Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-05, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. desember 2017síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN DESEMBER 2017 12 k v i n n u b l a ð i ð TJÓÐHILD PATURSSON – FYRI MEG HEVUR GLØGG ALTÍÐ VERIÐ BUNDIÐ AT NÝGGJÁRINUM, MEN Í SAMBANDI VIÐ HESA GREININA FEKK EG HØVI AT GANGA OG SLØÐAST Í MIÐBÝNUM Í HAVN EITT TÝSKVØLD - OG ROYNA GLØGG SAMAN VIÐ GÓÐUM FÓLKI. TAÐ FARI EG AT GERA AFTUR. SLØÐAST Í MIÐBÝNUM SAMAN VIÐ GÓÐUM VINFÓLKI. OG DREKKA GLØGG. MEN AT DREKKA GLØGG ER IKKI BARA AT DREKKA GLØGG - GLØGG ER HUGNI, OG HUGNIN Í UMHVØRVINUM OG FÓLKUNUM RUNDAN UM TEG HEVUR EISINI NÓGV AT SIGA FYRI GLØGGUPPLIVINGINA. HETTA HAVI EG TIKIÐ TIL EFTIRTEKTAR, TÁ IÐ EG HER UMMÆLI FÝRA YMISK STØÐ AT DREKKA GLØGG Í HAVN. Katrina Christiansen kr. 75,- Niðri á Reyni í Havn er gamli handilin hjá Katrinu Christiansen broyttur til matstovu. Tað er ikki altíð, at tað eydnast so væl at umskapa gamlar vakrar bygningar til at húsa onkrum nýggjum, men eg haldi, at hasaferð er tað eydnast heilt væl. Vit koma innar og gerast beinan vegin meira rólig. Eitt av tí besta við hesum staðnum er, at um tú hevur hug, so kanst tú sita rættuliga privat í einum av teimum báðum smáu rúmunum í miðhæddini - men varða teg, har er lætt at sita leingi, so hav góða tíð. Heili trý ymisk sløg av gløgg bjóða tey her - eitt reyðvínsgløgg, og tvey ymisk hvít gløgg gjørd av cider. Annað við rom og hitt uttan. Mær dámar væl, at tey eisini bjóða gløgg uttan alkohol, tí so kunnu øll vera við; harafturat smakkaði alkoholfría gløggið ordiliga væl - so væl at harði punk-rockarin, sum var við til smakkingina, ætlar at bíleggja sær tað aftur næstu ferð. Øll trý sløgini av gløgg - sum eisini vóru ógvuliga vakurt serverað - smakkaðu framúr væl. Vit vóru ósamd á máli um hvat hitt besta var - øll vóru góð. Eg dugi ikki at skriva so nógv um gløggið, annað enn at tað var ordiliga gott. Einasta at fílast at kundi kanska verið, at tað var eitt vet ov søtt - ja, reyðvínsgløggið var eitt vet ov søtt til mín smakk. Men aftur, tað er mín smakkur - hini vóru ósamd. Mítt yndisgløgg var hitt hvíta við rom. At enda vil eg rósa starsfólkunum fyri at vera so ótrúliga blíð og fyrikomandi - tað er sjáldan, at eg upplivið hetta slagið av elegentari tænastu: ikki uppgjørt, bara blíð, menniskjalig, vinarlig og rólig. Takk. Og til tykkum lesarar - unnið tykkum eitt glas av gløggi niðri í gamla handlinum hjá Katrinu Christiansen! TESTVINNARI HON roynir GLØGG