Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 140 18 LÍVSSTÍLUR: Strongd ANNIKA KUNOY IM S tongd er ein vaksandi sam­ felags­avbjóðing, og reglu­ liga hoyra vit um úrslit av kanningum, sum vísa á stórar upphæddir av peningi, ið verður burturspiltur, og um fólk, ið verða illa fyri av fylgisjúkum av strongd í longri tíðarskeið. Summi doyggja enntá av hesum fylgi­ sjúkum. Fyri tveimum vikum síðani var Reinsaríið karmur um tiltak um strongd á arbeiðsplássinum. Á til­ takinum hildu Yun Ladegaard, sálar­frøðingur og granskari í strongd, og Tóra Petersen, ph.d í sálarfrøði, fyrilestur. Til til­ tak­ið skiftu serfrøðingar eisini orð á pallborðsfundi. Tað var Magistara Felag Føroya, sum skipaði fyri tiltakinum, og um­vegis Akademikarafelagið um­boð­ar Magistara Felag Føroya stóran part av tí almenna arbeiðs­mark­naðinum. Ein bólkur, ið av ymisk­um orsøkum verður harðast raktur av strongd. Ofta er talan um moralska strongd, sum serliga gevur seg til kennar hjá starvsfólki á almennum arbeiðs­plássum. Tað er til dømis, tá ið tænastan tú veitir ikki samsvarar við tíni virði sum menniskja. – Klassiska dømi er heima­ hjálpin, sum ikki hevur tíð og orku til at geva borgarum tað, sum teimum tørvar, sigur Páll Nolsøe, nevnar­limur í Magistara Felag Føroya. Magistara Felag Føroya vísir á, at fyri at basa strongd á før­ oyska arbeiðsmarknaðinum, so er tørvur er á einum sterkum inn­trivi, og tí arbeiðir felagið nú við eini hugskotsskrá í samstarv við Suna Poulsen, sálarfrøðing. Enda­málið er at varpa ljós á stóru av­bjóð­ingina, sum strongd er, og at koma við tilmæli um, hvussu arbeitt verður við trupulleikanum í føroyskum høpi. Tora ikki at siga frá Suni Poulsen greiðir frá, at tað eru fleiri dømi um, at starvsfólk eru loyal motvegis leiðara sínum, hóast leiðarin ikki røkir uppgávu sína til fulnar. –Tað kemur sum ein hvøkkur, hvussu loyal starvsfólk eru, og eisini hvussu bangin tey eru fyri leiðarum sínum. Hetta eisini hóast leiðarar eru eitrandi fyri bæði starvsfólkið og arbeiðsplássið, sigur Suni Poulsen. Ein eitrandi leiðari er ein leiðari, sum á ymiskan hátt happar starvsfólk ella gevur starvsfólki hugskot til eina arbeiðsuppgávu, men ikki setur góðar karmar upp, so starvsfólkið fær loyst uppgávuna, greiðir Suni Poulsen frá. Ósemja á arbeiðsplássinum er eisini ofta atvold til strongd. Ósemjan kann bæði verða arbeiðs­gevarar, ið eru í ósemju við starvfólk ella arbeiðsgevarar, ið elva til ósemju millum starvs­ fólkið við at taka summi á arbeiðs­ plássinum framum onnur. Eitt annað dømi er, at leiðarin er vitni til ósemju millum starvsfólk uttan at traðka til, greiðir hann fram­ haldandi frá. Orsøkirnar til óttan fyri at siga frá eru ymsikar. Summi eru bein­ leiðis bangin fyri at missa starvið, og í Føroyum er tað er eisini vanligt, at starvsfólk verja arbeiðsgevaran, heldur hann. Trý tiltøk – sentral stýring, triv­naðarkanningar og stressklinik Í Danmark bjóða kommunurnar sera ymisk tilboð til tey strong­ draktu. Hetta er alt frá mindfulness til kostráðgeving. Man veit, at nøkur av hesum tiboðum virka væl, ímeðan onnur hava víst seg minni dugnagóð. Niðri hevur man eisini gjørt ymisk onnur inntriv fyri at basa strongd. Millum annað verða leiðarar sendir á skeið, og umboðsfólk á arbeiðs­plássinum gera metingar av arbeiðs­um­ hvørvinum, sonevndar ”arbejds­ plads­vurderinger”. Royndirnar frá hesum eru, at tílík tiltøk eru ikki nóg góð til at gera nakað avgerandi fyri at basa strongd. Í Føroyum eru vit ikki komin so langt enn. Her heima er einki samlað alment tilboð til persónar, ið koma illa fyri av strongd, og vit hava ikki nakra samlaða yvirskipaða stýring av, hvussu vit miðvíst arbeiða fyri at basa strongd. Suni Poulsen heldur, at fyrimunurin við at vera aftanfyri millum annað Danmark er, at vit kunna læra av royndum teirra har. – Tað vísir seg, at smá inntriv aloftast ikki hjálpa. Tað sum skal til eru stór og týðilig átøk. Eitt kon­sept, sum hevur víst seg sera effektivt, inniheldur trý sentral prinsipp, sigur sálarfrøðingurin. – Fyri at basa strongd skalt tú hava sentrala stýring og finna út­ av, hvar strongdin er, og hvat skal gerast við strongd, og upplagt hevði verið um ein slík funktión lá í fíggjarmálaráðnum, sigur hann. Bæði Suni Poulsen og Magistara Felag Føroya mæla til, at almenn arbeiðs­pláss javnan gera trivnaðar­ kann­ingar. Tær eru eitt gott am­ boð, tí við teimum sært tú eina stóra mynd av trivnaðinum á arbeiðs­plássinum, og harvið eisini um fólk eru strongd. Páll Nolsøe heldur, at ein slík trivnaðar­kanning er eitt gott amboð hjá leiðarum at brúka, tí við kanningunum kann leiðarin tryggja sær, at fólkið trívist, og fáa innlit í hvørjar broytingar eiga at verða framdar. Er ein skabelón tøk til allar arbeiðsgevarar at brúka, so er ómakaleyst at gera árligar trivnaðarkanningar, sum skjótt og lætt kunnu gerast á teldli ella far­telefon. – Hetta kundi verði samskipað á ein hátt, so at øll almenn arbeiðs­ pláss gjørdu slíkar trivnaðar­kann­ ingar, leggur Suni Poulsen afturat. – Hetta er eitt gott amboð, sum onkursvegna tryggjar samskifti millum starvsfólkið og leiðsluna. Við kanningini verður lættari at síggja, hvørjir trupulleikarnir eru, og lættari verður at seta inn aftana. Skal einstaki stjórin sjálvur leita eftir eini trivnaðarkanning, so verður tað møðsamt, tí hevði tað verið frálíkt, um ein liðug gjørd kann­ing varð tøk, staðfestir Páll Nols­øe. Tað er torført at staðfesta, at talan er um strongd, tá fólk verða sjúk av strongd, tí sjúkueyðkennini koma til sjóndar á ymsikar háttir. Summi fáa heilivág frá læknanum, so tey fáa sovið, og síðani fara tey til arbeiðis aftur í sama arbeiðs­um­ hvørvi, sum gjørdi tey sjúk. Onnur verða sjúkrameldaði og fara heim í eina tíð. Hetta eru ikki lang­tíðar­ loysnir ella optimal við­gerð, heldur Suni Poulsen. Hóast vit hava vitan um, hvussu optimal viðgerð verður framd, so er hon nú bert tøk hjá teimum, sum hava møguleika at rinda fyri hana. Umframt sentrala stýring og trivnaðar­kanningar, so mælir Magistara Felag Føroya til, at ein sokallað stressklinikk - ið er sam­ skipað arbeiði ímóti strongd - verður sett á stovn, sum skal hava til endamáls at bjóða optimala við­ gerð til øll, ið verða rakt av strongd. Í Danmark hava tey stress­ klinikk­ir á sjúkrahúsum, og kom­ mu­nu­læknar hava møguleika at ávísa til ókeypis viðgerð hjá sálar­ frøðingi. Um tað í Føroyum er skilabest at savna allan serkunnleikan á einum stað, ella um tað er betri at samskipa núverandi tilboð og ser­ kunn­leika betur er enn óvíst, og tað arbeið­ir Magistara Felag Føroya víðari við. ANNIKA@SOSIALURIN.FO HETTA SKAL BASA STRONGD Í FØROYUM Magistara Felag Føroya vísir á, at fyri at basa strongd á føroyska arbeiðsmarknaðinum, so er tørvur á einum sterkum inntrivi, og tí arbeiðir felagið nú við eini hugskotsskrá í samstarv við Suna Poulsen, sálarfrøðing. Endamálið er at varpa ljós á stóru avbjóðingina, sum strongd er, og at koma við tilmæli um, hvussu arbeitt verður við trupulleikanum í føroyskum høpi