Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-05, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. desember 2017síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN DESEMBER 2017 k v i n n u b l a ð i ð HVAT ER EITT BITT Eg minnist óruddiliga amboðskassan hjá onkrum, eg havi búð saman við - fullur í skrúvubløum í øllum møguligum formum og støddum. Strævið og óyvirskoðiligt - fekk meg at missa mótið bara vit at hyggja at teimum. Ein skrúvimaksina er nógv lættari - og ruddiligari (Tú fert allarhelst at hava brúk fyri nøkrum skrúvibløðum eisini- men bara nøkrum fáum). Ein skrúvimaskina er tó einki serliga brúkbar, um tú ikki eigur eina lítla samling av bittum. Bitt eru sum høvdini á skrúvubløðunum - hesi lítlu metalpetti setur tú inn í skrúvumaskinuna - tú skrúvar fremsta partin á skrúvumaskinuni, soleiðis at opið framan verður størri, setur eitt bitt í, og spennur síðani um við at snara fremsta partinum øvugtan veg aftur. Stramma væl. Ok, hatta ljóðaði truplari enn tað er. At skifta bitt er ógvuliga ómakaleyst. Tú kanst rímiliga bíliga keypa tær eitt lítlið savn av bittum - eg keypti mær ein pakka við nógvum ymiskum støddum í. Um okkurt slítist nógv, ber altíð til at keypa eitt nýtt; og ger tað! Um bitt verða slitin, er vandi fyri at tú gert skaða á skrúvuna, og tá er torført at fáa hana út aftur úr vegginum. Hvat bitt skal eg velja? Tá ið tú skalt í gong við at skrúva, velur tú bitt eftir støddini á skrúvuni. Set ymisk bitt niður í skrúvuna tú hevur valt, og kanna hvat situr best. Onkuntíð havi eg skundað mær ov nógv, og havi brúkt eitt ov stórt bitt - tá gleppur, ímeðan tú skrúvar, og skrúvan verður oyðiløgd. Tú merkir beinanvegin, hvat bittið er hitt rætta. Hin rætta støddin situr væl í skrúvuni og gleppur ikki. Leiðbeining - soleiðis brúkar tú eina skrúvimaskinu (at skrúva við): Fyrst og fremst skal battaríið á skrúvimaskinuni vera løtt (uttan so at tú hevur eina við leiðningi). Næst skalt tú hava eina skrúvu og eitt bitt ið passar til (les meira um bitt aðrastaðni her á síðuni). Skrúvimaskinan kann bæði skrúva skrúvur inn í veggin og út aftur - onkustaðni á tíni skrúvimaskinu er ein knøttur ið avgerð um hon skrúvar við ella ímóti klokkuni. Vel tað tú hevur brúk fyri. Afturat at velja hvønn veg skrúvimaskinan skal snara, skalt tú velja hvussu stórt trýst hon skal leggja á áðrenn hon gevur eftir. Velur tú lægsta trýst, so skal ógvuliga lítil mótstøða til áðrenn srúvimaskinan gevur eftir og sendir út eitt klikk-ljóð. Velur tú hægsta stigið, so leggur skrúvimaskinan ógvuliga stórt trýst á, og vandi kann vera fyri at knekka skrúvuna. Eg byrji altíð við einum miðal trýst - er tað ov lítið ber altíð til at leggja meira trýst á. Hvussu nógv skrúvimaskinan trýstir stillar tú sjálv inn - hetta sum oftast við at snara einum ringi við tølum á, sum situr runt um sjálva maskinuna. Nú ert tú klár. Halt skrúvuni har tú ætlar hon skal vera. Set skrúvimaskinuna í skrúvuna. Trýst skrúvimaskinuna móti skrúvuni (ofta er gott at trýsta eitt sindur hart). Trýst á avtrekkjaran. Liðugt. Onkuntíð kann vera smart at bora eitt hol áðrenn tú skrúvar eina skrúvu í - tað er alt eftir hvat fyri tilfar tú skalt skrúva í. Til summar veggir er eisini gott at brúka plastik hylki at koyra skrúvurnar í - hetta ger at skrúvurnar sita fastari í veggjum av t.d. gipsi. Heima hjá mær havi eg tíbetur bara træveggir, tað ger alt so ómakað leyst. PREI FLESTU SKRÚVIMASKINUR KUNNU EISINI BRÚKAST AT BORA VIÐ - TÁ SETUR TÚ EIN BOR Í HELDUR ENN EITT BITT. HETTA MÁ VERA EIN ONNUR GREIN, EINA AÐRA FERÐ. tel 214335, myrifipan.fo, mail@myrifipan.fo LEKKRIR KNÆSOKKAR ÚR ULL OG SILKI