mánadagur 4. desember 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. desember 2017 · Nr. 141
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Stálkonstruktiónin, sum verður
sett upp til nýggja uppsjóvarvirkið
á havnalagnum á Tvøroyri, er nú
komin rættiliga væl áleiðis, og
virkið hevur veruliga tikið skap.
Heimasíðan www.sudusras visti
um vikuskiftið at siga, at seinastu
stáldragararnir ætlandi verða settir
upp hesa vikuna, og síðan er plast
koyrt á partar av útvegginum,
soleiðis at tað verður lættari at
arbeiða inni í bygninginum.
Tey fyrstu betongelementini
eru ávegis, og www.sudurras.fo veit
eisini at siga, at tað líður væl við at
seta frystararnar upp.
Tað var hin 15. september í ár,
at Varðin í Gøtu kundi boða frá,
at nú var klárt at byggja virkið
á Tvøroyri upp aftur, eftir at
herviligur eldur herjaði hin 9.
juni í ár. Tað, sum stóð, tá eldurin
varð sløktur, var frystihúsið og
skrivstovubygningurin.
Surimivirkið brann ikki, men
bygningurin hevði fingið skaða og
varð rivin niður.
Soleiðis, sum viðhefta mynd
vísir, verður nýggi virkisbygn
ingurin bygdur heilt út á endan á
økinum, har landingarmiðstøðin
upprunaliga stóð.
Tað er felagið hjá feðgunum,
Thormanni og Mortan Thormanni
Vang, Sp/f MTV-Byggivirki, sum
stendur fyri endurbyggingini av
Varðanum Pelagic.
- Virkið, sum nú verður bygt
uppaftur, er umleið 150 metrar
langt, og breiddin liggur um 50
metrar. Hetta gevur 7.500 metrar
tilsamans. Meginparturin verður
bygt í einari hædd, men í miðjuni,
har eitt nú matstova, skiftirúm,
wc’ir og annað skal verða, verður
bygningurin í trimum hæddum við
betongdekki millum hæddirnar,
segði Thorman Vang við Sosialin
fyrr í heyst.
Jólatrø
í bý og
bygdum
Vilmund Jacobsen
Í Tórshavnar kommunu verð
ur skipað fyri tilsamans 11
jólahaldum kring um í býnum
og bygdunum, sum hoyra til
kommununa.
Leygardagin varð jólatræið
tendrað í Havn, og í gjár - sunnu
dagin 3. desember - vórðu trø
ini tendrað í Kirkjubø og Hoy
vík.
Í Kollafirði verður jólatræið
tendrað í morgin, týsdagin 5.
desember, og leygardagin 9.
desember verður tendrað í
Kaldbak, Velbastað, Argjum
og á Hvítanesi.
Sunnudagin 10. desember
verða trøini tendrað í Nólsoy,
Norðradali og í Hesti, og hós
dagin 14. desember verður
seinasta jólatræið í Tórshavnar
kommunu tendrað í Syðradali.
STEN SPANGE LARSEN tók hin 1. desember
við sessinum hjá Trúgva Gudmundarsyni
í Hvalbiar bygdaráð. Hetta er fyrstu
ferð, at hann situr í bygdaráðnum, og
væntandi er, at sandvíkingurin kemur
at sita í bygdaráðnum í eitt ár
Royna seming
mikudagin
Tað er langt ímillum partarnar
í sáttmálatrætuni millum
pedagogar og fíggjarmálaráðið
Vilmund Jacobsen
Tað
var
tíðliga
seinnapartin
fríggjadagin, at semingsstovnurin
varð boðsendur í sáttmálatrætuni
millum fíggjarmálaráðið og Før
oya Pedagogfelagið.
Í kunning til sínar limir seint
fríggjakvøldið segði felagið hjá
pedagogunum, at nú er tað sem
ingsstovnurin, sum avger næsta
leik.
Samstundis kunnaði felagið
limirnar um, at tey eftir áheitan
frá
semingsstovninum
skulu
verða tøk mikudagin, 6. desember.
Terje Sigurðsson, semingsmað
ur, segði fríggjakvøldið við KvF, at
langt er millum partarnar.
- Eg havi fingið tilfar frá
báðum pørtum, sum vit nú fara
at kanna, og ætlanin er at kalla
partarnar
saman
til
seming
mikudagin.
Nakrir samráðingarfundir hava
verið millum Føroya Pedagog
felag og fíggjarmálaráðið, men
fundurin fríggjadagin var hin
fyrsti, síðan sjúkrarøktarfrøðing
arnir og fíggjarmálaráðið skriv
aðu undir nýggjan sáttmála hin
20. november.
Manningin á Ennibergi
hevur nú fingið jólapakkar,
34 pakkar tilsamans. Tað
var Akraberg, sum hevði
pakkarnar við sær upp í
Barentshavið.
Varðin Pelagic tekur skap
Nýggi virkisbygningurin hjá Varðanum Pelagic tekur seg væl út á havnalagnum á Tvøroyri
Nýggi virkisbygningurin hjá Varðanum Pelagic hevur nú veruliga tikið
skap á havnalagnum á Tvøroyri. Myndina eigur Reidar Simonsen