Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-05, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. desember 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN DESEMBER 2017 4 k v i n n u b l a ð i ð – SKOMM ER NAKAÐ, SUM KANN VERÐA TORFØRT HJÁ MONNUM AT SKILJA, TÍ TAÐ ER EITT SLAG AV KVINNULIGARI KENSLU, SUM FLEIRI KVINNUR GANGA VIÐ Í LANGA TÍÐ. Á EIN ELLA ANNAN HÁTT GERA KVINNURNAR UPP VIÐ HESA KENSLUNA Á NAKINMYNDUNUM, SIGUR 32 ÁRA GAMLA MYNDAKVINNAN, GVØÐNY MIRIAM GUNNARSSON, IÐ SEINASTU ÁRINI SERLIGA HEVUR HUGSAVNAÐ SEG UM AT TAKA NAKINMYNDIR AV FØROYSKUM KVINNUM Annika Kunoy Im annika@sosialurin.fo – Eg var ikki tað kreativa barnið, sum sang og teknaði. Ístaðin brúkti eg nógv av tíð míni til langar einsamallar gongutúrar. Eg dugdi at eygleiða og njóta tað vakra, og eg skilji í dag, at eg var kreativ á ein annan hátt, sigur 32 ára gamla myndakvinnan Gvøðny Miriam Gunnarsson. Skapandi evni hennara koma týðiliga til sjóndar í vøkru ævintýrakendu myndum henn­ara og persónligu útleggingini av før­ oysk­um sagnum og søgum, og eisini í mynd­ un­um av naknu føroyskum kvinn­un­um. Hes­ ar myndirnar kenna vit øll, men ferðin inn í mynda­heimin byrjaði ikki har. Miriam fekk fyrsta myndatólið frá manni sínum Janusi, tá hon var 21 ára gomul. Hon greið­ir frá, at tað var maður hennara, ið eggj­ aði henni til at byrja at taka myndir. Tey vóru bæði lesandi í Onglandi, tá hann keypti henni fyrsta myndatólið. Ein gáva, sum sum síðani hevur definerað yrkisleið teirra. Tá Miriam byrjaði at taka myndir, vóru ikki so nógv myndafólk í Føroyum, sum tað eru í dag. Tað byrjaði sum ítrív og uppgávur í summarfrítíðini. Síðani tóku hon og maður henn­ara myndir av brúðarpørum, børnum og familjum. Lestrartíðin í Onglandi var av, og áhugin í myndatøku vaks. Eftir eina tíð varð ítriv til yrki, og tey stovnaðu fyritøkuna Miriam & Janus Photography. SJÁLVLÆRD MYNDAFÓLK Miriam finnur íblástur í náttúruni, menn­iskj­ um, átrúnaði og samfelagsviðurskiftum. Hon greiðir frá, at hon verður sogin inn í kreativa heimin, og sær møguleikar í øllum rund­an um hana. Tað tekniska tekur maður henn­ ara Janus sær av, tí tað hevur Miriam lítlan áhuga í. – Har eg eri veik, er hann sterkur, og har hann er veikur, eri eg sterk. Tí verður tað so feitt, tá vit arbeiða saman, sigur hon. Miriam hevur ongantíð tikið nakað skeið í myndatøku, og hon sigur, at hon á ein hátt ræðist fotografútbúgvingar. – Eg havi ofta upplivað, at myndafólk, ið eg havi sæð upp til, missa tað kreativa og verða meir avmarkaði, tá tey hava gingið í skúla. Hóast tey kanska duga eitt sindur betri tekniskt tá, sigur hon. – Tú kanst læra nógv á einum slíkum skeiði og liva av myndatøku, tá skeiðið er lið­ ugt, men tú mást avgjørt eisini hava eitt eyga fyri tí kreativa, um tú veruliga vilt duga tað, legg­ur hon afturat. Hon greiðir frá, at tað tó er torført at liva Miriam tekur myndir av naknum kvinnum: SKOMM ER EIN KVINNULIG KENSLA “Sum kreativur fotografur lærir tú skjótt, at tú ikki bara kanst taka spennandi kreativar uppgávur. Tað er fullkomið luksus at sleppa at gera tað kreativa. Tað havi eg lært.”