mánadagur 4. desember 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. desember 2017 · Nr. 141
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- EINKI GRUNDARLAG
FYRI UPPSØGNINI
Sigmund Poulsen,
sakførari hjá
Liljan Weihe sigur
nú, at ósannu
niðurstøðurnar
í uppsøgnin
ikki halda.
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Orrustan í Kringvarpinum bara
veksur í vavið og sum skilst eru
fleiri journalistar ávegis at senda
kæru til Kringvarpsstýrið um
støðuna. Sigmund Poulsen, sak
førari hjá Liljuni Weihe sigur við
Miðlahúsið, at grundarlagið undir
uppsøgnini eru skeivar faktuellar
niðurstøður og skeivar metingar,
sum leiða til skeivar løgfrøðiligar
niðurstøður.
- Tað, sum er grundarlagið und
ir uppsøgnini hjá Liljan Weihe
er, at hon – væl vitandi um, at tað
ikki passar – hevur sagt við Kring
varpsstýrið, at Johnny í Grótinum
hevur gjørt avtalu við Eyðun
Mørkøre um at koma í sjónvarps
stovuna. Johnny í Grótinum heldur
fast í, at Liljan Weihe visti, at hetta
ikki var rætt, sigur Sigmund Poul
sen, og sigur seg vita um ein avger
andi skjal í málinum.
- Vit vita, at tað finst ein teldu
postur frá Eyðun Mørkøre til
Johnny í Grótinum, har tað stendur
púra greitt, at Johnny í Grótinum
gjørdi avtalu við Eyðun Mørkøre.
Hetta mótprógvar uppáhaldinum
í uppsøgnini, sigur Sigmund Poul
sen, sakførari hjá Liljan Weihe.
Víðari sigur Sigmund Poulsen,
at í ætlanarskrivinum um uppsøgn
verður Liljan Weihe somuleiðis løgd
undir at verða kelda hjá Vikuskiftis
Sosialinum. Temaið hjá Vikuskiftis
Sosialinum frá 24. november, har
skjøl frá Kringvarpsfólki til Kring
varpsstýrið um stjóran verða við
gjørd, eru eitt høvuðspunkt í upp
søgnini.
- Liljan Weihe var ikki keldan
hjá Sosialinum og tað ber heldur
ikki til hjá nøkrum at gita um, hvør
er keldan, sigur Sigmund Poulsen í
dag.
Hann sigur, at tey hava í hyggju
av afturvísa ætlanarskrivinum um
uppsøgn og krevja, at Liljan Weihe
sleppur til arbeiðis aftur sum
tíðindaleiðari í Kringvarpinum.
Journalistar kært
uppsøgnina til stýrið
Liljan Weihe hevur 14 dagar at
svara ætlanarskrivunum. Men tað
letur til, at tað ikki einans verður
Liljan Weihe, sum svarar upp á
ætlanirnar hjá stjóranum, Johnny
í Grótinum. Tí sunnukvøldið frætti
Miðlahúsið, at tríggir starvsfelagar
hjá Liljuni Weihe skrivliga hava
vent sær til stýrið um vikuskiftið.
Teir eru Jan Lamhauge, Rógvi
Olavson og Rólant Waag Dam og
Miðlahúsið skilur, at fleiri skriv frá
øðrum journalistum eru ávegis til
Kringvarpsstýrið.
Skrivini skulu síggjast sum mót
mæli av ætlanunum um at siga
Liljan Weihe, tíðindaleiðara, úr
starvi. Enn er ætlanarskriv hennara
ikki alment, men vit vita so mikið
sum, at orsøkin til uppsøgnina er
”illloyalitetur, sum er komin til
sjóndar seinastu tíðina".
Meðan okkurt av skrivunum frá
journalistunum í Kringvarpinum er
ein beinleiðis kæra av stjóranum,
so eru øll trý skrivini ein áheitan á
Kringvarpsstýrið um at blanda seg
upp í málið um Liljuna Weihe.
ORRUSTA Í KRINGVARPINUM
Sigmund Poulsen