Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 140 25 hava danir heft seg við, at avtalan fevn­ir um “onnur mál av felags áhuga” og “uttanríkispolitikk,” sum ikki eru yvirtikin málsøki. Hyggja vit nærri at avtaluni, er hon í roynd og veru ein politisk yvirlýsing. Og hvønn Føroyar koma ásamt um politiskar yvirlýsingar við, gera vit einsamøll av. Munurin á eini avtalu og eini yvirlýsing er, at avtalan ber í sær ávísar skyldur og ávís rættindi. Útnorðuravtalan er ikki annað enn ein neyv yvirlýsing, sum ber heitið avtala. Hon áleggur ikki Føroyum nakrar serligar skyldur ella veitir okkum serlig rættindi. Eg havi á fundi og í brævaskifti við Anders Samuelsen, danska utt­anríkisráðharran, sagt, at vit alla tíðina hava mett avtaluna at vera somikið óítøkiliga, at hon er at rokna sum ein yvirlýsing. Ein karmur at kjølfesta neyvari sam­ starv í. Vit síggja hetta sum ein spurning um at reka politikk. Um innihald. Heldur enn at viðurkenna tað, heft­ir danski uttanríkisráðharrin seg við einstakar orðingar við støði í eini strangari tulking av utt­an­ríkispolitisku lógini. Politiski veru­leikin verður skúgvaður til viks, og løgfrøðiligir múrar verða nýtt­ir sum undanførsla. Tað er trupult at taka ein mót­ part í eini ósemju fyri fult, tá hann hvørki er til at høgga ella stinga í. Við at døma tað ólógligt at semjast um at hittast at umrøða mál, sum Før­oyar, Grønland og Ísland hava til felags, sær Anders Samuelsen trøll á alljósum degi. Semjan er ikki annað enn eitt natúrligt fet ímóti skipaðum samstarvi, nú heimurin lítur norðureftir. Uttanríkispolitiska lógin er eitt haft um beinið á Føroyum. Vit sleppa ikki at verja og fremja okk­ara egnu áhugamál úti í heimi. Tað er danska mótstøðan ímóti Út­norðuravtaluni enn eitt talandi dømi um. At haftið verður táttað, so vit ikki fáa flutt okkum. Vit hava ferð eftir ferð hoyrt dansk­ar myndugleikar – við sjálv­ um forsætisráðharranum á odda – tosa um javnbjóðis samstarv mill­um Danmark, Grønland og Før­oyar. Men eg má eftir tvey ár í lands­stýrinum ásanna, at vit als ikki eru javnbjóðis partar. So seint sum fyri einum mánaði síðan varð danska grundlógin brúkt sum forð­ ing fyri, at Føroyar fáa lima­skap í Norð­urlandaráðnum. Fyri okkum er talan um eina einfalda semju við Grønland og Ís­land um at arbeiða víðari við eini røð av málum, ið kunnu gagna okkum. Ikki um eina roynd við be­ rádd­um huga at fara útum okkara heimildir. At halda fast um, at semjan mill­ um londini í Útnorðri er at meta sum ein bindandi sáttmáli eftir fólka­rætti og eigur at viðgerast har­eftir, er at skjóta spurvar við kan­ónum. Tí haldi vit fast um avtaluna. Og tá ítøkilig stig til samstarv verða tikin, ætla vit, sum ásett, at kunna danir um hetta. Nú útlit eru fyri, at danska Utt­ an­ríkisráðið fer at gera okkum ómyndig við at steðga eini semju við tvey onnur lond, er stundin kom­in veruliga at endurskoða utt­ an­ríkispolitisku lógina. Ongantíð ov skjótt. Føroyar hava ikki ráð til danskt smá­sinni og formligt erkvisni í uttanríkispolitiskum viðurskiftum longur. Vit hava tørv á og rætt til at røkja okkara egnu áhugamál mót­ vegis øðrum londum. Tað er ikki bara eitt politiskt ynski, men ein skylda móti fólkinum og vinnuni í Føroyum. TÍÐARGREIN • Í uttanríkispolitiskum við­ur­skift­um hava Føroyar og Danmark fleiri mótstríðandi áhugamál. Sum ES limaland hevur Danmark heilt onnur áhugamál í spurninginum um Brexit enn Føroyar. Tað sama ger seg galdandi í fiskiveiðihøpi. Tí er tørvur á, at Føroyar sleppa at røkja uttanríkismál betur og við víð­ari heimildum. • Í Fámjinsskjalinum stendur, at Føroyar eiga at verða tiknar upp­á ráð í stórpolitiskum og trygd­arpolitiskum spurningum. Tað er undantakið heldur enn regl­an, at Føroya fáa kunning um donsk trygdar- og verjupolitisk átøk. Tí sendi Poul Michelsen danska utt­an­ríkisráðharranum áheit­an um hetta í januar í 2016. Uttan­ríkis­ráðið hevur ikki svarað bræv­in­um enn. • Føroyar kunnu gera fólka­rætt­ar­ligar sáttmálar við onnur lond, tá talan er um yvirtikin málsøki. Til dømis handilssáttmálar, fiski­veiði­semjur og heilsufrøðiligar avtalur um út- og innflutning av matvørum. Treytin er, at vit undirskriva vegna ríkið við forstavilsinum “Konge­riget Danmark for såvidt angår Færøerne.” • Útnorðuravtalan ella Co­opera­tion Agreement, sum hon eitur, er ein semja millum Ísland, Grønland og Føroyar um at samstarva um felags áhugamál, sum til dømis at fremja samhandil. • Í semjuni stendur, at uttan­ríkis­ráð­harrarnir í teimum trimum lond­ unum skulu hittast minst eina­ferð um árið. Neyvari ætlanir um ítøkilig samstarvsátøk koma ráð­harrarnir ásamt um á árligu fund­unum. Føroyar hava ikki ráð til danskt smá­sinni og formligt erkvisni í uttanríkispolitiskum viðurskiftum longur