Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 140 24 Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Poul Michelsen Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum TÍÐARGREIN S um grannar í Norð­ur­atl­ antshavi hava Før­oy­ar, Grønland og Ísland sjálv­ andi fleiri felags áhuga­ mál og samstarva á nógv­um økj­ um. Arktis. Samhandil. Fiski­veiða. Vit eru ikki limir í ES. Ferða­vinn­an veksur við rúkandi ferð um okk­ ara leiðir. Okkara granna­tjóð fyri sunnan er á veg úr ES, og tað fer at hava stóra ávirkan á viður­skift­ini í Norðuratlantshavi. Døm­ini eru fleiri. Samstarvið í Útnorðri hevur nógv ár á baki og fleiri samtyktir og avtalur eru gjørdar hesi ár­ini. Fyri at leggja samstarvið í eina fasta legu, skrivaðu utt­an­rík­is­ ráðharrarnir Guðlaugur Guð­ laugsson, Erik Jensen fyri Suku K. Fredriksen og eg undir eina einfalda semju 31. august í ár. Vit trý vóru satt at siga samd um, at tað er ein skylda mótvegis okk­ ara londum og landafrøðiliga granna­lagi at samstarva væl í ein­um skipaðum karmi. Neyvt sam­starv verjir og fremur okkara egin­áhugamál og felags áhugamál í út­norðurhøpi. Mótvegis okkum sjálv­um og umheiminum. Stutt eftir at semjan var gjørd, komu harraboð úr danska utt­ anríkisráðnum um, at tey góð­ taka ikki avtaluna. Verður hon ikki broytt, fer danski utt­an­ríkis­ ráðharrin at boða Íslandi frá, at Útnorðuravtalan ikki hev­ur rættarvirknað. Danir meta, at Før­ oy­ar og Grønland eru farin út­um heimildirnar í uttan­ríkis­pol­itksu lógini við at undirskriva eina avtalu við annað land uttan margháttliga forstavilsið “Kongeriget Danmark for såvidt angår.” Harumframt DANMARK ÆTLAR AT STEÐGA FØROYSKUM VIRKSEMI Í ALTJÓÐA SAMFELAGNUM Enn einaferð gongur sjón fyri søgn, at Danmark er ein fótongul fyri uttanríkispolitiskum framstigum hjá Føroyum. Tað seinasta er ein fráboðan frá danska uttanríkisráðharranum um, at Grønland, Ísland og Føroyar ikki sleppa at samstarva við støði í nýggju samstarvsavtaluni landanna millum, tí hann fer at ógilda avtaluna. Tað er ikki bara eitt politiskt ynski, men ein skylda móti fólkinum og vinnuni í Føroyum.