mánadagur 4. desember 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. desember 2017 · Nr. 141
Halda jól og
lesa í Vági
Umstøðurnar hjá útisetum
í Fjarlestrardeplinum í
Vági eru framúr
Vilmund Jacobsen
Eins
og
undanfarin
ár,
kunnu lesandi um jólini í ár
ókeypis brúka hølini á Fjar
lestrardeplinum í Vági í sam
band við lesnaðin.
Tað boðar Vágs kommuna
frá.
Víst verður á, at nógv les
andi koma heim at halda jól,
men vanligt er, at próvtøkur
eru bæði fyri og eftir jól.
- Friður er kanska ikki
altíð heima til at savna seg
um lesnaðin ella próvtøku
uppgávuna, men henda frið
in finnur tú á Fjarlestrar
deplinum.
Vágs kommuna bjóða so
leiðis útisetum vælkomnum
heim at halda jól og sam
stundis at lesa.
- Á Fjarlestrardeplinum
eru
góð
hølisviðurskifti.
Her er eitt stórt undirvísing
arhøli, tvey bólkarúm, køkur
og wc, og her eru allir hent
leikar, sum lesandi annars
hava tørv á, eitt nú internet,
printari og kopimaskina
Í Vágs kommunu siga tey,
at fólk, sum hava áhugað í at
brúka hølini, kunnu venda
sær til kommununa.
Runavíkar býráð
hevur sett Oslu Olsen
sum leiðara fyri
Barnagarðinum á
Mýrunum í Runavík,
og hon byrjar í
starvinum 1. januar
2018.
Streymur
og veður
órógva
Vilmund Jacobsen
Flestu línuskip eru til
fiskiskap, harav flestu
eru á Íslandsrygginum
og undir Føroyum.
Fýra skip eru á
Íslandsrygginum og
fáa mest av toski og
svartkalva, og nøkur
fiska longu og brosmu
og nakað av toski og
hýsu undir Føroyum.
Eitt línuskip fiskar í
íslendskum sjógvi.
Á Fiskamarknaði Føroya
vænta tey, at fleiri
línulandingar verða í
hesi vikuni, og roknað
verður serliga við
skipunum, sum í løtuni
fiska undir Føroyum.
Hinvegin eru útlitini
til útróður ikki
nakað serlig fyri hesa
vikuna, tí streymurin
verður harður, og
veðurforsagnirnar eru
ikki serliga góðar.
Tí verður heldur ikki
roknað við nøkrum
serligum útróðrarfiski
teir næstu dagarnar.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey at siga,
at flestu partrolarapør
eru til fiskiskap,
men fiskiskapurin
er smáligur.
Pørini koma inn at
landa, sum henda
vikan gongur.
Fríggjadagin vóru
tríggir djúpvatnstrolarar
til fiskiskap. Tveir fiska
mest upsa, og hin triði
fiskar serliga svartkalva.
Væntandi koma allir
djúpvatnstrolararnir inn
at landa hesa vikuna.
Seinastu dagarnar hava
teir smáu trolbátarnir
eisini verið til fiskiskap.
Í byrjanini vóru nakrir
norðan fyri og fiskaðu
tosk og hýsu, men
teir rýmdu eysturum
fyri veður og fóru at
fiska havtasku.
- Teir trolbátar, sum
ikki hava verið norðan
fyri, hava serliga
fiskað havtasku.
Væntandi er, at
trolbátarnir koma
inn at landa fyrst ella
miðskeiðis í hesi vikuni.
- Trý garnaskip eru til
fiskiskap. Væntandi
kemur eitt av skipunum
inn at landa í dag
- og hini bæði helst
seinast í vikuni.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey eisini at
siga, at fiskiskapurin
hjá garnaskipunum
er vánaligur í løtuni.
Eldraøkið skal
nú eftirmetast og
landsstýriskvinnurnar,
Eyðgunn Samuelsen,
Sirið Stenberg og
Kristina Háfoss,
hava gjørt av,
at eftirmetingin
skal gerast fyrst
í komandi ári
Omman syrgdi fyri
bilinum
Malan Nón Bjartalíð var ikki við sjónvarpið og fylgdi
Gekka-spælinum, tá verturin ringdi til hennara
og bað hana seta seg at hyggja í skíggjan
Vilmund Jacobsen
Sera hepni vinnarin í Gekka-
spælinum
fríggjakvøldið
gjørdist Malan Nón Bjartalíð
av Viðareiði. Hennara seðil,
sum var ein av umleið 80.000,
vann bilin, og tað var kring
varpsstjórin sjálvur, sum
tók seðilin burtur úr stóru
rúgvuni.
Men, sjálv visti viðareiðis
gentan slett ikki av, at ein
gekka-seðil, sum hon átti,
men sum omma hennara
hevði spælt við, yvirhøvur
var við í lutakastinum um
bilin.
Tískil fylgdi hon ikki
Gekka-spælinum í fríggja
kvøldið, og var heldur ikki
við sjónvarpið, tá verturin
ringdi til hennara og bað
hana seta seg at hyggja í
skíggjan.
Omman hevði sent
Sjálvsagt
gjørdist
Malan
Nón Bjartalíð stórliga ov
farin, tá verturin saman
við kringvarpsstjóranum á
skíggjanum fortaldi henni,
at seðilin, sum verturin í
hesi løtu hevði í hondini, var
vinnandi seðilin.
Tað tók eina løtu, áðrenn
viðareiðisgentan
veruliga
fataði, at bilurin, sum hevur
eitt virði av umleið hálvari
miljón, nú var hennara.
Í SvF greiddi hon frá, at
tað var omma hennara, sum
hevði spælt við í Gekkinum
við einum gekka-seðli hjá
henni, og hon helt fyri, at var
seðilin komin SvF í hendi, so
mátta tað vera omman, sum
hevði sent hann inn.
Sjálv visti Malan Nón Bjartalíð slett ikki av, at ein gekka-seðil,
sum hon átti, var við í lutakastinum um Mercedes-bilin