Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017 17 SOSIALURIN 119 HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO 3 . desember verður Altjóða brekdagur hátíðarhildin í Føroyum, tá Meginfelag teirra, ið bera brek í Før­oy­ um, MBF, skipar fyri einum til­taki í Løkshøll í Runavík. Høvuðs­per­són­ ur á degnum er 30 ára gamli danin Jacob Nossell, ið fer at halda ein fyri­lestur um hvussu tað er at liva við avbjóðingum. Í Danmark er Jacob Nossell kend­ur sum fyrilestrarhaldari, skemt­ari og ráðgevi innan brek­ økið. Síðan 2005 hevur hann varpað ljós á umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek, og hevur hann gjørt tað gjøgnum sjónvarpssendingar, leik­ir, framløgur og ymiskar verk­ ætl­anir. Sunnudagin verður tað so før­ oy­ingar, ið á fyrsta sinni í Føroyum fáa høvi at hoyra hvat fryntligi dan­in hevur á hjarta. Sjálvur gleðir hann seg nógv at vitja oyggjarnar. - Eg gleði meg sera nógv, tí eg havi aldrin verið í Føroyum fyrr. Eg eri spentur at síggja hvussu um­støðurnar eru hjá teimum, ið bera brek í Føroyum, sigur Jacob Nossell, tá ið eg fyrr í vikuni tosi við hann gjøgnum Skype. Øll stríðast við okkurt Jacob Nossell er kendur í Danmark fyri at vísa á, at øll menniskjur hava ymisk brek. Hjá nøkrum er tað bara meira sjónligt enn hjá øðrum, meðan tað hjá øðrum vanliga ikki verður roknað sum eitt brek. - Vit hava øll okkurt, ið vit stríðast við. Tað brekið eg beri er bara sera sjónligt og týðiligt. Men eg havi spurt meg fyri um støðuna í Føroyum, og eg veit, at føroyingar eisini stríðast við ymiskt í lívinum, so sum einsemi, strongd o.a. Tað er eisini eitt slag av breki. Eg trúgvi, at vit øll bera eitt brek. Mítt er bara meira sjónligt og týðiligt enn hjá øðrum, sigur Jacob Nossell. Fyri nøkrum árum síðan fram­ leiddi hann eitt video, ið kann síggj­ ast á Youtube, har hann spurdi kend­ar danir um ymiskt í teirra lívi, ið møgu­liga kundi vera eitt brek, so sum at viga ov nógv, tosa ov skjótt, vera barnsligur o.s.fr. Boðskapurin í filminum var, at øll hava okkurt, ið vit stríðast við í lívinum, men tað er ikki eitt brek, at bera eitt brek, um vit bróta niður fordómarnar. Eri ikki brekaður Jacob Nossell varð føddur í Suður­ korea, men bleiv ættleiddur av eini danskari familju, tá hann var einans tríggjar mánaðir gam­al. Sjálvur er hann spastiskt lamm­að­ ur, ið vanliga er kent sum cerebral parese, og ger tað millum annað, at hann kann verður eitt sindur ring­ ur at skilja, tá hann tosar. Tá brekið, ið hann ber, er so mikið sjónligt, so hendir tað javnan, at hann møtir fólki, ið hava lyndið til at fokusera á brekið og ikki menn­iskja. Tað kann vera sera sær­andi, greiðir Jacob Nossell frá. - Eg blívi keddur, tá fólk siga at eg eri brekaður. Eg beri eitt brek, men eg eri ikki brekaður. Tað er ein týdningarmikil munur, sigur Jacob Nossell. Tað at hann ber eitt sjónligt brek hevur tó ein fyrimun við sær. Tað er nevniliga lættari at góðtaka, at man ikki er fullkomin, tá tað ikki ber til at goyma tað. - Man hoyrir á mær, at eg eri ikki vanligur, og eg trúgvi, at av tí, at tað er so ítøkiligt hjá mær, at eg ikki eri fullkomin, so havi eg lættari við at góðtaka tað enn onnur. Tí óansæð hvat, so kann eg ikki goyma tað á nakran hátt. Men einki menniskja er fullkomið, sigur Jacob Nossell. Nógvir fordómar Hóast Jacob Nossell hevur eitt gott og virkið lív, har hann væl og virðiliga hevur prógvað, at hans­ ara brek ikki er ein forðan fyri at liva eitt aktivt lív og taka lut í sam­ felagnum, so sleppur hann kortini ikki undan at møta fólki, ið hava fordómar um brekið hann ber ella húðarlitin. - Tá fólk hoyra meg tosa, so halda nógv fólk, at eg eri fullur og komi úr Grønlandi. Onnur fólk halda, at eg eri evnalítil. Hetta er slíkir vanligir fordómar, ið man møtir í gerandisdegnum. Eg eri ikki fullur, og eg eri ikki evnalítil. Onkuntíð er tað sera hart at hoyra slík ting, men tað er okkara ábyrgd, ið bera eitt brek, at royna at møta hesum fordómum og upplýsa teimum, ið hava slíkar fordómar, sigur Jacob Nossell. Alt í alt letur hann tó væl at danska samfelagnum og um­støð­ unum hjá teimum, ið bera brek. - Eg trúgvi tað er lættari at bera brek í Danmark enn í Føroyum. Danmark er størri, møguleikarnir eru fleiri og vit hava fleiri rættindi. Tað eru eisini fleiri danskir enn før­ oyskir borgarar, ið bera ymisk brek. Men hetta sigi eg við tí fyrivarni, at eg havi aldrin verið í Føroyum, sigur Jacob Nossell. Framíhjárætt Í tólv ár hevur Jacob Nossell ferðast kring Danmark og greitt frá hvussu tað er at liva einum breki. Gjøgnum sjónvarp, upplýsingarátøk, lýs­ing­ ar og fyrilestrar hevur hann sett spurn­ing við hvat eitt brek er, og víst á hvussu tað er at bera brek í danska samfelagnum. Í 2010 fekk hann handað Spastik­ erforeningens Spastikerpris og í 2014 Vanførefondens Opmuntr­ ings­pris, men spurdur um sin leik­ lut sum ein fyrimynd fyri onnur menn­iskjur, er hann skjótur at vísa á, at hann hevur nøkur framí­hjá­ rætt­indi, ið onnur, sum eru í somu støðu, ikki hava. - Eg fái av og á at vita, at eg eri ein fyrimynd fyri onnur, og nógv fólk lata frætta frá sær, at tey hava hoyrt mín boðskap, og at hann hevur hjálpt á onkran hátt. Tað eri eg glaður fyri, men man má held­ur ikki gloyma, at eg havi tann framí­ hjá­rætt, at eg kann tosa. Tað eru nógv, ið bera eitt brek, ið hava eitt nógv verri lív enn eg. So fólk kunnu gott síggja upp til mín, men man má hava í huga, at eg kann gera tað, ið eg geri, tí eg eri betri fyri enn so nógv onnur, sigur Jacob Nossell. Torført í smærri samfeløgum Sunnudagin fer hann á pall í Løks­ høll, tá Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum hátíðarheldur Al­ tjóða brekdagin. Har fer hann mill­ um annað at tosa um inklusjón og lívs­góðsku. - Eg gleði meg. Føroyar eru eitt lítið oyggjasamfelag, og tá man kemur úr einum so lítlum sam­ felagi, so er tað týdningarmikið, at vera opin yvirfyri hvørjum øðrum og niðurbróta fordómarnar, ið vit øll hava, sigur Jacob Nossell. Hóast hetta er fyrstu ferð, at Jacob Nossell vitjar oyggjarnar, so kennir hann eitt sindur til um­ støð­urnar her á landi hjá teimum, ið bera brek, tí hann hevur føroysk vin­fólk, ið hava greitt frá teirra upp­livingum. - Tá eg var yngri hevði eg eina vinkonu úr Føroyum, ið eisini hevði CP. Hon segði mangan, at uppvøksturin kundi vera rætti­ liga ringur í hesum lítla oyggja­ sam­felagnum, tí tá man ikki er sum hini, so er tað torført goyma seg í einum lítlum samfelagi, sigur Jacob Nossell. Tí metir hann, at tað er so týdn­ ingarmikið, at vit ikki goyma okk­ ara trupulleikar, men eru opin og sonn um teir. At vit tora viðganga fyri okkum sjálvum og øðrum, at vit øll hava okkurt, ið vit bera upp á. - Tá er í slíkum førum, at tað er týdningarmikið at hava í huga, at vit øll hava okkurt, ið vit stríðast við. Eg trúgvi tað hevði hjálpt nógv­ um bólkum í Føroyum, um man var opin um hetta. Nógv koma til mín og siga, at tey stríðast við hesum ella hasum, men fara síðan út aftur í sam­felagi og royna at vera tað, ið vit kalla fyri vanlig, sigur Jacob Nossell og leggur afturat. - Verðin hevði verið eitt so nógv betri stað, um øll vóru opin um tað, ið vit stríðast við. Tað hevði gjørt, at hóast okkara manglar, so hevði vit ikki kent okkum so einsamøll, tí vit eru øll í somu støðu. Um vit tora at vísa okkara veikleika, so finna vit út av, at onnur eisini eru veik. ØLL EITT BREK - Eg blívi keddur, tá fólk siga at eg eri brekaður. Eg beri eitt brek, men eg eri ikki brekaður. Tað er ein týdningarmikil munur - Tað er okkara ábyrgd, ið bera eitt brek, at royna at møta hesum fordómum og upplýsa teimum, ið hava slíkar fordómar - Tað er okkara ábyrgd, ið bera eitt brek, at royna at møta hesum fordómum og upplýsa teimum, ið hava slíkar fordómar