Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 140 22 F yrsti Handilsskúlin var stovn­aður á Tvøroyri í 1933. Ernst Hansen stovnaði Tekniska skúla í 1932 og Handilsskúla í 1933. Ernst, sum var dani, var realskúlalærari frá 1924 til 1947, tá ið hann flutti til Odense. Skúlaárið 1936-37 var Handilsskúlin í Havn stovnaður sum deild av kommunala kvøldskúlanum, og árið eftir, 1937, var handilsskúli stovnaður í Klaksvík. Í 1961 kom Vágs Handilsskúli. Árið eftir kom Fuglafjarðar Handilsskúli. Priv­ at­ur kvøldskúli varð skipaður í Havn í 1926. Tíggju ár seinni varð Tórshavnar Handilsskúli stovn­ aður. Hin 4. oktober í 1967 blivu Føroya Keypmansskúli, Klaksvíkar Handilsskúli, Vágs Handilsskúli, Tvøroyrar Handilsskúli og Fuglafjarðar Handilsskúli lagdir sam­an í ein stovn undir navninum Føroya Handilsskúli. Seinni komu deild­ir í Vágum, Vestmanna og Tvør­oyri. Skúlin í Marknagili - treiskni og nøkur frímerkir Hugskotið at byggja í Marknagili spratt í 1974 í sambandi við, at álitið “Mål, strategi og byggeplaner for 70’erne” varð skrivað. Vit kunnu serliga takka tveimum monn­ um fyri, at vit fingu skúlan í Marknagli so skjótt. Annar var tá­ver­andi formaðurin í stýrinum, Jógv­an Sundstein og hin var Heð­in Samuelsen stjóri á Føroya Handils­ skúla. Teir arbeiddu líka frá fyrst í sjeyti­árunum at fáa skúlanum ein bygning. Tað gekk rættiliga striltið, men verulig gongd kom á fyrst í átta­tiárunum. Á einum fundi í Køge á vári 1981 fyri handilsskúlar í ríkjafelagsskapinum var ein íð­in frímerkjasavnari, sum var for­mað­ urin í HK og “Bygge- og strukt­ur­ ud­valget”. Haðani høvdu Heðin og nevndin longu fingið at vita, at illa lá fyri at fáa umsóknina játtaða. Nú vóru góð ráð dýr. Heðin fann tí uppá at hava nøkur frímerki, sum pápi hansara hevði savnað, við sær, setti seg við barrdiskin soleiðis av tilvild við síðuna av Bentzon – soleiðis æt hann – og setti seg at kanna frímerkini uttan at gera vart við seg. Við eitt sigur Bentzon. “Må jeg se?” “Gerne!” var svarið. “Meget inter­essant,” var tað næsta, hann segði. “Vil du ha’ dem?” sigur Heðin. “Må jeg virkelig?” “Ja, ta’ dem bare. Dem har jeg ikke forstand på allige­ vel.” Viku seinni fekk hann takk­ arbræv, eina forvitnisliga bók, og tríggjar vikur eftir hevði “Bygge- og strukt­urudvalget” givið fíggj­ arnevnd Fólkatingsins til­mæli um at játta pening til at byggja í Marknagili. Hin 17. august 1983 byrjaði skúlagongdin. Fleiri av næm­ingunum, ið gingu á skúl­an­ um, komu av bygd. Tað gjørdist greitt, at onkur mátti hýsa hesum, tí at ferða­sambandið ikki var so gott. Tað bleiv avgjørt at byggja eitt næm­inga­heim undir Fjalli; hetta heimið kom 1.januar í 1988. BÓK UM FØROYA HANDILSSKÚLA 1986-2016 Handilsskúlin sum stovnur er ikki til longur, skúlin er lagdur undir Glasir. At lýsa Føroya Handilsskúla er ikki lætt, tí at virksemið hevur verið ómetaliga fjølbroytt øll árini. Umframt kvøldskúla og dagskúla er so mangt annað farið fram á skúlanum næstan allan sólarringin. Aftur at miðnámsútbúgvingum hevur skúlin skipað fyri hægri útbúgvingum. Skeiðvirksemi hevur verið partur av virkseminum líka síðan 1980, onkuntíð meiri og onkuntíð minni. Við eitt sigur Bentzon. “Må jeg se?” “Gerne!” var svarið. “Meget inter­ essant,” var tað næsta, hann segði. “Vil du ha’ dem?” sigur Heðin. “Må jeg virkelig?” “Ja, ta’ dem bare. Dem har jeg ikke forstand på allige­vel.” Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Tórður Johannesarson Lærari á Glasi og ritstjóri og samskipari av bókini TÍÐARGREIN