hósdagur 30. november 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 140
20
PERSÓNSSØGA
GITTAR
SNILLINGURIN
HANNES
Áðrenn summarferiuna í ár var ein vinkona mín í Skansastovu í Havn á
konsert. Næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla spældu, og teirra millum
var 12 ára gamli Hannes Dam. Hannes spælir guitar, klassiskan guitar.
Og ja, vinkona mín, sum var á konsertini í Skansastovu, hevði rætt, tá
ið hon fortaldi mær, at hann dugir ræðuliga væl at spæla. Tað fekk eg
staðfest nú eitt kvøldið, eg var og vitjaði hann heima hjá honum í Havn
TEKSTUR OG MYNDIR: MARIANN HANSEN
FRAMLEITT AV STROK
“Hey hey, kom inn, kom inn! Ikki
taka tær av hundinum, hann goyr
eitt sindur, tá ið fólk koma inn,
men hann ger ongum nakað”, segði
pápin blíður pápi, tá ið eg kom inn.
Eg hitti skjótt hundin, sum sjálv
andi eitur Mozart, og púra rætt, tað
var sum pápin hevði sagt: hann
gjørdi mær einki ilt :)
Vit høvdu ikki meir enn heilsað
upp á hvønn annan, so varð guitar
in í hondunum á Hannesi, og tónar
flugu runt í allari stovuni. Ímillum
tónar og løg hoyrdi eg m.a. um,
hvussu Hannes og yngri beiggi
hansara, 11 ára gamli Jens Andreas,
fingu síni fyrstu ljóðføri sum fýra
og trý ára gamlir. Hannes fekk ein
guitara og Jens Andreas fekk eitt
trummusett. Og so leikaðu teir í
uppi á loftinum, akkurát sum teir
vildu. Nú ganga teir báðir til undir
vísing.
Hannes gongur til guitarundir
vísing í Tórshavnar Musikkskúla,
og tað hevur hann gjørt í gott trý
og eitt hálvt ár. Og Hannes gongur
høgt uppí at venja. Hann venur
hvønn dag. Summar dagar meir
enn aðrar dagar. Tað valdast eisini
eitt sindur, hvussu hugurin er, og
hvat annars er á skránni.
Beint nú venur Hannes t.d. til
eina roynd í musikkskúlanum, so í
løtuni venur hann eina løtu áðrenn
hann fer í skúla um morgunin.
Hann er ikki beinleiðis morgun
menniskja, sigur hann, men tað
ljóðar ikki til at vera ein trupulleiki
hjá honum at koma upp tíðliga
um morgunin. Ofta ger hann sær
eitt skema fyri vikuna, og hann er
raskur at fylgja tí.
Í hugnaliga prátinum um alt
møguligt guitarnørdarí, sum eg
ikki dugi at endurgeva her, men
sum kortini var øgiliga áhugavert
at lurta eftir, sum tað ofta er, tá
ið mann lurtar eftir onkrum, sum
veit ordiliga nógv um okkurt, kom
løtan. Løtan, sum eg roknaði við,
fór at koma, men sum eg eisini var
eitt sindur nervøs fyri: “Spælir tú
nakað?”
“Ehm ... eg eigi faktiskt ein
guitara ... men hann er hjá eini vin
kona beint nú, hehe ... hann hevur
faktiskt verið har í eini tvey ár ...
og áðrenn tað havi eg kanska, men
bara kanska, hildið á honum einar
tvær ferðir ... so noy, eg dugi ikki
ordiliga at spæla, tað kann man
ikki siga.”
Men tað var als eingin forðing!
Eg fekk ein guitara í hondina, pápin
fekk myndatólið, og eitt-tvey-
trý! Hannes settist og lærdi meg
Folsom Prison Blues hjá Johnny
Cash. Sama lagið, sum hann og
Jens Andreas høvdu spælt saman
fyrr um kvøldið. Tað var ikki lætt,
men galið tað var stuttligt! Og tað
ljóðaði ikki nær til so væl, sum tá
ið teir spældu, men sama ger, tí tað
var SO stuttligt! :D
So spurdi eg Hannes ein eitt
sindur býttan spurning: Hvussu
væl ætlar tú at duga? Men hann
visti, hvat eg meinti, og hann hevur
ikki heilt smáar ætlanir við sínum
guitarspæli. Róliga svarar hann,
at hann vil vera bestur. Kanska
bestur í Føroyum. Kanska eisini
bestur í Norðurlondum. Eg haldi, at
hann kann saktans seta sær so høg
mál, tí hann hevur ikki bara talent,
men sanniliga bæði hug og dirvi til
at fara langt við tónleikinum.
Umframt at
spæla guitar,
spælir Hannes
eisini hondbólt
og fótbólt