mánadagur 4. desember 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. desember 2017 · Nr. 141
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Lutakast er til HM
endaspælið í fótbólti, sum
verður í Russlandi komandi
summar. Vertstjóðin fær eitt
gott lutakast, sum setur ferð
á ákærur um avtalað spæl.
Danmark og Svøríki koma
í bókar, har tey verða mett
at hava møguleika at koma
víðari frá, meðan íslendingar
fáa ein torføran bólk, har
teir millum annað skulu
spæla móti Argentina og
Lionel Messi.
Óli Mortensen, Vár
Erlingsdóttir Eidesgaard og
Signhild Joensen gera um
seg til NM í svimjing, sum er
í Reykjavík í Íslandi í hesum
døgum. Óli Mortensen vinnur
gull á 1.500 metrum, meðan
Vár Eidesgaard og Signhild
Joensen seta føroysk met.
Neistin vinnur toppdystin
í hondbólti í Vestmanna
móti VÍF, meðan H71 tapur í
Kollafirði. Neistamenn liggja
væl fyri í landskappingini,
meðan H71 eltir.
VíF vinnur toppdystin hjá
kvinnum, sum er í Vági
móti. Tey kappast við
Kyndil, sum akkurát vann
á Stjørnuni í gjár, um at fáa
finaluplássini.
B68 hevur sett Bill M.
Jacobsen sum venjara fyri
komandi kappingarár. Súni
Olsen hevur verið venjari
farna kappingarár. Hetta er
aðru ferð, at Bill M. Jacobsen
er venjari á Toftum.
Steypakappingin í flogbólti
er farin í gongd um
vikuskiftið. Millum annað
vunnu bæði liðini hjá Mjølni
sínar fyrstu dystir.
...við ítróttinum
José Mourinho, venjari hjá Manchester United, tá hann
bleiv spurdur um reyða kortið hjá Paul Pogba
Jákup Trygvason, sum skoraði tíggju
mál fyri KÍF um vikuskiftið
Tá tað riggar,
so riggar tað
Um eg skal tosa um tað, so
skal eg eisini tosa um hví
teir ikki fáa reytt kort
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1: Ransin N. Djurhuus 2:
Jákup Trygvason 3: Paul
Pogba 4: John Frederiksen
5. Sam Allardyce 6. Mo
Salah, Liverpool 7. Bjarni
Nielsen 8. Hjalti M.
Jacobsen
Hetta er ein bók hjá Peter Sloth
um venjaran hjá FCK, Ståle
Solbakken. Bókin er gjørd í
samstarvi við Ståle Solbakken,
sum í fleiri samrøðum gevur
av sær sum venjari og sum
menniskja. Við heitinum “Løve
hjerte”, so verður lagt upp til, at
hetta snýr seg um tíðina í FCK.
Perman og innleiðandi teksturin
á baksíðuni leggur upp til, at
tú veruliga sleppur innum hjá
norska venjaranum í danska
høvðusstaðnum.
Í einstøkum førum sleppa vit
eisini heilt tætt at upplivingum í
FCk. Millum annað tá FCK klárar
at spæla javnleik móti Barcelona
í Champions League, og Ståle
Solbakken og Pep Guardiola
nærmast fóru til hendurs.
Men bókin er í fleiri førum
uttan kant og kemur ikki upp
á knøini á teimum heilt góðu
ítróttarbókunum. Høvðusorsøkin
er, at Ståle Solbakken framvegis
er í starvi sum venjari hjá FCK.
Tað ger, at bara søgur sum ikki
skaða venjaran eru við. Eisini er
talan um ein lætta bók, sum skjót
at lesa. Av tí saman kemur tú
heldur ikki heilt í djúptina saman
við Ståle Solbakken. Hvørki sum
persóni ella sum venjara hjá
FCK. Hetta kennist eitt sindur
sum ein greinarøð ella eitt longri
persónssøga í einum vikublaðið.
Tað stendur eisini á baksíðuni,
at vit sleppa afturum koyringar
nar í FC Køln og Wolverhampton,
men tað sparsomligt hvat vit
fáa at vita. Tó er bókin, sum
allar danskar ítróttarbøkur, væl
skrivað og væl sett upp.
LES UM: Tú heldur við FCK og
hevur brúk fyri eini lættari bók
at lesa
IKKI LES UM: Tú væntar eina
bók, sum tekur beinini undan
tær, har Ståle
leggur
seg
flatan á vegin
og fortelur alt
HVUSSU
ER
AT
LESA:
Løtt at lesa
og
væl
sett
upp. Hetta er
afturgangandi
fyri
danskar
ítróttarbøkur
HVAT SIGUR
TÚ: Bókin er
góður lesnað
ur til ein mál
bólk, sum ikki
lesur so nógv
vanligt
FAKTA: Ståle
Solbakken er
í dag 49 ára
gamal og venj
ari hjá FCK á
øðrum sinni.
Ståle Solbakken:
Leyvuhjartað
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Kendur føroyskur fótbóltsdómari hevur avleverað
floytuna fyri seinastu ferð, hvør er hann?
2 KÍF vann í gjár á Kyndil. Strikuspælarin hjá teimum
skoraði tíggju mál, hvør er hann?
3 Kendur miðvallari hjá Manchester United fekk
beinleiðis reytt kort um vikuskiftið, hvør er hann?
4 U21 landsliðsspælari hevur skift til HB, hvør er hann?
5 Umstríddur venjari skal venja Everton, hvør er
hann?
6 Hvør er toppskjútti í Premier League í løtuni?
7 Hvussu eitur føroya sterkasti maður?
8 Hvør er spælarin á myndini?
Ási Dam var millum sterkastu spælarar hjá KÍF í gjár,
men hetta kundi fyri tað sama verið ein dansur