mánadagur 4. desember 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 4. desember 2017 · Nr. 141
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
BÓLKUR B:
Portugal
Spania
Marokko
Iran
Her eru tveir heilt greiðir
favorittar í Spania og Portugal.
Spania sum fótbóltstjóðin,
ið er á veg at finna aftur til
stórleikatíðina, tá teir vunnu
EM og HM frá 2008 til 2012,
og Portugal sum verandi
evropameistarar. Her eru
viðmerkjarnir eisini púra samdir.
HESI KOMA VÍÐARI:
Teitur Joensen:
Portugal - Spania
Oddbjørn Joensen:
Portugal - Spania
BÓLKUR F:
Týskland
Meksiko
Svøríki
Suðurkorea
Ikki ein lættur bólkur fyri okkara
grannar, men tað kundi eisini
verið verri. Týskland er tann
heilt stóri favoritturin, meðan
tað tykist meiri javnt millum
Meksiko, Suðurkorea og Svøríki.
Viðmerkjararnir halda at Svøriki
klára skerini.
HESI KOMA VÍÐARI:
Teitur Joensen:
Týskland – Svøríki
Oddbjørn Joensen:
Týskland – Svøríki
BÓLKUR D:
Argentina
Ísland
Kroatia
Nigeria
Íslendingar fingu ein torføran
bólk, at Nigeria kom úr veikasta
styrkibólkinum, men eru teir
væl fyri, so talan um sterka
fótbóltstjóð. Kroatia verður
eisini mett sum eina av teimum
sterkaru tjóðunum. Her velur
Teitur Joensen at tippa upp á
Ísland, men tað er eitt sindur við
hjartanum.
HESI KOMA VÍÐARI:
Teitur Joensen:
Argentina – Ísland
Oddbjørn joensen:
Argentina - Kroatia
BÓLKUR H:
Pólland
Senegal
Kolumbia
Japan
Hetta er kanska javnasti
bólkurin, har øll londini hava
møguleika at koma víðari.
Ókendasti faktorurin her á
leiðum er nokk Japan, meðan
Pólland, Senegal og Kolumbia
øll hava spælarar í Evropa. Tó
eru báðir viðmerkjararnir samdir
um, at tað verða Pólland og
Kolumbia, sum koma víðari.
HESI KOMA VÍÐARI:
Teitur Joensen:
Kolumbia – Pólland
Oddbjørn Joensen:
Pólland og Kolumbia
BÓLKUR A:
Russland
Saudi Arabia
Egyptaland
Uruguay
Tað er breið semja um, at
Russland fekk eitt dreyma
lutakast, tá hugsað verður
um at koma víðari. Av tí at
Russland kemur í sterkasta
styrkisbólkinum, so sleppa
russar undan fleiri av hinum
stórtjóðunum. Er var eitt sindur
av ósemju hjá viðmerkjarunum,
tí Teitur Joensen væntaði ikki, at
Russland fór at koma víðari, men
báðir vóru samdir um, at Uruguay
fór at klára tað.
HESI KOMA VÍÐARI:
Teitur Joensen:
Uruguay - Eygyptaland
Oddbjørn Joensen:
Uruguay - Russland
BÓLKUR E:
Brasil
Sveis
Kosta Rika
Serbia
Á pappírinum eisini ein sterkur
bólkur, har Brasil sjálvandi er
favorittur. Kosta Rika hevur bitið
frá fær fyrr til endaspøl, men ikki
nokk til at hótta Brasil, meðan
Serbia ikki hevur eitt av teimum
sterkur landsliðunum í løtuni.
Breið semja um, at Sveis verður
landið, sum fylgir Brasil víðari úr
bólkinum.
HESI KOMA VÍÐARI:
Teitur Joensen:
Brasil - Sveis
Oddbjørn Joensen:
Brasil - Sveis
BÓLKUR C:
Frakland
Avstralia
Peru
Danmark
Eftir styrkilistanum sterkasti
bólkurin, men danskarar munnu
heilt víst halda, at teir hava rakt
væl við Peru og Avstralia í sínum
bólki. Her er eisini semja um, at
tað verður Danmark, ið kemur
víðari saman við Fraklandi.
HESI KOMA VÍÐARI:
Teitur Joensen:
Frakland - Danmark
Oddbjørn Joensen:
Frakland - Danmark
BÓLKUR G:
Belgia
Panama
Tunesia
Ongland
Hóast Ongland ikki hevur
stóru stjørnurnar, so kláraðu
onglendingar sær væl í
undankappingini. Belgia hevur
hinvegin nógvar stjørnur og fáa
teir tað at rigga sum eitt, so kann
Belgia spæla um tey fremstu
plássini. Báðir viðmerkjarnir eru
samdir um, at tað verða Ongland
og Belgia, sum koma víðari.
HESI KOMA VÍÐARI:
Teitur Joensen:
Ongland - Belgia
Oddbjørn Joensen:
Ongland - Belgia
Styrkisbólkur 1:
Russland, Týskland, Brasil, Portugal, Argentina, Belgia, Pólland, Frakland
Styrkisbólkur 2:
Spania, Peru, Sveis, Ongland, Kolumbia, Meksiko, Uruguay, Kroatia
Styrkisbólkur 3:
Danmark, Ísland, Kosta Rika, Svøríki, Tunesia, Egyptaland, Senegal, Iran
Styrkisbólkur 4:
Serbia, Nigeria, Avstralia, Japan, Marokko, Panama, Suðurkorea, Saudi Arabia
HM