mánadagur 4. desember 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. desember 2017 · Nr. 141
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
POLITIKKUR
Árni Gregersen
Hóast tað í seinastuni hevur ljóðað
at vinnunevndin í Løgtinginum er
komin undir land við einari semju
um eitt fiskivinnuálit, so er semjan
ikki undirskrivað enn.
Fyrrapartin í dag fór nevndin
á fund uttan at semja er gjørd,
men forkvinnan í nevndini, Bjørt
Samuelsen, Tjóðveldi, er framvegis
bjartskygd.
-Tað er ætlanin at fáa álitið
liðugt á fundinum, so tað kann
leggjast fram í dag, segði hon fyrra
partin, áðrenn hon fór á fundin í
vinnunevndini.
Bjørt Samuelsen undirstrtikar,
at hon ikki hevur sagt, at álitið
verður lagt fram í dag, men at tað
er hennara ætlan.
Fyrivarnini hanga helst saman
við tí, sum Bjarni Hammer úr Javn
aðarflokkinum sigur.
Hann segði áðrenn hann fór inn
á fund í vinnunevndini, at endalig
semja fyriliggur ikki enn.
Hin vegin segði hann, at nú fáa
vit at síggja, hvat hendir á fundin
um í dag.
Tjóðveldi og
Javnaðarflokkurin
Tað er onki at ivast í, at upprunaliga
var semja millum teir stóru flokk
arnar í samgonguni um at ein ný
skipan skal gerast av fiskivinnu
lógunum.
Lógin um vinnuligan fiskiskap
fer úr gildi á nýggjárinum. Tí skal
okkurt hendan áðrenn vit koma
hartil.
Landsstýrismaðurin við fiski
vinnumálum hevur sagt, at hann
fer ikki at leingja galdandi lóg, sum
hann annars kann.
Hvat hann og samgongan so
fara at gera, eydnast ikki at fáa
meirluta fyri uppskotinum, sum
í løtuni liggur í vinnunevndini, er
óvist. Men landsstýrismaðurin hev
ur sagt, at hann hevur biðið fiski
málaráðið kanna, hvørjar møgu
leikar hann hevur, tá ið hann ikki
bert vil leingja galdandi lóg um
vinnuligan fiskiskap.
Tað er rættuliga týðuligt, at
trupulleikin í løtuni er, at partar
av Javnaðarflokkinum als ikki
er samdur við tað, sum Tjóðveldi
ætlar við nýggjari lóggávu á fiski
vinnuøkinum.
Yvirordnað eru flokkarnir helst
nøkulunda samddir, men so skjótt
komið verður niður í snmálutir og
lógarbroytinganar fáa avleiðingar,
so eru tað tingfólk, sum ikki kunnu
taka undir við fleiri pørtum í upp
skotinum til nýskipan.
Alm,ent
hevur
mest
verið
frammi um teir báðar javnaðar
tingmennirnar av Tvøroyri. Teir
hava báðir við millumbilum sagt,
at teir ikki kunnu taka undir við tí,
sum liggur í vinnunevndini, tí tað
fer at ganga útyvir tað virksemi
sum er á Tvøroyri og annars í
Suðuroynni.
Uppgávan hjá forkvinnuni í
nevndini er tí fyrst at gera eitt álit,
sum Bjarni Hammer tekur undir
við. Hann situr sum limur í nevnd
ini og var formaður í tvedy ár.
So forkvinnan hevur eina stóra
uppgávu, men uppgávan hjá løg
manni, sum eisini er formaður í
Javnaðarflokkinum er minst líka
stór.
Tí eydnast tað Bjørt Samuelsen
at skriva eitt álit, sum Bjarni
Hammer tekur undir við, so skal
samgonguleiðarin syrgja fyri, at øll
hini tingfólk Javnaðarflosins taka
undir viðmálinum í tingsalinum.
Tann uppgávan er minst líka
krevjandi.
Ávirkar alt tingarbeiðið
Stríðið um fiskvinnunýskipanini
er krevjandi og krevur bæði tíð og
orku. Higartil hevur tað fylt ómeta
liga nógv í politiska arbeiðnum.
Nýskjipanin skuggar so nógv nú,
at tað er torført at fáa gjørt eina
endaliga fíggjarlóg fyri komandi
ár, umframt at hini stórmálini –
pensjónsnýskipanin og stjórarskip
anin – ikki hava nakran møguleika
at koma gjøgnum tingið fyrr enn
fiskivinnunýskipanin er avgreidd.
Tingfólk eru í stóran mun samd
um, at fyrr enn fiskivinnunýskip
anin er avgreidd, er torført í heila
tikið at arbeiða politiskt.
Vit eru komin inn í cesember, so
tingið hevur brt fýr vikur eftir at
arbeiða í í hesum árinum.
SEMJAN IKKI
GJØRD UNDAN
FUNDI Í DAG
Spenningurin er ómetaliga stórur í politisku skipanini um tað fer at
eydnast samgonguni at semjast um nýggja fiskivinnuskipan
Bjørt Samurelsen, Tjóðveldi, sigur at hon ætlar at koma við einum álitið í dag, men um tað eydnast viet hon ikki.
Bjarni Hammar, Javnaðarflokkurin sigur, at endalig semja enn ikki er gjørd.