mánadagur 4. desember 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. desember 2017 · Nr. 141
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvønn bý kundi tú hugsað tær at vitja?
– Eg gangi ikki dagliga og droymi um tað, men eg
kundi hugsað mær at uppliva New York – tað man vera
nakað heilt annað enn Leirvík.
Hvar er tín yndismatur?
– Føroyskur matur er tað besta, og einki slær ræst kjøt.
Eyðun Klakstein
Tá ið Leirvíkar og Gøtu komm
unur nýggjársdag 2009 løgdu
saman, peikaði meirilutin av
limunum í nývalda kommunu
stýrinum í Eysturkommunu á
leirvíkingin Jóhan Christiansen
sum nýggjan borgarstjóra.
Borgarstjórarnir, sum høvdu
havt leiðsluna av kommununum
í Leirvík og Gøtu í teirra endatíð,
vórðu báðir afturvaldir í nýggja
kommunustýrið, men skiftistíð
in hevði við sær, at nýggjur per
sónur varð settur í stólin sum
borgarstjóri í nýggju kommun
uni.
Síðani hava tvey kommunu
val verið, og báðar ferðir var
Jóhan Christiansen afturvaldur
sum borgarstjóri. Hann situr so
statt á 10. ári í ovasta politiska og
umsitingarliga sessinum í Eyst
urkommunu, har 2041 fólk búgva
sambært seinastu uppgerðini
hjá Hagstovu Føroya.
– Eg trívist sera væl sum
borgarstjóri. Hetta er ein livandi
kommuna við góðum fólki, sum
vilja nógv og bakka væl upp. Eg
havi hug at siga, at fólk í komm
ununi eru við uppá tað, sigur
Jóhan Christiansen.
Eysturkommuna er millum
størru kommunurnar í landin
um, og næsta ár verða inntøkur
nar hjá kommununi mettar til at
verða góðar 111 milliónir krónur.
Góð samanlegging
Tað var á heysti í 2004, at Jóhan
Christiansen, sum tá var fíggjar
leiðari á Høvdavirkinum í Leir
vík, fyrstu ferð stillaði seg fram
at fáa fólksins dóm í politikki.
Hann stillaði upp á kommunu
valinum, sum gjørdist tað sein
asta í Leirvíkar kommunu sum
sjálvstøðugari kommunu.
– Tað var tosað um, at tað
var trupult at fáa fólk at stilla
upp, millum annað tí ósemjan
um vegin til Norðoyatunnilin
órógvaði illa. Eg hevði áhuga fyri
samfelagsviðurskiftum og polit
ikki, og eg segði eg, at kundi stilla
upp. Tað gekk so mikið væl, at eg
varð valdur í bygdaráðið, sigur
Jóhan Christiansen.
Eftir fýra ár hevði hann lagt
afturat sínum politiska mátti og
varð fyrstvaldur á fyrsta komm
unuvalinum hjá Eysturkomm
unu í 2008.
– Eg bleiv bitin av kommunal
politikki, og tá ið eg fekk møgu
leikan at bliva borgarstjóri í
samanløgdu kommununi, tók
eg av. Tað var ein nýggj byrjan,
og tí var helst gott hugskot, at
ein nýggjur persónur varð borg
arstjóri, sigur hann.
Jóhan Christiansen heldur, at
samanleggingin av Leirvíkar og
Gøtu kommunum hevur gingið
væl.
– Vit hava gjørt grundleggj
andi broytingar. Vit hava til
dømis lagt skúlar niður og lagt
saman, og aðrastaðni hevur tað
verið hart stríð um júst tað. Her
hava fólk sum heild tikið væl
undir við broytingunum og hava
stuðlað uppundir. Sjálvandi eru
tað onkur mál, sum ósemja hev
ur verið um, men yvirornað hev
ur tað gingið fyrimyndarliga við
samanleggingini, sigur hann.
Samstundis sum kommunur
nar í Leirvík og Gøtu vórðu lagd
ar saman, vórðu eisini fótbólts
feløgini løgd saman. LÍF og GÍ
blivu Víkingur, og júst Víkingur
hevur verið ein drívmegi í at
samansjóða fólk í bygdunum
báðum. Fótbóltur er tann stóra
ítróttargreinin í økinum, og góðu
úrslitini hjá Víkingi hava givið
fólki í samanlagdu kommununi
nógv at fegnast um saman.
– Víkingur hevur verið ein
sera týðandi viðspælari í komm
unusamanleggingini. Víkingur
er í sær sjálvum ein sólskins
søga í føroyskum fótbólti og
hevur avgjørt styrkt komm
unusamanleggingina. Gjøgnum
Víkingi hava vit sæð, at saman
kunnu vit nakað, sigur Jóhan
Christiansen.
Lítla lokalsamfelagið
Hóast Eysturkommuna er fjórð
størsta kommunan í landinum,
er framvegis talan um eitt lut
víst lítið lokalsamfelag, har fólk
kenna hvønn annan. Hjá mann
inum við politisku leiðsluni
kunnu bæði fyrimunir og vansar
vera við tí.
– Mær dámar væl tað lítla
samfelagið. Sum heild eru fólk
skilagóð og konstruktiv, men
um okkurt hjartasuff kemur,
taki eg tað ikki illa upp. So tosa
vit um tað og fara víðari, og eg
havi ongar trupulleikar við at
hyggja fólk í eyguni aftaná.
Tað kunnu koma onkur trupul
starvsfólkamál viðhvørt, men
tíbetur eru tey fá, og tey royna
vit at loysa eftir besta førimuni,
sigur Jóhan Christiansen.
– Eg havi hoyrt onkran nevnt,
at tað kann vera trupult at hava
ábyrgd í einum lítlum samfelag,
men eg eri helst tann týpan,
sum trívist væl við tí. Eg havi
tað eisini fínt við, at fólk eisini
í mínari frítíð síggja meg sum
borgarstjóra. Tað órógvar meg
als ikki, og eg viðurkenni, at eitt
borgarstjórastav er ikki frá átta
til fýra, sigur hann.
Borgarstjórin í Eysturkomm
unu heldur eisini, at nógvir fyri
munir er við tí lítla lokalsam
felagnum.
– Tú hevur fingurin á puls
inum, og veitst hvat hendir. Tú
kanst eftir stuttari tíð seta teg
inn í eitt mál og gera nakað við
tað. Tað er skjótt at reagera,
og tú ert tætt uppá fólk og av
bjóðingarnar hjá teimum. Tá ið
eldraøkið varð lagt út, nevndi
onkur, at nú komu trupulleik
arnir, sum kundu vera, sera tætt
uppá, men tað er nevniliga tað
góða, tí tá tú hevur ábyrgdina í
nærumhvørvinum ber til at gera
nakað skjótt, sigur Jóhan Christ
iansen.
Avbjóðingar
Eysturkommuna er mitt í bú
skaparligu framgongdini í Før
oyum. Økið er vinnusterkt, og
tað sæst eisini aftur í komm
unukassanum, har inntøkurnar
hava verið vaksandi í fleiri ár.
– Ein av okkara stóru avbjóð
ingum er at útvega grundstykki
til fólk, sum vilja seta búgv
her. Fólkavøksturin hjá okkum
kundi havt verið tvífalt so
stórur, um vit høvdu havt nokk
av
grundstykkjum
seinastu
árini. Men vit mugu bara við
urkenna, at vit vóru ikki klár til
eftirspurningin, sum av álvara
fór at økjast eftir 2010. Tað er ein
long og stundum trupul prosess
at gera útstykkingar, men vit
raðfesta veruliga hetta arbeiðið,
sigur Jóhan Christiansen.
– Vit hava fingið 26 grund
stykki í Syðrugøtu afturat í ár,
og næsta ár rokna vit við at fáa
40 grundstykki afturat – 18 vera
í Leirvík og 22 í Norðragøtu.
Samstundis arbeiða vit støðugt
við at útvega okkum meira jørð
til at gera útstykkingar kom
MÆR DÁMAR
VÆL TAÐ LÍTLA
SAMFELAGIÐ
– Sum heild eru fólk skilagóð og konstruktiv, men um okkurt hjartasuff
kemur, taki eg tað ikki illa upp. So tosa vit um tað og fara víðari, og eg
havi ongar trupulleikar við at hyggja fólk í eyguni aftaná, sigur Jóhan
Christiansen, sum á tíggjunda ári er borgarstjóri í Eysturkommunu