hósdagur 30. november 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 140
29
Fiskimálaráðið
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum,
vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um
framleidnið í føroyskari fiski vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og
samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast
til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:
• Burðardyggur fiskiskapur
• Royndarveiða og virðisøking av fiski
• Búskaparlig og samfelagslig
menning av fiskivinnuni og
førleikamenning í øllum liðum
Serligur dentur verður lagdur á, at:
• Vinnan tekur lut í verkætlanini
• Eginfígging, onnur fígging og
samfígging er skjalfest
• Samstarv er við samstarvsfelagar í
Føroyum (almennar og/ella privatar)
og/ella uttanlands.
• At verkætlanin er skipað við einum
stýrisbólki at fylgja við gongdini
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar
kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Fiskivinnuroyndir kann í hesum umfari útluta
7,2 mió. kr. komandi ár til nýggjar og verandi
verkætlanir.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá
vinnuni at søkja um stuðul til setan av
vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu
økir við fígging upp til 50%. (max. 300.000
kr. um árið í 3 ár).
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar
verkætlanir ber til at seta seg í samband við
samskiparan um hetta. Áhugaði eru eisini
vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre,
samskipara, við møguligum spurningum.
Tel. 35 30 30 / fartel. 55 32 48 ella til
jakupmo@fisk.fo
Umsóknarfreistin er mánadagin
4. desember 2017, kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Samskiparin í fiskivinnugransking
P.O.Box 347
Yviri við Strond 15
FO-110 Tórshavn
Meira fæst at vita:
Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar
og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu
okkara www.fvg.fo
FISKIVINNUROYNDIR 2018
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2018.
Lýsing eftir umsóknum
Fyrilestur um hjartasjúkur hjá børnum
Jesper Steensberg, yvirlækni og serlækni í
hjartasjúkum hjá børnum, heldur fyrilestur um
hjartasjúkur hjá børnum, og m.a.:
Hvat vil tað siga
at fáa eitt hjartasjúkt barn?
Hvat skulu vit sum avvarðandi
hugsa um og minnast til?
Tiltakið verður hósdagin
7. desember 2017 kl. 10.00
í MBF húsinum á Íslandsvegi 10c í Havn.
ØLL ERU VÆLKOMIN
Fyrilestur
um hjartasjúkur
hjá børnum
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
Sjúkrarøktarfrøðingur til Uttanlandstænastuna
Umsóknarfreist 12.des. 2017
Sálarfrøðingur til farloyvisstarv
Umsóknarfreist 24. nov. 2017
Sálarfrøðingar til Psykiatriska depilin
Umsóknarfreist 8. des. 2017
Kostrøktarstarvsfólk til køkin
Umsóknarfreist 6. des. 2017
Introduktionsstilling i Intern medicin
Umsóknarfreist 12. des. 2017
Verkætlanarleiðari til THS
Umsóknarfreist 6. des. 2017
Sjúkrarøktarfrøðingur til G4/A3
Umsóknarfreist 15. des. 2017
Sjúkrarøktarfrøðingar til B8 (avloysarastarv)
Umsóknarfreist 17. des. 2017
Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo
Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00 · Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo
www.krosstein.fo
Vit leita eftir tær sum hevur hug at
royna eina spennandi og avbjóðandi
skrivstovuútbúgving.
Í lærutíðini fært tú innlit og upplæring
innan bókhald, keyp og sølu, fyriskipan
og øðrum skrivstovuarbeiði, har góðir
møguleikar eru fyri persónligari menning í
einum vælvirkandi arbeiðsumhvørvi.
Hevur tú FHS er lærutíðin 3 ár og hevur
tú HH er lærutíðin 2 ár. Lønin er sambært
galdandi sáttmála við S&K.
Um teg:
Tú hevur HH ella FHS prógv. Tú hevur góð
samstarvsevnir, ert ágrýtin og dugir væl at
arbeiða sjálvstøðugt.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin til starvið er fríggjadagin
20. desember 2017.
Starvið verður sett skjótast tilber.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda
sær til Niklas Samuelsen, tlf. 344691,
teldupostur niklas@krosstein.fo.
Umsóknir við prógvum og C.V. skulu
sendast til niklas@krosstein.fo ella:
P/f Svend Krosstein
Falkavegur 6
Postboks 3229
110 Tórshavn
Viðmerkt: Starvsumsókn
Um okkum
P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í
støðugari menning og við okkara 23
dugnaligu starvsfólkum, bjóða vit skjóta
og góða tænastu til okkara viðskiftafólk
um alt landið. Sum størsti HVS handil
og heilsøla í landinum, veita vit tilfar,
tænastur og ráðgeving innan grøna orku,
vatnveiting, hitaverk, sanitet og ventilatión.
Harumframt hava vit eitt stórt úrval av
veiðireiðskapi til brúks á sjógvi og landi.
Skrivstovulærlingur
Grafix 504251
P/F Svend Krosstein leitar eftir lærlingi, ið brennur fyri avbjóðingum innan handilsyrkið.
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á
fyrst og fremst
www.in.fo