Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. desember 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. desember 2017 · Nr. 142 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Úr sjúku og aftur til lívið - Í dag hava vit nógv fólk, sum yvirliva krabbamein, og sum væntandi hava eina livitíð sum øll onnur. Hetta eiga vit í enn størri mun enn higartil at hava við í krabbameinsviðgerðini, sigur yvirlækni og professarin á Ríkissjúkrahúsinum Vilmund Jacobsen Alsamt fleiri yvirliva krabbamein, men hjá nógvum, sum hava verið rakt av sjúkuni, broytist lívið, tí viðgerðin hevur elvt til skaðar á likam og sinn. Tíverri uppliva mong, at tey standa einsamøll við truplu støð­ uni, tá tey á pappírinum eru vorðin frísk aftur. Spurningurin er, um fólk, sum hava verið rakt av krabbameini, eru frísk, tá krabbin er burturbeindur? Er alt aftur við tað góða og gamla? Jú, á pappírinum eru fólk frísk, men slíkt er bara ikki veruleikin hjá mongum, sum tíbetur verða grødd. Út við 300.000 danir hava ella hava havt krabbamein, og í minsta lagi helvtin av hesum upp­liva sein­ árin av sjúkuni. Talan kann vera um alt frá troyttleika, fat­an­arligum trupulleikum, ótta og tung­lyndi til varandi hármiss, turrar slím­hinnur, trupulleikar í tarmi og pínu. Nøkur hava bert smá hjáárin, sum ikki fylla so nógv, meðan onn­ ur hava trupul seinárin, sum í stór­ an mun ávirka gerandisdagin. Stór framstig Marianne Nord Hansen er for­ kvinna í danska Seinárins­fel­agn­ um, og hon sigur, at krabba­meins­ við­gerðin nú er so góð, at tey er mong, sum antin yvirliva sjúkuna - ella liva leingi við sjúkuni. - Hetta er ógvuliga positivt. Men, tey eru eisini mong, sum standa eftir við ymiskum árinum av sjúkuni, sum tey skulu læra at liva við, og hetta kemur ofta óvart fólk, sum hava verið sjúk. Forkvinnan sigur, at hjá summ­ um byrja seinárinini longu undir ella beint eftir sjúkuviðgerðina. Talan kann eitt nú vera um eitt so­nevnt “lymfødem”, sum er kron­ iskur verkur, har tú hovnar eitt nú eftir skurðviðgerð ella strálu­við­ gerð móti bróstkrabba. Hjá øðrum kunnu ganga mánaðir ella ár, áðr­ enn seinárin byrja. Men, tíverri kann tað vera trup­ ult at fáa neyðugu hjálpina. - Sum heild ganga sjúkl­ing­ar ofta alt ov leingi við sein­ár­inum, áðrenn hetta verður stað­fest. Ein trupul­leiki er, at krabba­meins­ sjúkl­ingar ofta ikki fáa kunn­leika um tey seinárin, sum kunnu koma. Sam­stundis uppliva mong, at tað ikki í nóg stóran mun verður lurtað eftir teimum, tá tey siga læknanum frá sínum sjúkueyðkennum ella sein­árinum. Men, ráðini hjá Marianne Nord Hansen eru, at fólk skulu sláa nevan í borðið og biðja um hjálp. Sjálvt, tá krabbameinssjúklingar fáa hjálp fyri seinárin, kann hetta gerast ein slítandi tilgongd. - Nógvir sjúklingar uppliva at vera sendir frá einari serfrøði til aðra, tí talan er um ymisk seinárin, sum skulu kannast ella viðgerast ymsa­staðni. Tað er jú ikki altíð, at sam­anhangur er millum sjúku­ eyð­kennini. Hetta ger, at tað eisini kann gerast trupult at fáa góða hjálp, sigur forkvinnan. Ein slítandi viðgerð Ein viðgerð móti krabbameini er slítandi, bæði likamliga og sálarliga, og ein skurðviðgerð kann skaða eina ávísa funktión ella likamslut, tá eitt hvørt skal burturbeinast. - Um tú skalt taka annað lunga, hevur tað sjálvsagt sína ávirkan beinanvegin. Men, tað eru eisini aðrar viðgerðir, eitt nú strálu-og kemo­viðgerð, sum ávirka likamið. Christoffer Johansen, sum er granskari, professari og yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum, vísir á, at krabba­meinsviðgerð ger okkum “eldri” ov tíðliga, um vit so kunnu siga, og soleiðis er eisini við børn­ um, sum hava krabbamein. - Í slíkum føri kunnu sjálvt børn fáa nakrar sjúkur sum ung, sum tey annars ikki skuldu havt fingið, fyrr enn tey eru gomul. Hann sigur, at á økinum, sum fevn­ir um børn við krabbasjúku, hev­ur leingi verið fokus á, hvussu viðgerðin ávirkar børnini seinni í lívinum. Men, sama upp­merk­semi hevur higartil ikki gjørt seg gald­ andi fyri vaksin við krabba­sjúku. - Okkara krabbameinsviðgerð og uppfylging er ikki skrúvað saman soleiðis, at vit í dag hava so mong, sum yvirliva sjúkuna, tí soleiðis var tað ikki fyrr, sum professarin tekur til. Christoffer Johansen vísir á, at í dag eru rættiliga nógv fólk, sum yvirliva krabbamein, og sum vænt­ andi hava eina livitíð sum øll onnur. - Hetta eiga vit í enn størri mun enn higartil at hava við í krabba­ meinsviðgerðini, sigur yvir­læknin og professarin á Ríkis­sjúkra­hús­in­ um. www.cancer.dk Ein viðgerð móti krabbameini er slítandi, bæði likamliga og sálarliga HEILSA