týsdagur 5. desember 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. desember 2017 · Nr. 142
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- HER ER MÁL
Síðani VikuskiftisSosialurin tann 24. november skrivaði um
orrustuna í Kringvarpinum á fyrsta sinni er nógv hent í málinum.
Hetta er tað, sum farið er fram, síðani stjóraskifti fyrr í ár.
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
TÍÐARLINJA
ORRUSTA Í KRINGVARPINUM
Miðskeiðis í oktober
- Seinna skjalið verður sent til Kringvarpsstýrið
Liljan Weihe samskiftir við Kringvarpsstýrið
um støðuna viðvíkjandi ógegni hjá Johnny
í Grótinum í sambandi við skattamálið og
somuleiðis um arbeiðshættir, sum elva til
misnøgd hjá summum journalistum.
September:
Skattamálið skal eftirmetast
Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, vendir
sær til Fjølmiðlanevndina við skattamálinum.
Hann vil hava fjølmiðlanevndina at viðgerða
tíðindaflutningin, men hetta verður tikið
aftur. Síðani setur Johnny í Grótinum ein
eftirmetingarbólk við Øssuri Winthereig á
odda, sum skal eftirmeta tíðindaflutningin í
Kringvarpinum í sambandi við skattamálið.
Øssur verður stutt eftir frátikin sessin í
eftirmetingarbólkinum. Liljan Weihe verður
eisini sjúkrameldað í september, meðan Jan
Lamhauge fór til hús orsaka av støðuna.
Fyrst í august
- Fyrsta skjalið sent til Kringvarpsstýrið
Eitt skriv verður fyrstu ferð sent til
Kringvarpsstýrið um nýggja stjóran, Johnny
í Grótinum, sum tá ikki var byrjaður í
starvinum. Høvið var, at Johnny í Grótinum
sum landssjúkrahússtjóri hevði kært
Kringvarpið til fjølmiðlanevndina fyri
tíðindaflutning í samband við stríðið á
føðideildini. Í samskiftinum við Kringvarpsstýrið
varð her sagt, at komandi stjórin royndi
at leggja seg út í tíðindaflutningin, og
at journalistar tí vóru merktir av tí.