Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-05, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. desember 2017síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN DESEMBER 2017 k v i n n u b l a ð i ð Brell kr. 65,- ella 85,- Eg eri so hørm um at geva Brell eitt vánaligt gløgg-ummæli (nei, eg eri nokk ikki gjørd til at vera ummælari, men onkur skal gera tað - ganga og spasera í Havnagøtum og royna gløgg - áh dett harða arbeiði). Tí vil eg byrja ummælið við at minna tykkum á tað fantastiska góða kaffið, tey hava at bjóða! Um tú mungar eftir gløggi ein dagin, tú situr á Brell saman við vinfólki - sum øll hava gjørt tað skilagóða, at fáa sær ein kaffimun - so hevur tú tveir møguleikar: Vanligt reyðvínsgløgg og so tað sterkaru útgávuna. Vel tað sterkaru útgávuna, hon er frægari. Gløggið hevur tó so góða javnvág í kryddi, men tað er alt ov veikt - her sipi eg ikki til alkohol %, men meini heldur sum veikt te. Gløggið er ov tunt, og glasið er alt ov stórt. Tað er nærum ógjørligt at drekka alt. Í gløgginum var ein anisstjørna, rosinur og nakrir bitar av mandarin. Vit vóru ósamd á máli um hvussu væl tað riggaði við mandarinunum. Mær dámdi tað einki serligt. Kanska hevði tað verið betri um mandarinirnar høvdu ligið í onkrum laka áðrenn - og tað høvdu rosinurnar eisini havt gott av. Ein sjokolátabiti var serveraður afturvið - tað gleddi onkra. Sjálv serveringin var ikki nógv pen/hugnalig, og somuleiðis var umhvørvið ikki beinleiðis so tiltrekkjandi. Ljóðviðurskiftini eru vánalig í rúminum, og tað hoyrist alt ov væl millum borðini - tað kennist ov óprivat. Uttanfyri er skoytibreytin hjá Tórshavnar Kommunu sett upp. Hon er einki serliga pen (Áheitan til Tórshavnar Kommunu: Nú tit leggja SO stóra orku í at pynta býin og lata hann í jólaham, góðu tit, leggi eitt sindur av orku í at fríðka um skoytibreytina eisini. Hon sær altíð so óliðug út). Enn er skoytibreytin tó ikki latin upp, og eg eri vís í, at tað fer at gera nógv við hugnan á Brell, at síggja børn og vaksin skoyta uttanfyri. Hevur tú hug til ein fantastiska góðan kaffimun, fær á Brell. Hevur tú hug til gløgg, far onkra aðrastaðni – um tú gleðir teg til ein góðan gløgg. Paname kr. 70,- Á Paname er gott at sita. Hóast borðini standa tøtt, og hurðin inn til bókahandilin við síðuna av stendur opin, so fært tú frið at sita og hugna tær. Við vindeyga sært tú út á Vaglið, og nú tað myrknar so tíðliga á kvøldi, síggjast vøkru jólaljósini í trøunum uttanfyri longu kl 16. ‘Tað einasta keðiliga við útsýninum er, at tú verður minnt á hatta ódemokratiska tinghúsið’ segði ein. Kanska átti tingfólkið heldur at sett seg á Paname at práta um tingini, afturvið einum glasi av gløgg. Tí gløggið var gott. Serveringin var hugnalig og glasið hevði passaliga stødd. Tó vóru eftir mínum tykki alt ov nógvir nelikar í - nelikar eru góðir, men dupult so nógv nelikar er fimmdupult so … ringt. Eg merkti tað ikki beinanvegin, men eftir einar tríggjar smakkir, bleiv tað ov vamlisligt. Ov nógvir nelikar leiða tankarnar á medisin, og smakkurin tekur yvir allar aðrar smakkir, og tað er spell. Gløggið hevði ein eitt sindur beiskan eftirsmakk - kanska hetta eisini er ein avleiðing av nelika-yvirdosuni. Í gløgginum vóru mandlur og rosinur. Bæði mandlur og rosinur vóru góðar. Kanska hevði onkur mist eyka nógvar nelikar niður í pottin hendan dagin - eg fari í øllum førum aftur, tí ið hvussu er er gløggið væl vert eina vitjan. Café Gløgg á Tjóðpallinum kr. 240,- 240 kr fyri eitt glas av gløgg? Nei, nei, nei. 240 kr fyri eitt glas av gløgg VIÐ áfylling OG undirhaldi í ein tíma - so ljóðar prísurin kanska ikki so galin, ha? Hóskvøld til sunnukvøld bjóða tey til Café Gløgg niðri á Tjóðpallinum - gløgg og skemt mitt niðri í býnum. Eg fari at skriva meira um sjálvt undirhaldið ein annan dag, nú ræður um gløggið. Gløggið smakkaði faktiskt útmerkað - vanligt gott gløgg, sum var lætt at drekka. Kanska var í so nógv saft í til mín smakk, men eg eri nokk ikki so søt sum summi. Stemningurin er lættur, og nógv fólk koma eitt sindur fyrr, soleiðis at man hevur høvi at sita og práta eina løtu áðrenn skemtið byrjar. Tað at sita og drekka gløgg, vitandi at um eina løtu byrjar okkurt stuttligt, tað ger beinanvegin stemningin góðan - kjálkarnir hitna av gløgginum, og tú gerst meira móttakilig fyri undirhaldinum, ið kemur. Hesin gløggmøguleikin er kanska ikki til tann spontana túrin - tó at tú altíð kanst kanna, um atgongumerki eru eftir - men til ein fyrireikaðan túr við bindiklubbanum, so er hetta rætta valið. Gløggið, sum ikki er nakað serstakt í sær sjálvum, verður til eina uppliving í samanhanginum. Væl vert eina vitjan.