Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-05, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. desember 2017síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN DESEMBER 2017 20 k v i n n u b l a ð i ð Tjóðhild patursson Gott at vit áttu tvær skrúvimaskinur, annars høvdu vit farið at skeldast, tá ið vit skildust. Tí hvat er eitt heim uttan eina skrúvimaskinu - og tá ið tvey fólk skulu í holt við at gera eitt heim um til tvey, ja, so hava tey brúk fyri hvør sínari skúvimaskinu. Eg haldi, at eg fari ongantíð aftur at deila skrúvumaskinu við nakran. Heim kanska. Men eg vil hava mína skrúvimaskinu í friði. Annars kemur bara óskil á. Løðarin verður burtur. Bitsini (vit koma aftur til hvat hetta er) slítast alt ov skjótt, og liggja og sløðast um alt húsið. Og so er battaríið heilt vist altíð avløtt, tá ið eg skal brúka hana. Nei, um eg eina ferð í framtíðini verði klár til at flyta saman við onkrum, og skapa eitt felags heim - Ja, so má hann koma við síni egnu skrúvimaskinu. Ella kanska eg finni mær eina sovorðnaa ógvuliga óhegnia tónleikaratýpu, sum heldur seg langt burturi frá míni skrúvimaskinu - so kann hann spæla undir, meðan eg skrúvi. Ella eina sovorðna handverkaratýpu, sum aldrin fær upp í lag at orðna nakað har heima - ja, skrúvimaskinan hevði nokk eisini fingið frið fyri honum. Eg veit ikki, hvussu eg havi gjørt áðrenn skrúvimaskinuna - eg minnist meg ongantíð hava saknað at eiga eina. Men nú eg eigi eina, ja, so kann eg ikki ímynda mær lívið uttan. Eg brúki hana hvørja viku - til ymiskt smátt. Flyta onkran knaka - Seta eina hill upp - Skrúva eina klæðnastong upp - Skrúva eina bókhyll fasta í veggin o.s.fr. Skjótt og lætt. So ómakaleyst. MEN, eg minnist aftur á fyrstu ferð eg brúkti eina skrúvimaskinu - eg bæði minnist og verði endurminnt ferð eftir ferð, av stálhillunum og magnetiska knívahaldaranum á Kunningastovuni í Nólsoy (har eg arbeiði), sum detta niður og vitna um vánaligt handverk. So hóast eg og skrúvimaksinan eru væl í dag, so høvdu vit nakrar dystir at byrja við. So hóast summi tykkara kunnu halda tað vera óneyðugt við eini vegleiðing sum hesi, ja, so veit eg at tað eru aðrar ið halda tað koma væl við. Yndisamboð NR. 1