Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 140 28 ÍTRÓTTUR: Hondbóltur Mansliðið hjá Neistanum, sum ikki hevur verið millum toppliðini seinnu árini, er nú greitt oddalið, meðan kvinnuliðið, sum hevur verið í at kalla øllum finalum seinnu árini, er við at missa sambandið við oddin TVÆR ÓVANLIGAR ÚTGÁVUR AV NEISTANUM TRÓNDUR ARGE – VESTMANNA M ansliðið hjá N e i s t a n u m hevur seinni árini verið ein millumvøra, har liðið til tíðir kann spæla upp ímóti teimum bestu, men samstundis kann tapa móti øllum. Til hetta kappingar­ árið er vend komin í. Liðið tykist væl skipað undir leiðslu av Jeppe Borch og Ras­mus Søby, sum stýrir væl á vøllinum. Mikukvøldið vann Neistin heili 36-28 í Vestmanna, meðan hoyvíkingar taptu óvænt­að fyri KÍF. Úrslitið setur mansliðið hjá Neistanum í eina heldur óvanda støðu, tí liðið er nú fýra stig fremst í FTZ-deild­ ini. Tað er langur verður á mál og kappingin er ikki kom­in í helvt enn, men sjálvandi vilja vit vera har, sum tað er stuttligt, sigur Høgni Zachariassen, sum skoraði seks ferðir móti barn­dóms­felagnum, VÍF. Hetta er fyrstu ferð, at eg spæli aftur í Vestmanna, síðani eg skifti til Neistan. Tað eru fleiri orsøkir til, at eg skifti. Millum annað búgvi og arbeiði eg í Havn. Tá so Rói Berg Hansen fór til Danmarkar at spæla, so manglaði Neistin eitt vintra vong, sigur Høgi Zachariassen. Besta hálið gjørdu neista­ menn, tá teir skoraðu trý tey fyrstu málini í seinna hálvleiki. Frá 16-18 til 16-21. Vestmenningar megnaðu ongan­tíð at svara ordi­liga aftur. Tað endaði við, at Neist­in lættliga kundi spæla dyst­in heim. Ein sermerkt løta var, tá Nicholas Satch­well í mál­num hjá Neista­num gjørdi tríggjar bjarg­ingar upp slag. Ein stað­ festing av, at vest­menn­ingar ikki fóru at fáa nakað. Tað sást eisini, at VÍF er uttan stinna málverjan, Mladen Mjerimacka, sum hevur meiðslað sær knæið. Helst spælir hann ikki aftur fyri nýggjár, men tað er ein møguleiki fyri tí, um alt spælir væl av. Hoyvíkingar fullu í Kollafirði Stóru FM favorittarnir úr Hoyvík, H71, taptu óvæntað fyri KÍF í Kollafirði. Koll­ firð­ingar hava fingið eina vána­liga byrjan upp á kapp­ ingar­árið og liggja niðast, tá spælararnir renna inn á vøllin. Tað er eisini lítið, sm bendir á, at heimafólkið skal hava nakað at fegnast um, tá H71 skoraði til 5-0. Síðani tók KÍF yvir og sendi ein bólt fyri og annan í málið. KÍF fór til hálvleiks við eini leiðslu upp á 13-10. Avgerðin fall ikki fyrr enn í evstu løtu, tá kollfirðingar megnaðu at halda eitt máls­leiðsluna seinastu tveir minuttirnar. Ein av um­talaðu støðunum var, tá hoyvíkingar lupu á við fullari manning, meðan mál­verjin fór út at sita. Tað kostaði tvey mál skjót mál. Sigmundur Nolsø, striku­ spælari hjá H71, viðgngur eisini at løtan var dýr. -Jú, tað er ein dýr løta hjá okkum, tí teir fáa tvey skjót mál. Tað er nokk tað teir vinna uppá, sigur Sig­ mundur Nolsø. KÍF vann 26-25. Á Skála gjørdi Team Klaksvík bart og vann 28- 23. Skálamenn vóru væl við ein stóran part av dystinum, men tað vóru klaksvikingar, sum fóru avstað við øllum. Við sigrinum hevur Team Klaksvík yvirhálað VÍF á triðja plássinum. Ikki at kenna aftur Kvinnuliðið hjá Neistainum, sum er suverent mest vinn­ andi liðið søguliga, er í eini nýggjari støðu í ár. Fleiri spælarar eru vekk og talan er um fleiri ungar spælarar, sum skulu spælast á liðið. Tað var nokk til at leggja trýst á í løtum, men royndu spælararnir hjá VÍF fóru altíð at vinna hendan dystin. -Eg haldi at vit orka betri. Tær klára ikki at steðga okkum, tá vit fara í álop móti enda­num, sigur Marianna H. Jacobsen, toppskjútti hjá VÍF á degnum. Fyri Marjuna F. Danberg er støðan nýggj. Neistin hevur nú tapt tveir dystir greitt og liggur á fjórða plássi. Hon ásannar at langt er á mál í løtuni. Meðan sigursvanda neista­liði hjá kvinnunum ikki er við í oddastríðnum, so tykjast menninnir hava sett øll segl móti eini FM-finalu. TRONDUR@SOSIALURIN.FO. FTZ deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 Neistin 12 314 272 42 19 2 H71 11 291 274 17 15 3 Team Klaksvík 11 256 273 -17 12 4 VÍF 10 300 298 2 10 5 Kyndil 10 236 235 1 9 6 StÍF 11 285 306 -21 6 7 KÍF 11 278 302 -24 5 Hvonndeildin støðan NR. LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 VÍF 10 304 214 90 19 2 VB 11 300 221 79 18 3 Kyndil 10 273 198 75 16 4 Neistin 12 278 288 -10 11 5 H71 10 217 250 -33 6 6 Stjørnan 10 211 256 -45 4 7 StÍF 11 151 307 -156 0 VÍF – Neistin 28-36 (16-18) VÍF: Filip Jojic 8, Bjarti Hansen 6, Julian Olsen 5, Jón Muller 4, Andrias Eriksen 1 Neistin: Rasmus Søby 7, Høgni Zachariassen 6, Torkil Hentze 5, Rune Olsen 5, Pál Nicalssen 4, Jónsvein Dulavík 4, Tróndur Kragesteen 2, Pætur Mikkjalsson 2, Djóni Højgaard 1 StÍF – Team Klaksvík 23-28 (11-13) StÍF: Jóannes Prestá 6, Allan Norðberg 5, Djóni Petersen 3, Jógvan G. Joensen 3, Martin Danielsen 2, Pætur Johansen 2, Eyðbjørn Eiriksson 1, Pætur Ó. Joensen 1 Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 10, Finnur Hansson 5, Hørður F. Sigtórsson 5, Birgir Poulsen 4, Vilhelm Vilhelmsen 3, Petur Martin Eliasen 1 KÍF – H71 26-25 (13-10) KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Rúni Joensen 8, Janus Jakobsen 4, Andrias Nielsen 3, Ási Dam 2, Jákup Trygvason 1 H71: Hilmar Leon Jakobsen 7, Vilhelm Poulsen 4, Leivur Mortensen 3, Hans Kári Hansen 3, Rúni V. Højgaard 2, Pætur Thomsen 2, Mark Marcher 1, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsøe 1, Andor Sivertsen 1 VÍF – Neistin 31-22 (12-9) VÍF: Marianna H. Jacobsen 9, Agnas Olsen 5, Durita Jojic 4, Liljan Durhuus 3, Randi Virgarsdóttir 3, Kathe Frederiksen 2, Ingibjørg Olsen 1, Sarah B. Bjerg 1 Neistin: Eir Berg 5, Daniella Joensen 5, Fríða á Dunga 3, Marjun F. Damberg 3, Ingun Persson, Nicoletta Hansen 1, Drós Ragnarsdóttir 1, Stine Madsen 1, Rannvá Hanusson 1