mánadagur 4. desember 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 4. desember 2017 · Nr. 141
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
Tað byrjaði leygardagin við,
at Signhild Joensen setti
føroyskt mett – tvær ferðir
– í 100 metrar ryggsvimjing.
Fyrst svam hon 1:00.91 í
innleiðandi riðlunum um
morgunin, til at kvalifisera
seg til finaluna sama kvøld,
og síðani betraði hon aftur
um síni met til 1:00.50 í
finaluni, sum rakk til bronsu
í sera tættari kapping við
donsku Sara Sylvest á 1:00.31
og Onnu Brandt Nielsen á
1:00.48.
Signhild
Joensen
átti sjálv føroyska metið
og juniormetið á 1:01:00,
frá Ægir-stevnu í oktober
mánað.
Hon setti seinni eisini
nýtt føroyskt met í 50
metrum rygg, tá hon bleiv
nummar
fimm.
Signhild
Joensen, sum svimur fyri
Ægir, svam teinin upp á 28.75,
meðan gamla føroyska metið
var 29.00 sekund.
Óli gull á 1.500
Síðani tók Óli Mortensen
yvir, tá hann vann gull á 1.500
metrum. Hetta í stórum stíli
við nýggjum persónligum
meti á 15:02.27, frammanfyri
danska Alexander Aslak Nør
gaard á 15:10.34 og svenska
Mattias Glenesk á 15:27.35.
Óli Mortensen og Alexan
der Nørgaard høvdu eina
øgiliga holmgongu á hesum
teini á DM á stuttgeil herfyri,
har
Alexander
Nørgaard
endaði við at draga longra
stráið í endaspurtinum. Hesa
ferð var ongin endurtøka, tí
tá 200 metrar vóru eftir, dró
Óli Mortensen frá.
Óli Mortensen betraði
persónliga metið hjá sær
við næstan átta sekundum.
Gamla persónliga metið setti
hann á HM í stuttgeil í Doha í
2014, sum var á 15:10.09.
Vár fyrst kvinnan
undir 57 sekund
Ein annar svimjari, sum er
farin at gera um seg í før
oyskari svimjing er Vár
Erlingsdóttir
Eidesgaard.
Ungi svimjarin setti nýtt
føroyskt met, tá hon svam
100 metrar frí upp á 56.98
sekund. Vár Erlingsdóttir
Eidesgaard átti sjálv før
oyska metið á 57.09, frá FM
í november. Harvið er hon
fyrsta
føroyska
kvinnan
undir 57 sekund á 100 metra
teininum. Tað rakk til eitt
sjeynda pláss.
Hon megnaði eisini at seta
nýtt føroyskt met og junior
met í 200 metra frísvimjing,
tá ið hon sum fyrsti svimjari
í 4×200 frí liðsvimjingini hjá
føroyingum
svam
teinin
uppá 2:02.18. Sára Ryggs
hamar Nysted átti metið á
2:02.60, frá Oyggjaleikum á
Jersey í 2015.
trondur@sosialurin.fo
Hugleiðingar
sum fram
gongd í
ítróttinum
Tað gongur væl hjá føroyskari svimjing. Tað verður staðfest
í at kalla hvørja stevnu, sum er. Til NM í Reykjavík í Ísland
eru aftur fleiri met sett og heiðursmerki vunnin
HEIÐURSMERKI OG FØROYSK
MET Í REYKJAVÍK
Vit brúka nógv tíð upp á ítróttin. Fyrst og
fremst íðkarnir, venjararnir, fyriskiparnir
og nevndirnar. Tað havi eg altíð havt stóra
virðing fyri, tí tað krevur nógv góð fólk at
fáa føroyskan ítrótt at ganga so væl, sum
hann ger. Tí taki eg altíð eitt lítið sindur av
fyrivarni, tá kritikkur er av onkrum, eisini
tá talan er um sambondini, har fólk fáa løn
fyri at sita, tí talan er ikki um eitt vanligt
arbeiðispláss.
Eg kundi nevnt tað sum ein kritikk, men
eg meini tað nokk meiri sum eitt ynski. Eg
haldi at eitt av komandi stigunum eigur
at verða, at hagtøl og upplýsningar skulu
verða savnaðir einum stað, so øll kunnu fara
eftir teimum lætt. Her hugsi eg eitt nú um
hondbóltin, har dómaraseðlarnir framvegis
verða skrivaðir við hond, og at tað ikki finst
eitt sentraltstrýt hagtalsyvirlit.
Eg eri stórbrúkari av Faroesccer hjá Marna
Mortensen, og eg eri als ikki einsamallur um
tað. Fótbóltssambandið er eisini komið hartil,
at dómaraseðlarnir nú eru teldustýrdir. Tað
er ikki uttan eitt sindur av roksi, men tað
letur upp fyri fleiri møguleikum.
Eg veit, at vit ikki hava so nógv orku og
pengar, men hyggja vit eftir heimasíðum sum
Superliga.dk, so kann eg fáa allar hugsandi
upplýsningar um hvønn einstakan spælara
og lið. Sama úr størru deildunum, men í
Føroyum hava vit einki líknandi – uttan
Faroesoccer, sum ótroyttliga hevur uppbygt
sær eitt savn, sum er gullvert.
Ein digitalur dómaraseðil, eisini í hondbólti,
flogbólti og øðrum ítróttargreinum, kundi
verið knýttur at eini síðu, so tú kundi fylgt
við beinleiðis. Hetta vildi gjørt tað upp aftur
stuttligari at fylgt við. Vit eru í framgongd
á fleiri økjum, so hví ikki eisini á hasum
økinum?
Eg kom at hugsa um hetta, tá ÍSF kunngjørdi
ÍSF-kalendaran, har tú kanst fáa eitt
yvirlit yvir hvat er á skránni. Vit hava alla
informatiónina, so hví ikki savna hana á
einum stað og leggja hana fram fyri teimum,
sum fylgja við.