Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 140 23 Handilsskúli á Kambsdali Ætlanir um at byggja handilsskúla á Kambsdali vóru longu frammi í sjeytiárunum og staðsetingin var eisini nevnd tá. Fuglafjarðar komm­una lat skúlanum 10.000 fer­metrar ókeypis. Bygningur var tikin í nýtslu 3. januar í 1990. Í 2015 varð Føroya Handilsskúli á Kambs­dali lagdur saman við Før­ oya Studentaskúla og HF-skeið í Eysturoy í nýggjan depil, sum hev­ ur fingið navnið Miðnám á Kambs­ dali og Klaksvíkar HF-skeið. Útbúgvingar á Føroya Handilsskúla Í 1936 tók fyrsti árgangurin “Stats­ kontroleret Handels­med­hjælp­er­ eks­amen uden fremmede sprog,” rópt HMX. HMX-prógv vóru tikin líka upp í nítiárini, men minkaði nógv, tá ið FHS kom í 1983. Í bókini verður greitt frá um søguna hjá FHS, og at henda útbúgvingin kom bæði á skúlanum hjá ALV og í Suð­uroy fyrst í nítiárunum. Heðin Samuel­sen hevði frá byrjan ynskt at hava HH, og hann arbeiddi hart fyri at fáa hægri handilsskúla. Í bók­ini verður fortalt um søguna um HH, sum upprunaliga er ein donsk útbúgving. Í 1978 bleiv fyrsti flokk­urin tikin inn, og hann helt til í tá­verandi Fiskasøluni yvir við Strond. Skúlin hevur eisini í mong ár skipað fyri lærlingaútbúgvingum. Í mong ár var eisini gjørligt at taka merkomonútbúgvingar. Eis­ ini skipaði skúlin saman við pen­ inga­stovnunum fyri banka­skúla og spari­kassaskúla í áttatiárunum. Seinni árini hevur verið gjørligt hjá næm­ingum at taka hægri útbúgv­ ing­ar á m.a. diplomstigi. Skeiðvirksemi Skeiðtænasta var skipað í 1988. Longu í 1980 var ein roynd gjørd av tá­verandi leiðslu, men undir­tøk­an var ikki nóg góð. Ragnar Magnus­ sen, táverandi stjóri, og stýrið fyri skúl­an tóku stig til at stovna eina skeið­tænastu, fyrsti leiðarin var Sonja Oyrabø Petersen. Tað gekk sera væl við Skeiðtænastuni líka frá byrjan, og hon vann heilt fitt av pen­ingi. Talan var um skeið av øll­um møguligum slagi, m.a. fyri ferða­leiðarar, mvg-skeið, teldu­ skeið o.s.fr. Okkurt árið vóru 400 skeið hildin. Um aldaskiftið minkaði skeiðsvirksemið rættiliga nógv, so stjórarnir og stýrini á Handils­skúlanum og Tekniska skúla avgjørdu í 2001 at skipa felags skeiðvirksemi, sum fekk navnið Skeiðsdepilin. Innovatión á Føroya Handilsskúla Í einum skúla eru altíð avbjóðingar, tí fylgjast skal alsamt við tíðini. Ikki er altíð skilagott at dúva upp á gamlar loysnir og arbeiðshættir. Undir kreppuni fyrst í nítiárunum tók skúlin samfelagsábyrgd og beyð saman við Arbeiðsloysisskipanini ungum arbeiðsleysum at taka skeið fyri at aktivera tey. Skúlin hevur líka síðan byrjan lagt dent á at gera dygdargott undirvísingartilfar á føroyskum. Innan handilsmál hevur Handilsskúlin vunnið okk­ um eitt máløki. Hesi árini hava lær­arar skúlans givið yvir 20 bøk­ ur út. Oddamenn hava verið Heð­in Samuel­sen, Annfinnur Zacharias­ sen og Olav Absalonsen. Leiðslan á Handilsskúlanum hevur gingið høgt uppí eftirmeting. Næmingar krevja opinleika, og skúlin hevur síðan 2008 kunnað næm­ingar við skúlaársbyrjan um, hvussu ársmet verða givin. Eis­ini hevur skúlin í eina tíð havt karakt­erfría undirvísing. Við hes­ um hevur verið roynt at flyta fokus frá próvtølum til læring. Fyri fýra árum var skjøtul settur á ein net­ blað við fakligum tilfari, sum er komið regluliga út øll hesi árini, og nevnist tað Miðnámsrit. Millumtjóða samstarv Síðan 1963 hevur Føroya Handils­ skúli havt umboð við á ár­ligu stevnunum hjá SIEC, sum er alheims felagsskapur, ið hev­ur til endamáls at menna handils­und­ ir­vísing. Eisini hevur skúlin verið við í NKH, hvørs endamál er at økja samvinnu í norðurlondum og skapa samband millum leiðsl­ ur. Føroyingar luttóku fyrstu ferð á NKH-fundi í 1977. Føroya Handils­ skúli hevur verið sera virkin í Norð­pluss, sum varð stovnað í 1988. Handils­skúlin í Havn kom upp í skip­anina fyrst í nítiárunum. Hesi sam­størv hava verið mennandi fyri lær­arar, og hava teir fingið góðan íblást­ur, sum er komin skúlanum til góð­ar. Ungt virki hevur verið eitt til­ boð til næmingar síðan skúlaárið 1996/97. Vinnararnir í Føroyum hava luttikið í donsku finaluni hjá YE í Keypmannahavn. Eitt hædd­ arpunkt mundi vera, tá ið Herman, Rani og Tórur vunnu í Danmark og komu víðari til London, har felagið hjá teimum Atlantic Sea Salt var tað virkið, sum møguligir íleggjarar helst vildu gera íløgur í, og sum hevði besta møguleikan at standa seg. Teir fingu virðislønina “Best Business Model Award.” Handilsskúlin partur av Glasi Um stutta tíð fara vit inn í Glasir. Byggilistarliga verður, eins og í okkara skúla, lagt upp til opinleika, og at tann skúlamentan og teir førleikar, sum Føroya Handilsskúli hevur bygt upp hesi mongu ár, fáa innivist í tí nýggja, glæsiliga skúladeplinum í Marknagili. Gott samskifti við vinnuna, samfelagið alt, aðrar útbúgvingarstovnar og útheimin er avgerandi fyri hesa verkætlan. Vit kunnu eisini fegn­ast um, at bygningurin, har Handils­skúlin helt til, verður partur av Glasi. Starvsfólk á Kambsdali og í Havn til felags arbeiðsdag í 2013. Herman, Rani og Tórur TÍÐARGREIN