týsdagur 5. desember 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 6. desember 2017 · Nr. 142
LIÐ Í STUTTUM
ORRUSTA Í KRINGVARPINUM
Fyrst í desember
- Journalistar gera bart
Vikuskiftið 1.-3. desember gera tríggir
journalistar í Kringvarpinum bart og
senda skriv til Kringvarpsstýrið um
støðuna í Kringvarpinum, um stjóran
og um uppsøgnina av Liljan Weihe.
30. november
-Liljan Weihe fær ætlanarskriv um uppsøgd
30. november fær Liljan Weihe ætlanarskriv
um uppsøgd frá Johnny í Grótinum,
kringvarpsstjóra. Orsøkin til uppsøgnina
er illloyalitetur, og hevur tíðindaleiðarin
14 dagar at svara upp á skrivið.
Síðst í november
- Vikuskiftis Sosialurin skrivar um málið
Vikuskiftis Sosialurin skrivar 24. november
eitt stórt tema um innihaldið í teimum
skjølunum, sum eru send til Kringvarpsstýrið.
Hetta elvir til kjak í miðlunum, har Ivan
Niclasen leggur Sosialin undir at villleiða,
meðan Sosialurin heldur fast í, at um nakar
villleiðir í málinum, so eru tað høvundurin á
nevndu skjølunum til stýrið og ikki blaðið.
Allar súðir ikki syftar enn
Nú hetta blaðið fer til prentingar er enn greitt, at fleiri leikir eru eftir í hesum talvinum. Meðan sakførarin hjá Liljuni
Weihe hevur sagt, at tey hava í hyggju av afturvísa uppsøgnina og fáa tíðindaleiðaran aftur til arbeiðis, hevur Johnny
í Grótinum onga viðmerking, meðan hoyringstíðin enn er. Johnny í Grótinum hevur tó sagt, at hann hevur í hyggju
at tosa við teir journalistar, sum hava vent sær til stýrið seinastu dagarnar.