Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. desember 2017 · Nr. 141 andi árini. Vit hava 150 fólk á bíði­lista til grundstykki, og tí mugu vit fáa fleiri grund­ stykki til vega, sigur hann. Vaksandi virksemið og fólka­vøksturin í Eystur­ komm­unu ger, at trýst er eis­ini á stovn­arnar í komm­ un­uni. – Vit hava tørv á fleiri ans­ ing­arplássum og plássum á eldraøkinum, og tað er eis­ini nakað, vit skulu gera nakað við komandi ár. Á eldra­økinum hava vit sett seks milliónir krón­ur av til at útvega nøkur pláss bein­ anvegin og at fyri­reika bygg­ ing. Vit plagdu at hava sera góða tæn­astu á ans­ing­arøk­ in­um og á eldra­øk­in­um, men nú eru vit komin und­ir trýst, og tí er neyðugt, at vit bøta um støðuna kom­andi árini, sigur Jóhan Christ­ian­sen. Størri álit Nógvar av kommununum kring landið gera í løtuni út­bygg­ingar og hava stóran rakst­ur. Pengar fløða í kassan í nógvum kommunum í hes­ um gyltu búskapartíðum, og skip­anin leggur upp til, at peng­arnir verða brúktir so hvørt. –  Kommunurnar eru til­ vit­aðar um tað, sum vit gera nú. Vit hava ongan annan møguleika enn at brúka peng­arnar, sum vit fáa inn, og vit brúka teir til neyðugar út­reiðslur. Vit hava ikki loyvi at savna pengar í kassanum og bíða til verri tíðir, hóast tað kundi verið skilagott. Skip­anin loyvir okkum ikki tað, men vit kundu ynskt okk­um tann møgu­leikan, sig­ ur Jóhan Christiansen. –  Búskaparráðið finnist at kommununum tvær ferð­ ir um árið, tí tey halda okk­ um brúka ov nógvar peng­ar. Eg kann bara siga, at komm­ un­urnar eru ikki ófor­svar­ ligar, og tá vit til dømis hava pengar til ein barna­garð, so gera vit hann. Vit kunnu ikki gera barna­garðin, tá ið vit ikki hava peng­arnar, sigur Jóhan Christ­ian­sen. Kommunurnar hava seinnu árini yvirtikið fleiri týð­andi umsitingarøki í sam­felagnum – eitt nú eldra­ røkt­ina og barna­ans­ing­ina. Sam­starvið mill­um komm­ un­ur­nar og landið tykist tó verða nakað stríggið. – Tað er ein trupulleiki, at samstarvið millum land og kommunur, sum skuldi verið so gott, er so vánaligt, og tað eru óneyðuga nógvar ósemj­ ur. Eftir mínum tykki er ein høvuðsorsøk til tað, at Havn­ in er ov langt vekk frá øll­um øðrum, og tey, sum eru í umsitingini í Havn, kenna ov lítið til forholdini utt­an fyri høvuðsstaðin. Lands­pol­it­ik­ ar­ar og landsumsiting hava ov lítið álit á kommununum, og tað er eitt stórt problem, heldur Jóhan Christiansen. –  Eg veit ikki, um lands­ um­sitingin í Havn heldur, at komm­unurnar bara gera okk­urt og ikki hugsa um av­ leið­ingar, men soleiðis er tað ikki. Fyri tað fyrsta ber ikki til at koyra allar komm­un­ ur­nar í sama bás, tí tær eru ym­iskar, og síðani átti lands­ um­sitingin at skilt betur, at vit eru fólkavald í einum nær­demo­kratii og eru kosin at um­sita skattapengararnar hjá okk­ara borgarum. Tað gera vit við stórari ábyrgd­ ar­kenslu. Tí skuldu lands­ myndug­leikar víst okkum størri álit heldur enn at halda seg kunna geva okk­ um boð uttan at taka støði í um­støð­unum í lokal­sam­fel­ agn­um, sigur Jóhan Christ­ ian­sen. UNDIR FÝRA EYGUM Hvat gert tú, tá ið tú slappar av? – Eg haldi, at dugi væl at kobla úr, og eg brúki tíð saman við familjuni. Eg fáist eisini við og havi seyðahundar, og mær dámar væl at vera einsamallur út í náttúrini. Hvønn føroyskan sang dámar tær serliga væl? – Tað eru nógvir góðir føroyskir sangir. Ein, sum mær dámar væl, og sum fær fólk at hugsa eitt sindur, er sangurin Nánd. Hann er skrivaður í einari aðrari tíð, men hann sigur okkum framvegis nakað. A – Eg havi hoyrt onkran nevnt, at tað kann vera trupult at hava ábyrgd í einum lítlum samfelag, men eg eri helst tann týpan, sum trívist væl við tí, sigur Jóhan Christiansen Mynd: Jákup Justinussen UM Jóhan Christiansen Jóhan Christiansen er 40 ára gamal og úr Leirvík – hann er hálvur gøtumaður. Hann er giftur Elsebeth Vilhelm, og tey eiga tvær døtur. Jóhan hevur lisið stjórnmálafrøði og var fíggjarleiðari á Høvdavirkinum, áðrenn hann bleiv borgarstjóri í samløgdu Eysturkommunu nýggjársdag 2009. Hann stillaði fyrstu ferð upp á kommunuvalinum í 2004 og varð valdur í táverandi Leirvíkar bygdaráð. Jóhan uppsitur haga við 100 seyðum í Gøtugjógv og hevur haga í Kunoy í røkt.