Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. desember 2017 · Nr. 141 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR Russland 2018: Tróndur Arge Lutakastið var ikki ein gongd liðugt, tá fyrstu ákærurnar komu um avtalað spæl. Russland kom í ein næstan dreymabólk saman við Uruguay, Egyptalandi og Saudi Arabia og helt onkur passaði í so væl við at HM er í Russlandi. Bólkur A, har Russland er við í, er veikasti bólkurin sambært plássunum á heimsstyrkislistanum. Russ­land er nummar 65 í heimi­num, Uruguay nummar 21, Egypta­land nummar 31 og Saudi Arabia nummar 63. Samlaða styrkistalið er 180. Sæð við norðurlendskum eyg­ um, so komu Danmark og Svøríki í bólkar, har tað sær út sum tey hava ein góðan møguleika at koma víðari. Svøríki kom í bólk við Týsk­ landi, Meksiko og Suðurkorea, meðan Danmark kom í bólk saman við Fraklandi, Peru og Avstralia. Sambært heimsstyrkilistanum hjá FIFA, so er bólkurin hjá Danmark tann sterkasti av øllum, men tað sam­svarar nokk ikki ordiliga við veru­leikan. Í tí bólkinum eru Frak­ land (9), Peru (11), Danmark (12) og Avstralia (39). Tað gevur samlað styrkistal áljóðandi 71, ið er tað lægsta í HM. Ísland fær tað torført Meðan svenskarar og danskarar kunnu til deils fegnast um HM luta­ka­stið, við tí fyri eyga at koma víðari, so kunnu íslendingar nokk fegnast. Ísland endaði í bóki D, saman við Argentina, Kroatia og Nigeria. Talan er um trý lond við stoltari fótbóltssøgu, men serliga Nigeria er av meiri ókendari styrki í dag, í mun til stórleikatíðina í seinnu hálvu av 90 unum. Ísland hevur prógvað, at teir kunnu vinna á Kroatia, tí liðini vóru í bólki saman í undanspælinum, har tey vunnu hvør sín heimadyst. At Ísland so eisini skal takast við Argentina og Lionel Messi, tað er bara ein staðfesting av, at Ísland er komið langt sum fótbóltstjóð. Argen­tina er ikki í hæddini, men hyggur tú at nøvnum sum Lionel Messi, Sergio Aguero og Paulo Dy­ bala, so kemst ikki uttanum, at talan er um heimselituna. Týskland er favorittur Tað er eingin, ið er greiður favorittur at gerast heimsmeistari í fótbólti 2018. Tað sæst á oddsunum hjá teim­ um 28 veddingarfyritøkunum kring heimin, sum bjóða odds upp á tippið um hvør gerst næsti heims­meistarin. Tó eru tað trý lond, sum skilja seg burturúr og verða mett at hava javnt góðan møguleika at vinna HM. Tey eru Týskland, Brasil og Frak­land. Eisini Spania og Argen­ tina eru góð boð, men síðani er eitt glopp niður til næsta landið. Eftir lutakastið hava veddingar­ fyri­tøkurnar broytt oddsini eitt sindur. Tær meta nú, at Týskland er greiðari favorittur. Brasil er mett at hava næstbestan møguleika, meðan Frakland er triðbesta boð upp á ein heimsmeistara. Her eru bólkarnir Her gjøgnumganga vit bólkarnar. Oddbjørn Joensen og Teitur Joen­ sen siga sína hugsa um hvør kemur víðari úr bólkinum. Lutakastið var avgreitt soleiðis, at ongi lond úr sama heimsparti komu í sama bólk, uttan tey úr Evropa, tí har eru 14 lond við. Tó í mesta lagi tvey í hvønn bólk. Londini vóru styrkis­mett undan lutakastinum (Sí faktaboks). Bara eitt var givið undan lutakastinum, og tað var at Russ­land endaði í bólki A. Tá bólkaspælið er liðugt spælir vinn­arin í bólki A móti nummar tvey í bólki B, meðan vinnari av bólki B spælir móti nummar tvey í bólki A. Og soleiðis er eisini við C og D, og so framvegis. Fyrsti dysturin til HM enda­ spælið í HM verður 14. juni á Luzhniki leikvøllinum í Moskva, har vertstjóðin Russland tekur móti Saudi Arabia. Leygardagin 16. juni spæla íslendingar móti Argen­ tina, meðan Danmark spælir móti Peru. Svøríki spælir fyrsta dystin mánadagin 18. juni móti Suður­ korea. Sjálv HM finalan verður sunnu­dagin 15. juli, har sum alt byrjaði – á Luzhniki leikvøllinum í Mosk­va. Lutakast hevur verið til HM endaspælið í Russlandi, sum verður komandi summar. Ákærur um mutur og avtalað spæl fingu bein at ganga á longu í lutakastinum. Danmark og Svøríki fingu eitt gott lutakast, meðan íslendingar skulu møta Lionel Messi SO ER KLÁRT TIL