Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 140 19 Hvat er strongd –Ein afturvendandi spurningur í kjakinum um strongd er, hvat útloysandi faktorarnir eru. Strongd kemur til sjóndar, tá kroppurin og sinnið reagera uppá, at krøv og trýst frá umhvørvinum vaksa seg størri enn tað, vit klára at handfara, sigur Suni Poulsen, sálarfrøðingur, í tíðargrein í Sosialinum. – Strongdeyðkennini vísa seg til dømis við, at vit missa svøvnin, at vit fáa trupulleikar við at minnast og konsentrera okkum, at vit kunna sita í tímavís og stara inn í telduskermin til arbeiðis uttan at nakað kemur burturúr, ella við at vit í síðstu syftu bróta saman, til dømis við at vit av ongum skera út í sjóheitan grát til ein fund á arbeiðsplássinum, greiðir hann frá.   Hann greiðir frá, at strongd er eingin einføld líðing, og aloftast er talan um eina kombinatión av tyngjandi viðurskiftum frá arbeiðinum og frá privatlívinum. Kanningar úr millum annað Danmark vísa tó, at fleirtalið av leiðarum hava lindi til at fokusera á privat viðurskifti og persónligheitina hjá starvsfólkinum, sum orsøkin til at tey gerast strongd og vera noydd at melda seg sjúkan.