teir, “so alfaðirligt” og bjarga hesum neyðardýrunum av einum heimaflota undan synda­ fall­inum, tí teir ikki duga at stýra sær sjálvum. Eg spyrji meg sjálvan mangan, hvør er meiningin við øllum hesum leiki? Tað sær meira út fyri mær, sum hetta er eitt tilætlað val at reka alt upp í hendurnar á nøkrum fá­um, heldur enn ein tilvildarlig stýr­ing av fiskivinnuni. Høvdu allir í vinnuni havt nøk­ unlunda somu treytir, og tað bleiv ein natúrlig gongd við sam­an­legg­ ing­um, so eri eg vísur í, at vit høvdu eitt nógv betri samfelag í dag og í fram­tíðini. Er tað ikki akkurát tað, sum danir gera innan teirra land­bún­að­ arpolitikk. Teir rokna við, at saml­ aða talið av landbrúkum kemur nið­ur á uml. 3.500 í 2022, og ikki 4-5 í ein­um snupptaki, sum vit gera her Hvat annað kann førdi fiski­ vinnu­politikkurin føra til, uttan eitt endaleyst sundurlyndi í hes­ um samfelagnum, og sum ver­andi landsstýri hevði loysnina uppá - og hvussu nýggjur fiski­vinnu­pol­ it­ikkur skuldi broytt hetta til tað betra – men, men, men! Í staðin fyri at hanga hann, nær­um persónliga út, áttu politik­ar­arnir at hugt inneftir, tí tað eru jú teir, sum gera lógirnar.