Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-05, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. desember 2017síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN DESEMBER 2017 14 k v i n n u b l a ð i ð MATURIN IÐ GJØRDI MÆR MUN HENDAN MÁNAÐIN… MINNIST TÚ HVAT TÚ ÁT TÝSDAGIN Í FARNU VIKU? ALLAR HELST IKKI. OFTA ER MATUR JÚ BARA FØÐI, GERANDIS­ DAGUR, SUM SO NÓGV ANNAÐ. EINKI MERKISVERT, IÐ HVUSSU ER IKKI HJÁ OKKUM, IÐ ONGANTÍÐ GANGA SVONG. Tjóðhild Patursson Men av og á eti eg okkurt, sum ger mær mun – onkuntíð, tí at eg eri ræðuliga svong, onkuntíð tí at tað smakkar fant­ast­iska væl, og onkuntíð tí at maturin rør­ir meg, spælir við mínar kenslur (góðar og ringar). Eg veit at fyri tykkum, ið ikki upp­liva mat soleiðis, ljóðar hetta púra ørt. Men er tað so nógv øðrvísi enn at gerast rørd av tónleiki, bókmentum. myndum ella filmi? Hvønn dag eti eg (uttan tær fáu ferðirnar