mánadagur 4. desember 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. desember 2017 · Nr. 141
Føroyingur fongslaður
fyri medvirkan til
neyðtøku av smábarni
Lokkaði mammuna
at senda sær video
og myndir meðan
hon misnýtti
smádreingin
Eirikur Lindenskov
Ein 42 ára gamal føroyingur situr
í løtuni varðhaldsfongslaður í
Danmark fyri at hava medvirkað
til neyðtøku av einum fýra ára
gomlum smádreingi.
Tað váttar Henrik Gunst, polit
ikommisserur og kanningarleiðari
hjá Nordsjællands Politi fyri Sosi
alinum.
Málið byrjaði, tá maður varð
handtikin tann 16. oktober klokkan
17:37. Sum Sosialurin skilir, fór
handtøkan fram, tá maðurin kom
úr Føroyaflúgvaranum í Kastrup
Lufthavn.
Skuldsetingin ljóðar uppá:
»Medvirken til voldtægt ved
andet seksuelt forhold end samleje
af barn under 12 år, samd incest
efter straffelovens §225 fj. § 216 stk.
2, og § 210, stk. 3, jf, stk. 1, og blufær
dighedskrænkelse efter straffelo
vens § 232, jf, § 23.«
Sambært skuldsetingini skal
maðurin í tíðarskeiðnum frá 7.
juni 2017 til 19. september í 2017,
gjøgnum kjattsamrøður á Linkedin
við ráðum og eggjan at hava við
virkað til, at ein 42 ára gomul
kvinna hevur framt kynsligan
ágang ímóti fýra ára gamla soni
sínum.
Í skuldsetingini verður farið
inn í smálutir um, hvussu maðurin
hann hevur biðið kvinnuna misnýtt
nýtt sonin – og hesir smálutir eru
ikki fyri sartar sálir.
Av tí at maðurin hevur kjattað
við kvinnuna, so hevur løgreglan
alt upp á skrift, sum maðurin hevur
biðið kvinnuna gjørt.
Í skuldsetingini stendur, at
maðurin eisini hevur vegleitt hana
í smálutrum, hvussu hon »betur«
fær misnýtt dreingin.
Maðurin er eisini skuldsettur
fyri at hava biðið kvinnuna senda
sær myndir og video av henni og
dreinginum, meðan hon misnýtir
fýra ára gamla dreingin.
Málið var fyri í rættinum í
Lyngby dagin eftir handtøkuna, og
tá varð maðurin varhaldsfongslað
ur. Síðani tá er varhaldsfongsling
in longd, eftir øllum at døma tvær
ferðir.
Henrik Gunst, politikommiser
ur hjá Nordsjællands Politi sigur,
at næsta freist er 27. desember, so
fyribils situr maður í varðhaldi til
ta tíð.
Mamman kann fáa 12 ára fongsul
Kynsligur ágangur móti børnum undir
12 ár verður mett sum neyðtøka
Eirikur Lindenskov
Málið um misnýtta fýra ára gamla
dreingin kom fram í donskum miðl
um 20. september í ár.
Tá skrivar Ritzau tíðindastov
an, at ein kvinna er handtikin og
skuldsett fyri at hava neytikið fýra
ára gamla son sín.
Dagin eftir varð hon varðhalds
fongslað.
Løgreglan vildi einki siga um,
hvussu kvinnan hevði neyðtikið
fýra ára gamla sonin. Men Henrik
Gunst, kanningarleiðari hjá Nord
sjællands Politi, upplýsti Ritzau, at
kvinnan varð varðhaldsfongslað í
málinum.
– Hon er fyribils varðhalds
fongslað í tvær vikur, segði Henrik
Gunst.
Vanligt er, at løgreglan ikki
greiðir frá smálutum í slíkum mál
um. Tað er ikki bara við fyriliti til
kanningararbeiði, men eisini tí, at
talan er um eitt barn, sum sambært
skuldsetignini er órættað.
Tá vildi Henrik Gunst ikki greiða
nærri frá málinum.
Kvinnan varð síðani varðhalds
fongslað, og rætturin í Lyngby
upplýsti, at talan var um eitt mál
úr Gentofte.
42 ára gamla kvinnan er skuld
sett eftir stykki 1 í insestpara
graffini í revsilógini. Hon bannar
kynsligum sambandi millum fam
iljulimir í beinari linu og hevur ein
revsikarm upp á fongsul í upp til
seks ár.
Men tað var ikki álvarsamasta
skuldsetingin. Tí vegna aldurin hjá
dreinginum er kvinnan eisini skuld
sett eftir neyðtøkuparagraffini í
revsiliógini. Hon sigur, at kynsligt
samband við børn undir 12 ár skal
revsast sum neyðtøka.
Revsikarmurin í neyðtøkumál
um er fongsul upp í 12 ár.
Sambært Henrik Gunst vildi
kvinnan ikki fyrihalda seg til skuld
setingarnar, og hon er framvegis
varðhaldsfongslað.
Handtikin
saman við
konu og
verforeldrum
Sum Sosialinurin skilir, so
var 42 ára gamli føroyingur
in handtikin, tá hann kom úr
Føroyaflogfarinum í Kastrup.
Sambært skuldsetingini hjá
Nordsjællands Politi, so var
tað klokkan 17:37 tann 16. okt
ober 2017.
Sum skilst var maðurin tá
í ferðalag saman við unnustu
síni, verforeldrum og við smá
barni teirra í føvninginum, tá
løgreglan stedur fyri honum.
Løgreglan bað hann lata
teimum telefon og teldu, og
síðani fekk hann at vita, at
hann var handtikin.
Óvist hvat
maðurin
sigur um
skuldseting
arnar
Sambært Nordsjællands Pol
iti, so er ógreitt, hvat tann 42
ára gamli føroyingur sigur til
skuldsetingina um kynsligan
ágang.
Brotsverkið skal vera framt
í Charlottenlund, heldur løg
reglan, og í grundlógaravhoyr
ingini 17. oktober varð hann
so varðhaldsfongslaður, og
tann varðhaldsfongslingin er
fyribils longd til 27. desember.
Løgreglan
upplýsti
fyri
Ritzau, at maðurin ikki pápi
misnýtta dreingin.