Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. desember 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. desember 2017 · Nr. 142 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Læknastríðið og Arnstein Niclasen Halló Karin, fyrst mangar takk­ir fyri títt løgna ummæl­ ið av bók míni “Herkin herð­ indi”. Hetta sjálvt um tú ikki met­ir bók­ina vera dygd­ar­ verk, og at tú har brigsl­ar mær at vera ein hevnd­ar­hug­ að­an mann. Um dygdina av fyrru út­ søgn tíni, duga onnur helst betri at meta um, og um ta seinnu útsøgnina er stutt at siga – at hon er burtur úr vón og viti. Tað mann hava ver­ið ein ikki hissini vírikur hjá tær, sum eg havi stigið á. Og tað harmar meg vitiliga. Tí hum­or er helst ikki tín sterka síða. Jú, fýra heilar síður inni í Sosi­al­i­num - við so burturvið á­kær­um og ógrundaðum nið­ur­støðum. Og sum eis­ini verða heilfluktaðar á for­s­ íðu­bredda blaðsins við mynd av greinskrivarinnuni – so strong sum eitt rakiblað - og so end­ur­tikin á fjórðu síðu við - av tí fenomenala blað­ stjór­a­num. Ein langur lestur og stíl­urin er so sum so; men tað skal ikki skilja okkum. (Eing­in er forpliktaður út yv­ir síni evnir.) Innihaldið Jú, substansurin í øllum ó­løg­i­num er: At pápi henn­ara kendi seg hóttan eft­ir lívi­ num – enntá av skotvápnum (hó­ast søgan er óváttað). Kendi seg? Jamen, av hvørj­ um? Ikki eitt orð kom fram um, hvør ið hesin var! So álv­ar­atos! Pápi Karina var, ið hvussu so er, ikki hótt­ur av mær. Og longri er tann søga ikki. Eg veit meg ikki hava borið honum og hans­ ara annað enn alt gott. All­ari Kjølbro-familjuni. Jógv­an hjá Evaldi Kjølbro, Herm­ an hjá Hans Davidi Pet­er­ sen og eg hildu ofta sam­an í uppvøkstrinum. Tað hendi, at familjan hjá Poul Nolsøe Kjøl­bro varð førd yvir í Eyst­ur­ oynna nakrar dagar í 1955 við 80 tonsara familjunnar “Grunn­ingi”. Og tað var harm­i­ligt. Eins og tað eis­ ini hendi í Klaksvík und­ir “bumbutíðini” undir krígn­ um og aftur í oktober 1955 av fleiri 95’arum, ið tá við fam­ilju síni rýmdu á bygd, tí býurin fekk brutala krígs­ skipa­vitj­an. At hetta hevur skakað hesa tá fittu lítlu gentuna er sárt og ófyrigeviligt. Karin dram­at­is­erar hesa hending, hó­ast eingin fekk likamligt mein av hesum. Og hon minn­ist sera væl til tað váta gras­ið, har hon í inniskóm helst hevur fingið vátar bibb­ur, babbasa didda. Og hetta er hennara søga. Og gott fyri hana, at hetta eisini kom alment fram á prenti. Undir brotinum: And­róð­ ur inn­an­borða, á bls, 163-164, taki eg greitt frástøðu frá teim­um ó­tangunum, sum brúktu harð­skap ella gjørdu seg inn á fimm­ara familjur á degi og nátt, og harmist al­mik­ið um ágangin móti Hák­uni og Hjørdis Djurhuus við familju á bls. 220 - 221. Ein skarns­gerð! Tey avbardu og meinslaðu Ikki við einum orði harmast Kar­in um tey fólkini, sum tá av professionellum ó­fri­ð­ar­ kropp­um blivu niðursligin, av­bard, blóðsorað, jagstrað, ó­rætt­víst dømd og fongslað, sum høvdu vágað sær at sett seg upp móti donskum em­bæt­is­monnum við m. a. at hava skriva undir eina adressu til bata fyri tey full­komiliga avskeplaðu lækn­a­við­ur­skiftini í øllum tí for­sømda landslutinum. Og sum flýggjaðu út á bygd und­an vápnaðum politistum í búna av albrynjaðum krígs­ skip­um? Var eingin synd í teimum? Og hetta fyri eina so fjákuta - jur­id­iskt óheimilað - fund­ar­ upp­hædd upp á 601 krónu og 50 oyru? (So raplandi gagg/ gagg!). Og er ikki ein munur her: Tey fyrru kendu seg hótt; meðan tey seinnu blivu veruliga jagstrað og for­ fylgd? Ókvæmisorð og happing Borðreitt verður eisini í um­ mæl­inum hjá Karini við ikki hissini teggju av skeld­ar­ ins orðum, sum hon helst í sinnismuni hevur funn­ið niðast í tunnuni, so sum: Kar­ak­ter­morð, hevnd, happ­ ing, perfid út­spill­ing, æru­ meiðing, innari svín­hund­ur­ in, bakbit og tramanskapur o. m. a. - so at tað markar heilt út um tað komiska. Greinin øll er helst fyri greinskrivarinnuna eitt megnarstig; men bók­ment­a­ liga eitt avmarkað framstig (leys­liga eftir Armstrong). Karaktermorð? Men hvat ann­að er útspillingarskriv lækn­a­fel­agsins frá 6. apríl 1953, und­ir­skrivað av H. D. Jo­ensen, landslækna, og við­ gerð­in av Halvorsen í grein­ ini av Karini, annað enn klokku­klárt karaktermorð av Olaf Halvorsen við aft­ur­ virk­andi kraft? Á bls. 423 - 424 í bók míni harmist eg illa um alla happ­ Jógvan í Dáva­stovu Útvið 8 av teimum síðstu tíggju árini hevur Sam­ bands­flokk­urin átt løgmann. Í hesi somu árini hevur sam­gongu­flokk­urin verið Fólka­flokk­ur­in. Sambandsflokkurin hev­ ur í hesi síðstu nógvu árini í sam­gongu við Fólkaflokkin roynt at fingið nýggja fiski­ vinn­u­lóggávu av bakka­ stokki. Alt til fánýtis, tí Fólka­ flokk­uri­n er jú reiðarins flokk­ur. Best man vera sum er. Nakrir løgtingslimir úr Sam­bands­flokkinum hava í sein­ast­uni borið fram, at nú­ verandi samgongan hev­ur flutt seg so nógv í sam­ráð­ing­ u­num við Sambandsflokkin, at tað, sum eftir stendur í fiski­vinnu­nýs­kipanin, eigur Sambandsflokkurin 90%. Um vit venda eyguni aft­ur til gomlu áralongu sam­gong­ una millum Sam­bands­flokk­ in og Fólkaflokkin, so stóð í botni millum hes­ar báðar flokkar um at semj­ast um eina nýggja fiski­vinnu­ný­ skip­an. Í hes­um sam­ráð­ing­ um fekk Sambandsflokkurin einki av sínum sjónarmiðjum ígjøgn­um. Hvat fær Sam­bands­ flokk­in nú at trúgva, at ein nýggj samgonga millum Sam­bands­flokkin og Fólka­ flokk­in kann fáa eina nýggja fiskivinnunýskipan sam­tykta á Føroya Løg­ ting. Av royndum vita vit, at Fólkaflokkurin fær lands­ stýris­mannin í Fiski­vinnu­ mál­um. Av royndum vita vit, at tá hendir als einki við ný­ skip­a­num í fiskivinnuni. Kann tað hugsast, at Sam­bands­flokk­urin, held­ ur enn at fáa 90% av Sam­ bands­floks­ins sjón­ar­miðj­u­m í­gjøgn­um í eina fiskivinnu­ ný­skip­an og samstarvar við sam­gong­una og fær hetta mál loyst, øllum føroyingum at frama, velur løgmann til Sam­bandsflokkin framum? Harmiligt, um Sam­ bands­flokk­urin tekur egnan løtu­vinn­ing fram um eina fiskivi­nnunýskipan, sum er til gagns fyri at føroya fólk. Vónandi eru enn knotur í onkrum av sam­bands­ting­ monn­unum, sum síggja møgu­leik­an í at fáa 90% av sín­um sjón­ar­miðj­um í­gjøgn­ um í eina fiski­vinnu­ný­skip­ an og taka vælferðina hjá okk­um føroyingum fram um møgu­ligan sambandskan løg­mans­sess. Vónandi eru løg­tings­ menn hjá Sam­bands­flokk­ i­num ikki til fals fyri stór­ kapi­t­alin. Vónandi trúgva løg­tings­ menn hjá Sambandsflokkin enn upp á liberalismu, sum stend­ur í stevnuskránin hjá Sam­bands­flokkinum og fría kapp­ing í okkara fiskivinnu. Sambandsflokkurin eigur at minn­ast til orðatakið: »Fót Hvat velur Sambandsflokkurin? Og hetta fyri eina so fják­uta jur­id­iskt ó­heim­ilaða fund­ar­upp­ hædd upp á 601 krónu og 50 oyru? So raplandi gagg/gagg!