mánadagur 4. desember 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 4. desember 2017 · Nr. 141
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Pætur Albinus
Gekk akkuárt
Tað byrjaði sum tað skuldi, tá ið
H71 í gjár hevði vitjan av StÍF.
Hoyvíkingar stríðast fyri at halda
samband við oddaliðið Neistan og
samstundis at halda fjarstøðuna
niður til hini liðini.
Liðini fylgdust til 4-4, men so
byrjaði H71 so smátt at byggja sær
eina leiðslu. Leiðslan kom heilt upp
á fimm mál, og H71 fór til hálvleiks
á odda 18-13.
H71 helt í seinna hálvleiki fram
við at leggja afturat leiðsluni, og
leiðslan kom heilt upp á sjey mál.
22-15 var støðan, miðskeiðis í seinna
hálvleiki, og tá ið tað einans restaðu
sjey minuttir í og H71 var á odda 30-
23, mundi neyvan nakar ivast í hvønn
veg sigurin skuldi fara.
Tað
eydnaðist
strandingum
at gera eitt rimmar comeback við
álopskendari verju samstundis sum
hoyvíkingar fingu nakrar útvísingar,
men tað skuldi vísa seg at teir
gjørdust júst ov stuttir. Teir minkaðu
heilt niður í 32-31, og hetta gjørdist
eisini endaliga úrslitið.
Eftir eina trygga leiðslu var H71
um at tveita alt fyri borð, men eitt
málssigurin kom tó í hús og H71
heldur harvið fram við at hava gott
samband við oddan í FTZ-deildini.
Kyndil kiksaði
Eftir eina vánaliga byrjan upp á
kappingarárið var Kyndil við at
finna stevið aftur, men hetta varð
ikki at síggja allan dystin í gjár, tá
ið eitt annað svangt lið, nevniliga
KÍF, var á vitjan í høvuðsstaðnum.
Tað var annars Kyndil, sum var
omaná í fyrra hálvleiki. Nógv av
málunum komu umvegis mótálop,
og Kyndil var fyri tað mesta á odda
við trimum málum. Tað endaði eisini
við, at heimaliðið fór til hálvleiks á
odda 15-13.
Kyndil var eisini omaná fyrstu
løtuna av seinna hálvleiki, men so
steðgaði tað fullkomiliga upp hjá
Kyndilsmonnum, samstundis sum
eitt tendrað KÍF-lið revsaði teir
grønu. Serliga innspælið inn á striku
na til Jákup Trygvason varð ein nógv
brúkt loysn, og Jákup gjørdist eisini
greiður toppskjútti í dystinum við 10
málum.
Korthúsið skramblaði fullkomi
liga saman hjá Kyndli seinasta
korterið, har KÍF skeyt 11 mál og
Kyndil einans fekk fimm. Tað endaði
við, at KÍF vann 31-24. Av tí at StÍF
tapti, so vóru tey tvey stigini, sum
KÍF fekk hendan dystin, nóg mikið
til at lyfta seg av aftasta plássi í FTZ-
deildini.
FTZdeildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1
Neistin
12
314
272
42
19
2
H71
12
323
305
18
17
3
Team Klaksvík
11
256
273
-17
12
4
VÍF
10
300
298
2
10
5
Kyndil
11
260
266
-6
9
6
KÍF
12
309
326
-17
7
7
StÍF
12
316
338
-22
6
H71 – StÍF 32-
31 (18-13)
H71: Pætur Thomsen 8, Mark
Marcher 7, Rúni Vest Højgaard
4, Sigmundur Nolsø 3, Hilmar
Leon Jakobsen 3, Vilhelm Poulsen
3, Leivur Mortensen 2, Andor
Sivertsen 1, Niklas Hanusarson 1
Útvísingar: 4 x 2 minuttir
StÍF: Sveinur Justinussen 11, Allan
Norðberg 8, Pætur Johansen 8,
Pætur Ó. Joensen 2, Jóannes Prestá
2
Útvísingar: 4 x 2 minuttir
Kyndil – KÍF 24-
31 (15-13)
Kyndil: Rókur Akralíð 7, Tummas
Pauli Hanusarson 6, Eirikur
Simonsen 4, Hjalti Mohr Jacobsen
4, Ran Ellingsgaard 2, Rógvi Dal-
Christiansen 1
Útvísingar: 2 x 2 minuttir
KÍF: Jákup Trygvason 10, Ási Dam
5, Hans Eli Sigurbjørnsson 4,
Andrias Nielsen 4, Magnus Müller
4, Rúni Joensen 3, Janus Jakobsen 1
Útvísingar: 2 x 2 minuttir
H71 heldur seg
í oddanum
Ein trygg H71-leiðsla var um at verða etin um av strandingum, men tað gekk
akkurát. Verri gekst hjá Kyndli, sum tveitti eina leiðslu fyri borð ímóti KÍF
Mynd: Álvur Haraldsen