týsdagur 5. desember 2017síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN DESEMBER 2017
16
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
um árið, eg fái tað hugskotið, at eg átti at
fasta ein dag um vikuna - áh sum tað er spell,
áh teir mistu matmøguleikar!); og hvønn dag
eigi eg tí (minst) tríggjar møguleikar fyri at
eta mat ið ger mær mun - gleðir meg - kanska
bara í eina løtu, kanska í ein dag, kanska alla
vikuna, og onkuntíð, tó ógvuliga sjáldan,
verður maturin til eina lívsuppliving sum
hongur við - og broytir meg. Flytur meg. Oft
ari eg upplivi mat ið ger mun, meira tilvitað
leiti eg eftir slíkum upplivingum.
COMTE, VALNØTIR OG VIN JAUNE
‘Dette burde udbydes som en slags terapi
- for at genfinde livsglæden’ segði síðumað
ur mín til vínskeiðið í gjárkvøldið. Vit sótu
og ótu comte (eitt slag av osti), valnøtur og
drukku Vin Jaune. Og tað var fantastiskt.
Eg mundi farið at tára. Matur rørir meg,
ger meg so kensluliga. Ok, rætt skal vera
rætt, hetta var eitt vínkskeið, so vit sótu og
royndu 5 ymisk sløg av vin jaune samstundis
- tað birti kanska upp undir kenslurnar í
mær. Fært tú møguleikan, ja so royn hesa
samanrenningina millum comte, valnøtur
og vin jaune - rein lívsgleði.
BOLLI VIÐ OSTI OG SMØRI
Fyri triðju ferð siti eg nú á italsku kaféini í
Keypmannahavn og eti ein bolla við smøri
og osti. So einfalt og so fantastiskt. Ali
mentari eitur hon. Kaféin. Liggur á Islands
brygge í Keypmannhavn. Á miðdegi hava tey
heimagjørda pasta - og pasta ger altíð mun,
ikki so? Nú verður leingi áðrenn eg verið
aftur í Keypmannahavn. Sakni longu bollan,
og ostin og smørið. Eg má fara heim at venja
meg at baka - kanska vit á Kunningarstovuni
í Nólsoy einaferð fara at duga at baka ein
sovorðnan saknaðan bolla? (Havna)fólk fara
at sita hinumegin fjørðin og droyma um
bollan, sum bíðar í Nólsoy. Kanska. Um eg
treni og treni, og sakni hann nóg nógv, so fari
eg kanska at duga at baka ein so góðan bolla
sum hendan. Saknibollin fer hann at eita!
SMYRJIBREYÐ UMBORÐ
Á ATLANTIC
Nei, eg tosi sjálvsagt ikki um hasi bæði (ofta)
turru breyðini, sum tey selja umborð. Eftir
at hava flogið aftur og fram millum Vágar
og Keypmannahavn nakrar ferðir hendan
seinasta mánaðan gjørdist eg - eitt vet –
klókari, og keypti mær eitt smyrjibreyð frá
Aamans at hava við umborð - Aamans er
smyrjibreyðsbúðin á flogvøllinum í Kastrup.
Smyrjibreyðið kostar dupult so nógv
sum tey umborð á Atlantic. Fyri
65 kr fært tú eitt smyrjibreyð,
heldur
enn
tvey.
Men
gleðin av at sita umborð
á einum flogfari og eta
okkurt, sum veruliga
smakkar væl, ja, hon
er verd tað trýfalda
- minst! Tí hvussu
ofta fáa vit okk
urt gott at eta
umborð á einum
flogfari? Smyrji
breyðið var ikki
fantastiskt.
Tað
var gott. Men sett
inn í umstøðurnar
-
larmandi
ljóðið
frá motorunum, turru luftina sum svíur í
nasunum, innilokaða lukturin av ventilatión
og av fólki, ið hava ferðast ov leingi, og hava
roynt at doyva sín sveittalukt við luktilsi
í tollfrísøluni - ja, so var smyrjibreyðið eitt
ljóspunkt - stjól eina (lítla) løtu ljósið frá
Laterna Magica hjá William Heinesen, sum
var mín lestnaður á hesi ferðini. (Pssst!: Eitt
tips aftrat til eina góða ferð - á flogvøllinum
í Vágunum er eitt stativ við bókum, sum
Sprotin hevur givið út. Keyp tær eina bók
heldur enn Cadbury sjokolátuna; eg eri vís í,
at bókin verður hin størra upplivingin).
HIN HVÍTA DAMAN
Fyrstu ferð eg royndi hendan ostin var í
einum føðingardegi fyri einum lítlum ári
síðani. Hóast eg leitaði, tók tað næstan eitt
hálvt ár at finna hann aftur - hann liggur
væl goymdur í einum serligum kølara í
Miklagarði. Hann kostar tað hvíta út úr
eygunum; men einaferð um mánaðan, tá
ið eg fái frí fríggjadag, fari eg mær niðan
og keypi ein. Tað hendir tó meira enn so, at
hann er útseldur… hví segði eg tykkum um
hendan fantastiska ostin? Nú verður møgu
liga enn verri hjá mær at fáa fatur í honum
(tað er altso ikki loyvi at hamstra, bara ein ost
til hvønn, ok?). Aja, eg unni tykkum tað væl.
Eg unni øllum hendan ostin - eg eri vís í, at
hann ger heimin betri. Glaðari.
NÝGGJA SMYRJIBREYÐIÐ
HJÁ SMYRJIBREYÐSBÚÐINI
Mítt anti-kapitalistiska hjarta var eitt sind
ur skeptiskt, tá ið eg frætti at Gist&Vist
hevði keypt Smyrjibreyðsbúðina í miðbýn
um í Havn - eg meini so við, skjótt eiga tey
allan miðbýin. Men eisini grót hør anti-
kapitalistisk hjørtu kunnu brána. Longu nú
hava tær báðar Anja Eydnudóttir og Sús
anna Danielsen, sum eru kokkur og leiðari í
búðini, sett dám á staðið - nei, hin løgna, men
stuttliga kitsj innrættingin er ikki broytt,
men okkurt nýtt er komi á matarskránna.
Smyrjibreyðið við paneraðum hýsuflakið,
rivnum turrum fiski og, ja hvat meira var á
tað minnist eg ikki… Tað var í øllum førum
ordiliga gott, og eg vóni at eg í framtíðini
oftari fari at hava døgurðatíma í Havn. Tit
áttu at fari framvið eisini - ein góður biti til
ein góðan døgurðatíma. Tað tikist sum um,
at stóra fyritøkan Gist&Vist hevur rúm fyri
at lata kokkunum á ymisku støðunum eitt
stórt frælsi og letir tey spenna veingirnar
út - grót hør anti-kapital
istisk hjørtu
kunnu
ikki annað enn at brána. Heiðurin av nýggja
smyrjibreyðinum eigur tó ikki Gist&Vist,
men tær báðar Anja Eydnudóttir og Súsanna
Danielsen - tit báðar: eg gleði meg at smakka
enn fleiri av tykkara góðu hugskotum.
GLØGG Á KATRINU CHRISTIANSEN
Gløgg minnir meg mest á nýggjárið, so van
liga keypi eg mær ikki gløgg í desembur. Eg
var tó so heppin at
fáa sum ar
beiðs
uppgávu at royna og skriva um gløgg til hetta
HON-blaðið - drekka gløgg við vín… eg kann
ikki siga annað enn at eg ógvuliga ofta eri
ógvuliga heppin.
Gløggið sum eg fekk á loftinum hjá Katr
inum Christiansen var ótrúliga gott, og
saman við hugnaliga umhvørvinum gjørdi
tað mær veruliga mun hendan mánaðin. Eg
kann viðmæla tykkum øllum at fara ein túr
framvið - tey hava eisini alkoholfrítt gløgg til
børnini