Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-05, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. desember 2017síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN DESEMBER 2017 18 k v i n n u b l a ð i ð ANNIKA KUNOY IM Á sosiala miðilinum Instagram kanst tú luta myndir og videobrot úr tínum gerandisdegi. Eisini kanst tú fylgja spennandi persónum úr øllum heiminum og finna íblástur til alt millum himmal og jørð. Í hesum blaðnum varpa vit ljós á nakrar føroyskar Instagram vangar BYREYDBERG FYLGJARAR: 1.320 Á hesi síðuni eru myndir av vøkrum blómum, bundnum og garvaðum pløggum og modernaðum búnýti við norðurlendskum íblástri. Litirnir á vøkru myndunum eru fyri tað mesta ljósir og kaldir, men tú kennir heitu heimligu kensluna í smálutunum. Myndirnar geva íblástur til projektir og interiør. ITISMONASOLO FYLGJARAR: 5.485 Ein síða við positivum myndum og videobrotum, sum geva íblástur til heilsu, venjing og lívsgóðsku. Nógv av tí, ið verður lagt út, er um at seta sær mál og eggjan til at røkka teimum málunum. TJODPALLUR FYLGJARAR: 251 Aftur í ár er møgulgt at fara á Café Gløgg á Tjóðpallinum. Endamálið er eitt stuttligt kvøld við dansi, sangi, látri, skrøgg og einum glasi av gløgg. Seinastu tíðina hava fleiri løgnar myndir verið lagdar á Instagram vangan, og tær kunnu tykjast heldur tilvildarligar, tá tú hyggur á síðuna hjá Tjóðpallinum – men hetta er tilætlað, tí talan er um leiklutin Olgu Fridu, sum tekur myndir við áskoðarafjøldini. Instagram – tal­gildur heimur í myndum